Vónin hjá Íslandi at vinna seg til HM-endaspælið í USA, Meksiko og Kanada livir enn í undanbólki D.
Í sama bólki staðfesti Frakland fyrsta plássið, og harvið beinleiðis kvalifikasjón til HM-endaspælið. Tað gjørdu fraklendingar við 4-0 stórsigri á Ukraina á Parc de Prince leikvøllinum í París.
Ísland vann á útivølli 2-0 á Aserbadjan. Tað merkir, at Ísland og Ukraina eru jøvn í stigum áðrenn tey spæla alt avgerandi dystin sunnudagin í pólska høvuðsstaðnum, Varsjava. Ísland og Ukraina hava bæði sjey stig, men íslendingar hava betri málmun, og kunnu tí tryggja sær annað plássið við javnleiki. Ísland hevur málmunin pluss fýra, meðan Ukraina hevur málmunin minus trý.
Frakland hevur 13 stig, og hevur longu vunnið bólkin. Ísland og Ukraina hava sjey stig hvør, meðan Aserbadjan bert hevur eitt stig.
Sunnudagin klokkan 17 verður leikt soleiðis í seinasta umfarinum: Ukraina-Ísland og Aserbadjan-Frakland.
Aserbadjan-Ísland 0-2 (0-2)
0-1 Albert Guðmundsson ('20 )
0-2 Sverrir Ingi Ingason ('39 )
Frakland-Ukraina 4-0 (0-0)
1-0 Kylian Mbappe, br. ('55 )
2-0 Michael Olise ('76 )
3-0 Kylian Mbappe ('83 )
4-0 Hugo Ekitike ('88 )











