Fyrireikingarnar til skúlastýrisvalið, sum verður tann 25. mai, eru nú byrjaðar. Freistin at skráseta seg var úti tann 1. mai, men kortini ber tó til framvegis at skráseta seg. Fyri at foreldrini skulu kunna stilla upp ella velja, má tann, ið situr við foreldramyndugleikanum, skráseta seg. Men tað letur ikki til, at tað bara er sum at siga tað.
Sosialurin hevur tosað við fleiri skúlar, har tað er trupult at fáa foreldrini at skráseta seg.
Á felagsskúlanum á Oyrabakka høvdu einans 30 % skrásett seg og í Hvalbiar skúla 40 %. Hetta halda skúlastjórarnir ikki vera nógv, men teir hava tó góðar vónir um, at fleiri fara at koma.
Teir halda, at tað er bara hetta sama við at føroyingar altíð koma í seinastu løtu, sum ger seg galdandi.
Í skúlanum við Ósánna í Klaksvík er tann sami trupulleikin galdandi. Símun Petur Hjelm, skúlastjóri, sigur, at tað er sera trupult at fáa foreldrini at skráseta seg. Og hann heldur, at tað kann tulkast sum eitt slag av líkasælu. Og tað harmast hann um, tí tað eru jú foreldraumboð, sum skulu veljast í skúlastýrini.
Men Símun Petur sigur, at hetta lat eisini til at vera ein trupulleiki í Danmark. Hann hevur fyri stuttum vitjað onkrar skúlar niðri, og har tosaðu tey um júst sama trupulleikan, at foreldur ikki skráseta seg.
? Eg veit ikki, um tey ikki vita av, at tey skulu skráseta seg. Tað eiga tey at vita, tí tað var jú eisini galdandi seinast. Og harafturat er tað lýst, at tey skulu, so eg eri bangin fyri, at hetta kann vera eitt tekin um líkasælu, sigur hann.
Á Tórshavnar kommunuskúla siga tey, at foreldrini eru sera sein at skráseta seg, men gongd er komin á nú.
? Allarseinasta freist er 18. mai, og tað koma skrásetingar inn allatíðina, sigur Hanus, og hann sigur, at fólk møttu væl upp til seinasta val.
Hann heldur, at tað er ikki komið rættuliga í æðrarnar á fólki, at tey eiga at skráseta seg fyri at kunna velja ella stilla upp til valið. Men tað væntar hann fer at koma.
Skúlastýrisvalið verður tann 25. mai, og verða uppstillingarfundirnir 11. mai