Skúlaverkið flytast inn í 21. øld

Mentamálaráðharrin vil ikki brúka orðið kollvelting, men tær broytingar, sum nýggja álitið leggur upp til eru so umfatandi, at ringt er at kalla hetta annað enn kollvelting

Ein miðnámsútbúgving á trimum deplum, ein lógarkunngerð í staðin fyri sjey, lestrarætlanir sum ganga frá fyrsta flokki í fólkaskúlanum til triða árið á miðnámi, tríggir sjálvsstýrandi skúladeplar við professionellum stýrum, og eins setanar- og lønarviðuskifti fyri allar miðnámsskúlalærarar saman við fastari pulju til førleikamenning.

Hetta eru nøkur av punktunum í einum álitið, sum í dag varð handað landstýrismanninum í mentamálum, Jógvan á Lakjuni.

Sum nú er, eru 5 ymiskar gymnasialar útbúgvingar í Føroyum, student, HF, FSF/HH, SIT/HT, SIF/HIF og og hesar kunnu takast á  seks ymiskum stovnum, Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy, Føroya Handilsskúla, Handilsskúlanum á Kambsdali, Fiskivinnuskúlanum, og Tekniska Skúla í Klaksvík.

Í framtíðini skal tað vera ein skipan við fleiri breytum, og miðnámsútbúgvingarnar skulu skipast í tríggjar deplar. Ein í Suðuroy, ein í Streymoy og ein í Eysturoy/Norðoyggjum. Deplarnir skulu stýrast sum sjálvsognarstovnar við professionellum stýrum og trý ára játtanum.

Álitið er skrivað av eini nevnd, sum landsstýrismaðurin í mentamálum setti í november 2005. Limirnir í bólkinum eru rektarar og skúlastjórar á teimum skúlum sum bjóða út gymnasialar útbúgvingar umframt deildarstjóran fyri miðnámsútbúgvingar á Mentamálaráðnum, og fulltrúi í Mentamálaráðnum hevur verið skrivari hjá nevndini.

Eyðbjørn Poulsen sigur, at henda skipan er gjørd til føroyskar fortreytir, og at íblásturin er komin frá øllum hinum norðanlondunum.

- Verandi skipanir eru nærum kopi av teim donsku, tær hava ongantíð hóska til okkara viðurskifti, tí vit eru eitt so nógv minni land. Í Danmark hava tey eisini skift allar skipanirnar út tey seinastu árini. Men í staðin fyri at kopiera tær nýggju donsku, hava vit valt at mæla til ein skipan, sum passar betur til okkara, sigur formaðurin í arbeiðsbólkinum, Eyðbjørn Poulsen.

- Henda skipanin er meira samanhangandi og meira broytilig, sigur hann, og greiðir frá, at tey trý fólkini í miðnámsdeildini á Mentamálaráðnum í dag skulu umsita 10 lógir, 26 kunngerðir og 180 lesiætlanir. Í nýggju skipanini vera 2 lógir, á leið 16 kunngerðir og á leið 80 lesiætlanir, sigur hann.



Nýggi miðnámsskúlin í Sosialinum

Sosialurin fer komandi dagarnar at viðgera álitið, sum í dag varð handa landstýrismanninum í Mentamálum, Jógvani á Lakjuni. Og samrøður verða við ymisku partarnir í málinum.