farnir víðari í skúla. Sigurd kom nógv í heimið hjá okkum, hann og pápin vóru vinir, og var Sigurd gubbi til tvíburabrøður mínar. Tað var so hugnaligt at sita og hoyra tá pápin og hann vóru í hopla og harmonikan [...] fyri tað vit dugdu og stuðlaði okkum í tí vit ikki vóru so sterk í. Eg minnist, at vit einaferð høvdu fingið vitjan av lærarum frá øðrum skúlum, tá kom Jógvan Adolf inn í okkara flokk og segði so stoltur við [...] spennandi í tímunum hjá honum, tá hann fortaldi um kvæðini og tær gomlu søgurnar. Hann dugdi so væl at gera tað spennandi og nýtti røddina til at leggja dent á tað ymiska, sum gekk fyri seg í søgunum. Altíð
At Frítíðarskúlin í Stoffalág 60 flytir í nýggj høli við Hoyvíkar Skúla, er ikki nakað nýtt, men ein løgd ætlan, ið verður fylgd. Og sum so er onki galið í hesum. Onnur boð Hinvegin hava starvsfólk og [...] starvsfólkini kortini ikki flyta við í flytingini av sær sjálvum, men tey hava sjálvandi møguleika at søkja starv á nýggja stovninum. Hetta er skelkandi, tí vit hava verið í góðari trúgv, og óivað starvsfólkini [...] við serligum tørvi eru í frítíðarskúlanum. Tey hava ikki gott av ov ógvusligum broytingum, so sum starvsfólkaskifti. - Sum um tað ikki var nóg mikið við tí, at tey skulu flyta í nýggjar umstøður, sigur
r møguleikar at vera við í royndunum hjá ST at menna KT-tøkni og KT førleikar í Triðja Heiminum. Vit hava Bitland verkætlanina og KT fyritøkur okkara eru millum tær fremstu í heiminum. Hetta átti at verðið [...] undir ST til tess at menna KT-førleikar og kunningartøkni í Triðja Heiminum. Við at seta henda grunn á stovn kundi ójavnin javnast út og fólkið í fátæka partinum av heiminum kundi innan ávíst áramál koma [...] Hetta er í sjálvum sær álvarsamt nokk. Ríki heimurin hevur eisini eina moralska skyldu at hjálpa fátæka heiminum fram. Ein gongd leið er at menna KT, men hetta hevur sum fortreyt, at skúla- og útbúgv
høvdu hesi foreldrini í longri tíð, hvør í sínum lagi, roynt at hjálpt børnum sínum, men takkað veri politiskari vælvild frá ymsum síðum, eru munandi batar hendir. – Úrslitið er, at í dag hevur felagið eitt [...] av skipanini, felagið hevur bygt upp í skjótt 20 ár. – Okkara “næmingar” fevna eisin í fleiri aldursbólkum, tí tann yngsti er níggju ára gamal og tann elsti táttar í tey trýss. [...] skrivaðan fyri seg. Tað sigur Anne-Karin Kjeld, forkvinna í Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik, sum tók ímóti teimum 55.000 krónunum, stórsteypadystirnir í hondbólti og fótbólti kastaðu av sær. Hetta vóru pengarnir
Hóskvøldið í næstu viku fer KÍ at hava heimadyst á grasvøllinum á Svangaskarði. Í Molde taptu teir 2?0, men leikliga avrikið var góðkent. Við tí í huga eru vónirnar kanska hampuligar í morgin. Sammett [...] hevur verið vongverji í høgru, fer í miðverjuna, at Harley Bertholdsen fer úr vinstra og á høgra vongverja, og at Símun Joensen verður vongverji í vinstru. Tveir KÍ spælarar hava í vikuni verið burtur frá [...] UPPTAKT Í dag skipar KÍ fyri 99 ára føðingardagshaldi í Klaksvík. Í morgin er sjálvur føðingardagurin. Tá fer KÍ út á Svangaskarð, og teir plaga altíð at hava ikki so fáment áskoðaralið við sær. Higartil
gera tað í eina tíð framyvir. Men í dag eru tey bara glað fyri, at tey eru á lívi, og at tey komu frá vanlukkuni uttan mein. Hjá Jan byrjaði gerandisdagurin aftur í morgun, tá hann fór í skúla aftur. Hann [...] Hann er í læru sum rørsmiður og gongur í løtuni á Tekniska Skúla í Havn. Jógvan og Maria valdu bæði at vera heima í dag fyri at koma eitt sindur fyri seg aftur. Maria er donsk men hevur fleiri ferðir verið [...] trý eru ikki í iva um, at trygdarbeltið er orsøkin til, at tey øll eru á lívi í dag, og ikki hava fingið mein. Jógvan greiðir frá, at hann, áðrenn tey fóru úr Havnini leygarkvøldið, mestsum í spølni segði
eru fýra mans til arbeiðis í smiðjuni í løtuni. Men tað er í minna lagi. Teir hava verið fimm, men ein er farin frá, tí hann skal í skúla. Eitt stórarbeiði, teir hava havt nú í seinastuni, er at sandblása [...] Ljósá:Í smiðjuni hjá P/F Ragnari Poulsen við Ljósá hava teir lagt seg eftir at sandblása ymsar lutir úr metalli. Alt frá skipum til seymismaskinur. Og teir hava úr at gera. Tað stendur eit skip í túninum [...] til seymismakinur. So sigast kann, at arbeiðið er fjølbroytt, heldur hann. Tað, sum teir gera í smiðjuni er í fyrsta lagi at sandblása. Síðan verður metalliserað. Tað vil siga, sigur Jens Pauli, at zink
einstakt barnið: – Í flestu førum eru myndugleikarnir longu inni í myndini í dag, so í roynd og veru snýr tað seg um at skipa samstarvið, sigur Eyðvør Mortensen. Okkurt um 50 fólk hava verið við í arbeiðnum at [...] eru um autismu, til brekið autisma er staðfest, víðari til barnið fer í skúla sum frálíður veksur upp og traðkar fyrstu fetini inn í vaksnamannatilveruna. – Endamálið er ein greið og skipað almenn tænasta [...] Foldbo: Yvirlýsingin fær eitt stórt pláss í mínum hjarta Ein grundtanki í tilmælinum er at skipa eitt vælvirkandi toymi um hvørt einstakt barn við autismu. Í toyminum eru, umframt foreldrini at barninum
føddur í 1967 og er ættaður av Toftum. Hann hevur búð meginpartin av lívi sínum í Føroyum, men búleikaðist eitt stutt skifti í Danmark. Hann flutti til Havnar at búgva í 1973 og hevur gingið í skúla á Se [...] ning á Hotel Runavík". Soleiðis ljóðaði tað í innbjóðingini, tá hotellið, sum áður kallaðist Sjómansheimið, lat upp dyrnar á fyrsta sinni í farna mánaði. Í samband við hesa hending høvdu fyristøðufólkini [...] málningum sínum fyri gestunum. Inni í matarhøllini hingu ikki færri enn 24 málningar eftir Magna, sum tey seinnu árini hevur havt sítt dagliga starv á verkstaðnum Stíggjur í Runavík. Ikki kann sigast annað
Wraae er føddur 23. mars í 1933 í danska býnum Kalundborg. Hann er útbúgvin bakari og kondittari. Hann giftist í Danmark í 1955 við Ásu Kallsoy av Eiði, sum tá gekk á húsarhaldsskúla í Haslev. Av tí at stórt [...] Taxa 1313 í Havn. Tá keypti hann sær ein Toyota Crown, ið var næstfyrsti Toyota bilur í Føroyum. Í 1967 fekk hann útbúgving sum koyrilærari. Hansara fyrsti næmingur var Finn Ritter, sum í dag býr í Sørvági [...] Valdemar Lützen í Havn. Frá 1968-71 koyrdi Mogens á bilstøðini Bil og frá 1971-78 arbeiddi hann á Toyota bilasøluni hjá Rósing Rasmussen í Torfinsgøtu í Havn. Tá deildin í Havn varð niðurløgd í 1978, keypti