sum heild, at hann helt til Írlands, har hann búði hareftir úti á landinum. Eftir ein túrin til Noregs og ein túrin til Cambridge doyði hann av krabba í 1951. Eg var mitt í rokinum á Trafalgar Square, tá [...] gøturnar breiðar sum fótbóltsvallir. Onkur snjallur tóni av og á frá stóru jarnbreytarstøðini, ella frá fartelefonunum, ið halda á við at køva hugnan á hvørjari café uttan grið og skil. Í Týsklandi eru tó mangar [...] tá Ongland vann á Danmark, men nú er sum øll vita, alt tapt. Um morgunin fleyg eg til Frankfurt am Main í Tysklandi úr London, har undirgrundsbanin var á tremur við fullum fólki, sovandi ungum bretum,
stóð 2-0 til Brasil. Eftir hetta, tóku Brasil seg longur aftur á vøllin, og royndu verja leiðsluna. Eftir 92.minuttir floytaði Pierluigi Collina av HM av á hesum sinni, og staðfesti, at Brasil er heimsmeistari [...] neyvur við sínum royndum. Eisini miðvallarin, Kleberson, hevði skot á tvørstongina í fyrra hálvleiki. Ronaldo avgjørdi Týskland helt fram við at trýsta Brasil í seinna hálvleiki, men heldur ikki í seinna [...] HM-Fótbóltur Við sigrinum á Týsklandi í Yokohama í Japan sunnudagin, slerdi Brasil fast, at tjóðin er HM-tjóð nummar eitt. Brasil vann sunnudagin HM fyri fimtu ferð, og tað er meir enn nøkur onnur tjóð
Stig Rossen í kvøld (mikukvøldið) syngur á tveimum konsertum. Báðar konsertir eru fyri langari tíð síðani útseldar, men danski sangarin hevur áður roynt mangt slíkt. Á vitjan sínari í Føroyum fær hann eisini [...] misskiljing, so hevur hann fyrireikað eina framførslu upp á ein tíma, men hann fer at vita eftir, um teir ikki kunnu toyggja seg einar tjúgu minuttir longur. Við sær til Føroya hevur seks tónleikarar, sum allir [...] Samrøða Tað er ferð á frá byrjan. Stig Rossen hevur ferðast allavegin úr Bornholm til Havnar, men hann er framvegis smílandi og stríkur avstað, tá boð eru eftir honum. Við sær til Føroya hevur hann umframt
kannan«, »Hin nýggi maðurin«, »Dóttir av Proteus«. Seinni komu vit fram á greinar, ið hevja seg høgt upp um álop frá jantebúgvum á ósek sum á aðrar jantar, frá religi(øru)øsum brotasjógvum móti upplýsing, vitan [...] Føroyingur, uppvaksin á bygd, enntá útoyggj, sum hann tók til: »Í Skúgvi var miðøld«, so ferð Hansusar til evropiskar metropolar má hava kenst sum mentanarskelkur, ið vit í dag ikki longur heilt duga at skilja [...] søguna hjá slíkum býi, reikarar, bohemar sum Janus Djurhuus, Hjalmar Söderberg. Sannleiki Ytst á eggjartromini á løtuni standi eg og skríggi: tað er ein fragd at liva og umskapast! Diktonius Eg møtti Hanusar
ikki dagin í morgin. Prestur helt eina sera góða talu, har hann millum annað eisini kom inn á, hvørja gleði, Høgni hevur veitt sínum nærmastu ta stuttu tíðina, hann fekk her á fold. Hetta var sami prestur [...] Inni í Christianskirkjuni sótu øll tey, ið ynsktu at fylgja 21 ára gamla Høgna á Steig til hansara seinasta hvíldarstað her á foldum. Hesin ungi drongur lat lív sítt í eini syndarligari ferðsluvanlukku í [...] drongur. Hetta sást eisini aftur á mongdini, sum ynskti at sýna honum hendan síðsta heiður. Hóast kirkjan er stór og rúmlig, so var trongligt inni hesa løtuna. Høgni á Steig var ein lívsglaður drongur
bankafólk, íleggjarar og onnur við stórum spenningi og lurtaðu, tá Alan Greenspan helt røðu í amerikansku kongressini týsdagin. Aftan á røðuna var semja um, at innihaldið í røðuni boðaði frá góðum, bæði hvat viðvíkir [...] frá, at amerikanska rentan ikki fer longur niður, fer tað uttan iva at hava við sær, at teir evropeisku tjóðbankarnir fara at varðveita verandi rentu. Víst verður á, at evran er styrknað samanborið við [...] við amerikanska dollararan í seinastuni, og tað ger, at trýstið á rentuna í Evropa minkar. Tí er lítil og eingin vandi fyri, at rentan í Evropa hækkar. Tær nógvu fíggjargølurnar og tey vánaligu úrslitini
sendingunum. - Longu umborð á Norrønu á veg til Føroyar varð eg steðgaður av fólki, sum kendu meg aftur, greiðir Anton frá. Eisini tollarin helt seg kenna danan, tá hann kom á land í Føroyum. - Hann bleiv [...] sigur Anton. Anton hevur, saman við verfamiljuni, verið á eini rundferð í Føroyum, har tey hava vitjað fleiri støð. Anton hevur sjálvur bil við á ferðini, og hetta ger alt munandi lættari, heldur hann. [...] honum, tá hann er til gongu. Serliga ein hending hevur bitið seg fasta í minnið hjá Anton. Umborð á Dúgvuni á veg til Leirvíkar hitti hann ein tánnaring. Hetta var ein ungur drongur, sum var føddur í Klaksvík
spælaran, helt venjarin fyri, at hann vónaði, at Todi fór skjótt at verða tøkur aftur. Todi verður heilt víst roknaður frammanfyri aðrar álopsspælarar, sum fáa løn í FCK. Tað er einki at undrast á, um eitt [...] støðugt skulu vera á forsíðunum í bløðunum og í yvirskriftunum í útvarpi og sjónvarpi. Fríggjadagin boðaðu teir eisini frá, at Flemming Østergaard, sum hevur verið nevndur Mr. FCK, ikki longur er stjóri í felagnum [...] aftur hesa ferð hevur verið darvaður í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið. Alla síðstu viku helt ein liðbandsskaði í fótliðnum honum frá FCK liðnum. Í gjár skuldi Todi roynast. Um royndin eydnaðist
Kappróður Ragnhild Ellingsgaard Um tú hevur til fragd at líta oman á vágna, tá Havnar Róðrafelag sendir fólk síni út á eina styrkisroynd móti sjónum, so hevur tú óiva lagt til merkis ein annan bát, sum [...] kappróðraarbeiðinum hevur einki heiti, men hann er tó stórur. Teir sigla undir liðini á kappróðrabátunum, og hjálpa til á ymsan hátt. Til tíðir kappast teir við manningina umborð, soleiðis at manningin fær [...] áðrenn stevnuna, og at tú eisini dugir at lata kroppin hvíla á ein rættan hátt, heldur Vagnur. Eisini samanhaldið umborð hevur nógva ávirkan á úrslitið, sum manningin í seinasta enda fær. Hvør einstakur
keðiligt, at vit nú mugu flyta handilin longur niðan í býin. Hetta er ein gomul forrætning í Havn, og tað er traditión fyri, at keypa tubbak á Kongabrúnni, og at fólk á hvørjum ári keypa sigarir til ólavsøku [...] bygningin, og felagið skal nýta hann til sítt virksemi. 64 ár á Kongabrúnni Tað var Oscar Arge, sum á ólavsøku í 1938 lat upp tubbakshandil á Kongabrúnni. Oscar var farbróðir Thorstein, sum keypti handilin [...] sigur Thorstein Arge, sum hevur rikið handilin seinastu fjúrtan árini. Tá vit støkka inn á gólvið í handlinum hjá honum á Kongabrúnni, eru fólk í ferð við at flyta alla butikkina niðan í hattabúðina hjá Minu