Einki semingsuppskot í eygsjón

Enn er óvist um arbeiðarafeløgini fara í verkfall

Enn eru ongi útlit fyri, at eitt semingsuppskot verður lagt fyri arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafeløgini, sum annars hava samráðst um ein nýggjan sáttmála í fleiri vikur.

 

Samráðingarnar slitnaðu fríggjadagin og tá varð semingsstovnurin boðsendur, og tað fyrsta hann gjørdi, var at útseta eitt verkfall í eina viku.

 

Síðani hava partarnir samráðst, men Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at enn eru eingi útlit fyri semju.

 

Steðgur hevur verið í samráðingunum í nátt, men tær eru tiknar upp aftur í morgin.

 

Freistin, semingsmaðurin hevur sett, er farin á midnátt í annaðkvøld, men semingsmaðurin sigur, at einki hendur fyrr enn hann gevst við meklingini og staðfestur, at tað ber ikki til at finna semju.

 

Men hann sigur eisini, at enn eru tey als ikki komin har til, at eitt semingsuppskot kann leggast fyri partarnar.

 

Tað er serliga lønin, sum skilur partarnar. Arbeiðarafeløgini hava kravt eina lønarhækking, sum gevur teimum lut í stóru framgongini í samfelagnum. Feløgini vilja eisini hava reglur sum tryggja verkafólk ímóti at verða uppsøgd av ósakligum orsøkum.