Tað hevur kava nokk so illa í dag, og tað hevur tarnað fersðluni eitt sindur. Hetta er fyrsti rættiligi kavadagurin í vetur, men Bjarni Petersen, økisleiðari hjá Landsverki, sigur, at tað var rættiliga lokalt, at kavin kom niður.
Trupulleikar hava verið við Gøtueiði og um Sandavágsháls, har langar røðir av bilum hava staðið og bíðað, um um náttúrðatíð var koyrandi aftur. Um Gøtueiði var ikki koyrandi eitt skifti, og um Sandavágsháls var tað serliga ein treylari, sum seinkaði ferðsluni, tí hann fór skeivur, men har kom ongantíð proppur í heilt.
Bjarni Petersen sigur, at á Oyggjarvegnum, við Norðradalsskarð, var heldur ikki koyrandi eina løtu, so eisini har hava tey grivið. Men har er at kalla eingin ferðsla, tá ið veðrið er sum í dag.
Hann sigur, at væntandi fer at tað at kava eina løtu afturat, men hann sigur, at sum tað sær út nú, er eisini væntandi, at tað verður nakað av kava í morgin, so tað eiga bilførarar at fyrireika seg upp á.