Men í august 1957 hittust vit á øðrum sinni, nýsettir lærarar við Vestmanna Skúla. Ungir vóru vit – hann 29 og eg 26 ár -, báðir leysir kroppar, og um enn ymiskir av lyndi við ymsum áhugamálum rann saman okkara millum í eitt varandi vinarlag.
Framhaldsdeildin í Vestmanna var tá nýskipað, og tann fyrsti 3. p skuldi upp til próvtøku tað fylgjandi summarið. Nógv var tí at náa, og Andreas, sum hevði tær støddfrøðiligu greinarnar, legði rættiliga í vaðið. Í skúlatímunum at hoyra hann docera í floksrúminum við síðuna av var ein serstøk uppliving.
Sum próvtøkan nærkaðist, var ikki nóg mikið við skúlatímunum – nei, Andreas kravdi eykatímar eftir skúlatíð, har øll skuldu møta. Og tað gjørdu tey eisini fegin, tí hetta vóru tímar, sum munaðu – so væl, at próvdómarin, sum kendi støðuna innan Andreas, undraðist stórliga, hvat ið var komið á skaftið hetta eina árið. Próvúrslitini gjørdust tí eisini hareftir.
Hendan skúlatíð í Vestmanna var merkt av hugna og góðari samveru. Fleiri av okkum lærarafólkum hittust eisini privat. Soleiðis var tað altið lív og gaman hjá okkum báðum Andreasi at støkka inn á gólvið uppi á Heygum hjá suðringunum Annu Hovgaard og manni hennara Magnusi. Elin Sofía Jacobsen, “Kvívíkslærarindan”, og Andreas vóru bæði hugaðir kortspælarar og høvdu mangt hugnakvøldið saman við góðum fólki í umhvørvinum har niðri í Sjóvarbø.
Eisini Mannbjørn Mortensen, Andreas og eg høvdu góðar løtur saman. Eitt skemtiligt minni er tað, einaferð handanneyt vóru komin um Fossá yvir í hagan hjá Peturi á Heygum, morbróður, sum eg búði hjá. Vit tríggir skøddu okkum tá at fara fram í Fonsdal at reka yvirum aftur. Eitt sindur striltið var at fáa glið á, og serliga stendur mær í huganum, tá Andreas á brúnni um Bjarndalsá frammi á Lómundoyri við miklari veipan og reystum herrópum stríddist við eina vetringskvíðu, sum sleingjandi frá síðu til síðu treiskaðist og vildi herja á yvirum aftur. Men móti tí uppøsta Andreasi batti henni ikki – hon mátti lúta. Alt fylgið savnað varnast vit, at ungur tarvur er uppí. Hetta hóvaði okkum báðum Mannbjørn lítið. Men Andreas, sum mundi hava sínar neytaroyndir úr heimbygdini Oyndafirði, firnaðist ikki tarvin, gav honum heldur somu viðferð sum hinum ferføttu, um tey ikki vildu sum hann.
Mangt annað kundi verið at trivið í av felags minnum frá teirri stuttu tíð, vit báðir Andreas dvaldust saman í Vestmanna. Men eftir summarfrí í 1959 byrjaði hann í nýggjum starvi á Glyvrum, har hann tók við sum skúlastjóri í 1963. At tað var skil og dygd í, har Andreas hevði leiðslu og ábyrgd, man ikki vera neyðugt at nevna, og um hansara virki í skúlastovuni hoyrdi eg nú um dagarnar fyrrverandi næming í Runavíkar Skúla taka soleiðis til:” Thomsen var ein fantastiskur lærari!”
Men brátt fór sjúka í rygginum at gera um seg, ið so við og við bleiv so nívandi, at hann valdi at søkja minni krevjandi starv, og í 1978 gjørdist hann fyrstilærari í Haldarsvík, haðan somu lovorð hava fylgt honum bæði sum lærari og sum persónsmenska. Men sjúkan í rygginum gav seg ikki, heldur bara mentist. Hann gjørdist meira og meira rørslutarnaður við áhaldandi pínu í rygginum, og í 1988 valdi hann at leggja starvið frá sær og flutti aftur í heimbygdina, har hann læt byggja sær stásisligan bústað á fedranna grund.
Andreas Thomsen hevði sera góðar gávur. Hansara gløggskygni í matematikk og rokning var serstakt og kom mongum framhaldsskúlanæmingi til góðar, eisini eftir at hann hevði lagt frá sær í skúlaverkinum. At bjóða honum av í talvi skuldu miðlingar ikki leggja í, og sum brigde-spælari mundi hann vera millum teir heilt frægu. Men á studentaskúlanum í Rønde hevði hann tó valt sær nýmálsligu deildina, og eftir í nøkur ár at hava verið roknilærari mestsum burturav tók hann sær í tveimum umførum nakra mánaða skeið á Goethe Instituttum í Týsklandi burturav. So væl lá eisini tað málsliga fyri hjá honum, at vitjandi týskarar spurdu hann, hvaðan úr Týsklandi hann var.
Men í ongum føri lá tað hástóra til hansara - var heldur ein stillførur humanistur, og í tí politiskt-ideologiska var hann javnaðarmaður í orðsins sonnu merking. Ikki vóru tey fá, sum fingu hansara beinasemi, gestablídni og gávumildni at kenna.
Sína lívsavmarkandi lagnu bar Andreas við tolni, gjørdi lítið burtur úr sínum trupulleikum, men læt heldur sítt skemtingarsama lyndi støðugt spæla framvið. Soleiðis plagdi hann ofta at taka aftur í, tá hansara skúlafelagi frá preliminerskúlatíðini Birgir Danielsen, sum hevði somu sjúku sum hann, var inni á gólvi hjá honum í Oyndafirði. “Tú”, skuldi Birgir siga, “ hasari sjúkuni skalt tú ikki bara vera keddur av, tí hon rakar bara tey klóku og tey ríku”. “Ríku?” sigur tá Andreas. “Ja, tað kann vera, at eg eigi nakrar milliónir fleiri enn tú, men í klókskapi vart tú altíð millum teir fremstu!”
Hesum læði Andreas mangan sorgblítt at, og hetta støðuga skiftið millum kensluborið góðvarni og birtandi skemtingarsemi eyðkendi hann fram móti tí seinasta.