Skúlar kring landið leggjast saman í deplar

Allir teir hægri skúlarnir kring landið skulu nú leggjast saman í nakrar fáar deplar


Nú skulu allir skúlarnir í landinum, bæði teir studentaskúlarnir, HF skeiðini, handilsskúlarnir og teknisku skúlarnir, leggjast saman í nakrar fáar deplar.

Tað ætlar Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum.

Hann fer nú at leggja uppskot fyri løgtingið um, hvussu hesir skúladeplarnir skulu skipast.

Men tað er greitt, at hvør depil fær ein stjóra og samstundis skal eitt depilsráð setast fyri hvønn depil.

Depilsráðini og leiðslan fyri deplarnar, skulu gera langtíðarætlanir fyri skúladepilin, sum setir í kortið, hvagar leiðin skal ganga, og hvussu komið verður á mál.

Endaliga avgerð er ikki tikin um, hvørjir skúlar skulu vera í hvørjum depli.

Men Bjørn Kalsø hevur áður upplýst, at allir miðnámsskúlarnir í Tórshavn verða savnaðir í Marknagilsdeplinum, sum eftir ætlan verður klárur at taka í nýtslu í august 2016.

Hetta merkir, at alt virksemi hjá Tekniska Skúla í Tórshavn, Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum og Føroya Handilsskúla í Tórshavn fer at húsast í nýggjum og tíðarhóskandi hølum undir sama taki.

Miðnámsskúlin í Suðuroy er í løtuni partur av Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, og ætlanin er ikki at skilja teir báðar skúlarnar sundur, men at teir saman verða partur av nýggja skúladeplinum í Marknagili.

Fiskivinnuskúlin í Vestmanna er sjálvstøðugur skúli og endalig støða er ikki tikin, um skúlin fer at varðveita sína støðu, ella um hann verður partur av øðrum depli.

Tað liggur eisini í kortunum, at Handilsskúlin á Kambsdali verður skipaður saman við grannanum á Kambsdali, Studentaskúlanum og HF-skeiðnum.

 

Endalig støða er ikki tikin, um Tekniski Skúlin í Klaksvík verður partur av hesum depli, ella um hann heldur fram sum sjálvsognarstovnur, ella um hann verður ein sjálvstøðugur depil.

Bjørn Kalsø sigur, at hetta eru spurningar, hann viðger saman við stýri og leiðslu í skúlanum og at endalig avgerð um hesi viðurskifti verður tikin í næstum.

 

- HF-skeiðið í Klaksvík hevur virkað væl síðan miðskeiðis í 70-árinum, men hølisumstøðurnar eru við tíðini vorðnar út av lagi vánaligar. Tí er avgerð tikin um, at HF-skeiðið fer at húsast í Tekniska Skúlanum í Klaksvík, tá hølini, ið verða bygd har, eru klár, eftir ætlan í oktober í ár.

Landsstýrismaðurin sigur, at støða er ikki tikin til at broyta bygnaðarligu støðuna hjá HF-skeiðnum.