Funnu smádrong aftur í øllum góðum

Í gjár kom fjáltur á eini foreldur í Havn, tí brádliga funnu tey ikki sonin aftur. Sonurin, sum var trý ára gamal, var farin út um at spæla í kavanum, men tá ið tey rópu eftir honum, var hann horvin. Tey ringdu til løgregluna, sum fór at leita, og tað var beinanvegin, at tey funnu hann aftur í øllum góðum. Hann var farin sær ein túr í kavanum, og var komin einar 300 – 400 metrar frá húsum, tá ið hann var afturfunnin.

 

Annars hevur verið stak friðarligt. Okkur smávegis ferðsluóhapp hevur verið í hálkuni, men í gjár varð ein maður skuldsettur fyri at hótta ein annan mann – ikki við vápni, men við orðum, og nú arbeiðir løgreglan við at útgreina tað málið.

 

Í nátt hevur løgreglan eisini verið á ferð ymsastaðni í Suðurstreymoy við tí endamáli at kanna um bilførarar koyrdu ávirkaðir av rúsevnum. Fleiri bilførarar vórðu kannaðir, men einki mál spurdist burtur úr.