Brasil á fimta sinni

Ronaldo prógvaði í finaluni einaferð fyri allar, at hann aftur telist millum vandamiklastu áleyparnar í heiminum

HM-Fótbóltur

Við sigrinum á Týsklandi í Yokohama í Japan sunnudagin, slerdi Brasil fast, at tjóðin er HM-tjóð nummar eitt. Brasil vann sunnudagin HM fyri fimtu ferð, og tað er meir enn nøkur onnur tjóð hevur megnað.

Hóast Týskland hevði leikliga yvirvág at kalla allan dystin, so vóru brasiliumenn meira avgjørdir frammanfyri málinum. Serliga í fyrra hálvleiki løgdu týskarar stórt trýst á Brasil, men teir høvdu ilt við at spæla seg fram til nakrar heilt stórar málmøguleikar. Størstu møguleikarnir í fyrra hálvleiki fullu Ronaldo í lut, tá hann tvær reisur varð leysur við Oliver Kahn, men hann var ikki nóg neyvur við sínum royndum. Eisini miðvallarin, Kleberson, hevði skot á tvørstongina í fyrra hálvleiki.

Ronaldo avgjørdi
Týskland helt fram við at trýsta Brasil í seinna hálvleiki, men heldur ikki í seinna hálvleiki komu teir fram til teir opnu málmøguleikarnir. Tó, so, hevði Oliver Neuville rakt bóltin, tá hann lá væl fyri inni í brasilska brotsteiginum, hevði dysturin kunna fingið eina aðra gongd. Miðskeiðis í seinna hálvleiki skeyt Ronaldo fyrra mál sítt. Oliver Kahn klárar ikki at halda einum skoti frá Rivaldo, sum støkkur út til ein fríðan Ronaldo, ið ótarnaður kann leggja Brasil á odda. 10 minuttir seinni var Ronaldo aftur uppá spæl, eftir innlegg úr høgru, trakkar Rivaldo uppum bóltin, og Ronaldo skjýtur flatt niðrið í høgru hjá Kahn, og so stóð 2-0 til Brasil. Eftir hetta, tóku Brasil seg longur aftur á vøllin, og royndu verja leiðsluna. Eftir 92.minuttir floytaði Pierluigi Collina av HM av á hesum sinni, og staðfesti, at Brasil er heimsmeistari 2002.

Týskland-Brasil 0-2 (0-0)
0-1 Ronaldo
0-2 Ronaldo