Rúni: Tað stóð illa til hjá B36 í 2012

(FM1) Hoyr nú fyrrverandi formannin í B36 fortelja um eina spennandi, men strævna tíð sum nevndarlimur í B36

Gestur í sendingini "Fótbóltspanelið" á FM1 seinnapartin í dag var Rúni Herup Olsen, ið aftaná trý ár í formanssessinum í B36 hevur lagt frá sær.


Tað er ein troyttur Rúni Herup Olsen, ið hevur lagt frá sær, men hann undirstrikar, at talan hevur verið um nøkur sera gevandi og spennandi ár sum nevndarlimur, og sum formaður í B36 síðani 2012.

 

Tað stóð illa til hjá B36 í 2012, og felagið var í sera tungum, fíggjarligum sjógvi, men tað eydnaðist at venda gongdini, og síðani 2013 er tað eydnast B36 hvørt ár at vinna sær luttøku í evropeiskum fótbólti.

 

Ítróttarliga var tað ein søgulig og minnilig løta, tá B36 knógvaði OFK Titograd á útivølli í Europa League undankappingini, men tað gjørdist ein minnilig, gevandi, men eisini strævin uppgáva at møta turkiska fótbóltsrisanum, Besiktas.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Fótbóltspanelið", ið var á FM1 seinnapartin.