Í dag er ætlanin at gera eina roynd afturat at finna útlendska ferðamannin, sum Hvarv í Fugloy fríggjadagin. Hann kom til Fugloyar við Tyrlu um miðdagsleitið og skuldi inn aftur við Rituni seinnapartin. Men hann møtti ikki upp, og síðani hevur eingin sæð hann aftur.
Síðani hevur verið leitað eftir honum við tyrlu, bjargingarskipið, løgreglufólki við hundum og staðkendum fólki, men alt til fánýtis. Leitingin hevur eisini verið darvað av veðri, bæði tað, at dagarnir eru stuttir, men tað hevur eisini verið kavi og ringt sýni.
Men í dag er ætlanin at gera eina roynd afturuat og í løtuni eru tey í ferð við at fyrireika leitingina. Líkindini eru ikki tey bestu, tí tað er kavi og hált og tí er ikk heilt greitt enn, hvussu farðast skal fram, tí hugsast skal eisini um trygdina hjá teimum, sum eru við í leitingini. Maðurin, sum er burturblivin, er úr Eysturríki og hann er 29 ára gamalur.









