Rættleiðing til løgmann

Tað fyrikemur mær at verða óhugsandi, at løgmaður ikki hevur betur innlit í okkara íløguætlanir, enn tað hann borðreiðir við í Dimmalætting, fríggjadagin 22. november.

Tað eigur ikki at bera til, at landsstýrismenn og umboð fyri samgonguflokkarnir saman við løgmanni í tímar, dagar og vikur hava viðgjørt bæði fíggjarlógina og íløguætlanir, at løgmaður nú í tólvta tíma kemur sum ketta upp úr høvdatrogi og kunnger fyri Føroya fólki, at í mentamálum er lítið skil í íløguætlanunum, og at har kunnu vit ikki vænta okkum, at stórvegis fer at koma burturúr.
Hví løgmaður ger hetta, er mær ein gáta. Men tað sum verri er, er at hann varpar skeivleikar út til Føroya fólk, sum beinleiðis eru við til at skaða trúvirðið hjá samgonguni og hjá mær sum nýggjum landsstýrismanni.
Tað tykist mær ógvuliga løgið, at løgmaður gjøgnum Dimmalætting ger sína støðu galdandi. Hann hevur havt allar møguleikar at ávirka fíggjarlógararbeiði og tær raðfestingar, sum har eru gjørdar. At hann ikki hevur gjørt tað, kann hann bara lasta sær sjálvum fyri.
Eg kann til eina og hvørja tíð verja tær raðfestingar, eg havi gjørt á íløguøkinum, og ætli mær eisini komandi árini at stríðast fyri, at júst hetta økið fær tær neyðugu játtanirnar til íløgur.

Skeivir upplýsingar
Hvønn týdning løgmaður leggur í tað at samstarva, veit eg ikki. Í míni verð merkir samstarv, at vit mugu treyta hvønn annan, at vit tryggjað hvørjum øðrum eina sakliga viðgerð, og at tað sum verður sagt alment, er satt.
Tað átti ikki at verið neyðugt hjá løgmanni at nýtt Dimmalætting sum talurør. Hann kann til eina og hvørja tíð, um tað eru ivamál viðv. mínum málsøki, at spyrja seg fyri hjá mær, og soleiðis fáa ruddað ivamál, væntandi innlit o.a. av vegnum. Men hetta veljir hann ikki at gera og hevur hann tí sum leiðari í samgonguni lagt støðið.
Eg kenni tað sum mína skyldu, bæði fyri mína egnu skuld, fyri skúla- og mentanarøkið og fyri samgongunnar skuld at vísa aftur nøkrum skeivleikum í viðtaluni við løgmanni.

Rætta søgan
Tað eru ikki 11 fyrireikingarverkætlanir innan skúlabygging í gongd í Mentamálaráðnum. Hvar løgmaður og Sonja Jógvansdóttur hava hetta talið frá, skulu gudarnar vita. Tað átti at verið lætt hjá teimum báðum - tíðindakvinnuni og løgmanni - at brúkt nakrar minuttir av samrøðuni at kaga gjøgnum uppskotið til fíggjarlóg fyri 2003, fyri soleiðis at fingið røttu myndina av íløguætlanunum á undirvísingar- og mentanarøkinum. Men tað hava tey bæði eftir øllum at døma ikki givið sær stundir til. At tíðindakvinnan ikki ger tað, og møguliga er eitt sindur óvitandi um júst hetta økið, kann eg fyrigeva. Men at løgmaður ikki ger tað, og er eins óvitandi og tíðindakvinnan, tað undrar meg stórliga.
Lat meg í stuttum greiða frá íløguætlanini fyri 2003 á undirvísingar- og mentanarøkinum, soleiðis at allir skeivleikar verða beindir av vegnum.
Í 2003 er ætlanin at fyrireika 3 verkætlanir í samband við nýbygging av skúlum. Hesar eru Skúladepilin í Marknagili, Listaskúlin á Sandoynni og Fiskivinnuskúlin í Vestmanna.

Ein útbygging av Tekniska skúla í Klaksvík fer eisini at verða fyrireikað í 2003
Í 2003 er ætlanin eisini at gera nakað við hølistørvin á Læraraskúlanum og Fróðskaparsetrinum. Her er ikki talan um nýbygging, men umbygging, og kemur hetta at bøta munandi um hølisumstøðurnar hjá hesum skúlum.
Fyrireikingarnar av bygging av Miðnámsskúla í Suðuroy eru komnar so mikið áleiðis, at farið verður undir byggingina í fíggjarárinum 2003.
Skúlabygging krevur neyva fyrireiking, tí neyðugt er nágreiniliga í sjálvari fyrireikingini av byggingini at áseta samsvarið, ið verða skal millum innihald, endamál, framtíðar avbjóðingarnar í útbúgvingini og sjálva byggingina av skúlanum. Bert soleiðis megna vit at framtíðartryggja menningina av okkara útbúgvingum, og bert soleiðis fáa vit skúlabygningar, ið megna námsfrøðiligu avbjóðingarnar í framtíðarskúla okkara.
Peningur er eisini settur av til stovnsetan av skúlatilboði til ung menningartarnað.
Umframt hetta er játtan til stovnsetan av nýggjum megin-, fólka- og skúlabókasøvnum runt landið. Forminnissavnið skal skifta tak, og arbeiðið við at varðveita Kirkjubømúrin fær eisini sín lut í íløgujáttanini. Føroya Náttúrugripasavn fær eisini ein brotpart av íløgujáttanini til flyting og framhaldandi umbygging av gamla bókasavnshúsinum á Debesartrøð og í Kaldbak.
SvF og ÚF hava gjørt heildarætlanir fyri umlegging til digitalu tøknina og fáa ávíkavist 3- og 1 millión kr. á íløguætlanini.

Undirvísingar- og mentanarøkið krevur íløgur
Hetta eru sostatt raðfestu økini á íløguætlanini hjá Mentamálum næsta ár. Størri verkætlanir, ið skulu fremjast yvir nøkur ár, eru samanflættaðar við minni verkætlanum, sum bert hava játtan tað eina árið fyri neyðuni.
Á fundi í Fíggjarmálaráðnum fyrst í september í ár, har allir landsstýrismenn, løgmaður og umboð fyri flokkarnir vóru við, varð eitt uppskot til íløguætlan býtt út, ið greidliga vísti á íløgutørvin á undirvísingar- og mentanarøkinum 2003 - 2013.
So løgmaður kann tann dag í morgin boða til fundar fyri at viðgera framtíðar íløgurnar á undirvísingar- og mentanarøkinum. Hann skal kortini gera sær púra greitt, at júst hetta økið hevur víkt fyri øðrum stórum íløgnum farnu árini, og at tíðin tí er komin til at undirvísingar-og mentanarøkið fær sín bróðurpart av íløgujáttanini komandi árini.