Stig Rossen í Føroyum: - Her kann eg skriva tónleik

Stig Rossen vil ikki seta seg sjalvan í bás við nakrari ávísari tónleikagrein. Hann er sangtulkari burturav. Tað er eisini annað um hann enn bara sangurin. Seinastu tíðina hevur hann ferðast nógv runt við fyrilestrum um at fáa meira burturúr dagligdegnum. Í kvøld skal hann syngja fyri tveimum fullum húsum, og hann er ikki í iva um, at í Føroyum kann hann fáa nógv burturúr

Samrøða


Tað er ferð á frá byrjan. Stig Rossen hevur ferðast allavegin úr Bornholm til Havnar, men hann er framvegis smílandi og stríkur avstað, tá boð eru eftir honum. Við sær til Føroya hevur hann umframt tónleikarar og manager konu sína og fimm mánaðir gamla son teirra. Stig Rossen vil ikki vera sína nýggju familju fyri uttan, og tey eru sostatt komin við til Føroya. Hálvan tíma eftir, at hann er komið til gistingarhúsið, er hann klárur til eina samrøðu, og hann er eitthundrað prosent professionellur.


Vitjanin í Føroyum er í sambandi við Jazz Festivalin, har Stig Rossen í kvøld (mikukvøldið) syngur á tveimum konsertum. Báðar konsertir eru fyri langari tíð síðani útseldar, men danski sangarin hevur áður roynt mangt slíkt. Á vitjan sínari í Føroyum fær hann eisini høvi til at hyggja seg eitt sindur um. Tað skortaði heldur ikki við rósandi orðum til náttúruna hjá ríkisfelagnum, Føroyum, á sínum fyrsta túri higar.


- Tit hava sikkurt hoyrt tað áður, men her er altso ótrúliga vakurt. Eg gjørdist heilt bergtikin longu frá fyrstu løtu. Eg hugsaði beinanvegin: Her kann eg skriva tónleik. Longu nú havi eg eisini fingið okkurt hugskot, meðan vit koyrdu higar, sigur Stig Rossen.

Miserable


At siga frá øllum, sum Stig Rossen hevur gjørt, fyllir hetta blaðið.


Fyrstu ferð, at Stig Rossen rættiliga trein fram á almenna tónleikapallin var í 1988, tá hann luttók í Dansk Melodi Grand Prix við sanginum Vi danser rock og rul. Tað var tó ikki tó nóg mikið til at sláa Hot Eyes við Ka? du se hva? jeg sa, sum slap at umboða donsku litirnar í finaluni.


Í kjalarvørrinum av luttøkini í sangkappingini kom hansarar fyrsta pláta á gøtuna. Kærlighed ? og alt det der gjørdist rættiliga nógv betri umtókt enn fólk flest høvdu væntað, og Stig Rossen byrjaði so smátt at gerast eitt kent navn í Danmark.


Stóra gjøgnumbrotið skuldi vísa seg at koma í Onglandi. Árini 1987-1990 gekk hann á Guildhall School of Music and Drama, har hann fekk sær útbúgving sum sjónleikari. Sanggávurnar hava kortini allatíðina til staðar. Stutt eftir, at hann varð liðugur við skúlan fekk ein møguleikan at royna seg í Les Misérables Nógv kenna óivað Les Misérables sum sangleik, søgu ella film. Les Misérables sum sangleikur er tann næstmest spældi sangleikurin av øllum. <?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


Stig Rossen gjørdist kortini ikki gamal í garði sum kórsangari, tí boð vóru skjótt eftir honum at spæla høvuðsleiklutin sum Jean Valjean í stóru uppsetingini í London.


Við hesum tók yrkisleiðin hjá honum verulig dyk á seg, og hann hevur í dag spælt henda leiklut 1.369 ferðir í sjey ymiskum londum.


Tað er einki at taka feil av, at Stig Rossen serliga er kendur fyri sínari røtur í sangleikunum, men hann hevur eisini gjørt annað. Kortini hevur hann dúgað nógv uppá sínar dagar sum leikari í Les Misérables. Enn fer hann í heilum á pallin við sangum frá Les Misérables og øðrum sangleikum.


Hann hevur ferðast kring heimin sum sangara í nógvum ymsum sambondum og við nógvum ymiskum tónleikarum. Hann hevur givið heili sjey plátur/fløgur út, og tí seinastu, Stories, hevur føroyski Óli Poulsen staðið fyri at framleiða. Óli Poulsen fær eisini rósandi orð frá Stig Rossen, og hann dylur ikki fyri, at hann væl kundi hugsað sær at samstarva enn meira við føroyska framleiðaran. M.a. hava teir báðir tosað saman um eina fløgu við egnum tónleiki hjá Stig Rossen. Mest kendur er Stig Rossen fyri sangir úr sangleikum, sum onnur hava skrivað, men hann hevur eisini gjørt eitt sindur av tónleiki sjálvur, ið kortini ikki hevur verið eins nógv at hoyrt.


Av øðrum stigum á yrkisleiðini hjá Stig Rossen kunnu vit nevna samstarvið við amerikonsku gospel stjørnuna Lillian Boutté, har hann eisini fekk møguleikan at royna seg innanfyri gospel.


Hann hevur annars ferðast nógv runt við ymsum bólkum og hildið konsertir. M.a. við tónleiki eftir Andrew Lloyd Webber. Hann hevur eisini staðið fyri ? saman við øðrum ? at pallseta sangleikin Chess í Danmark. Heili 80.000 danir ognaðu sær atgongumerki til sangleikin.


Næsta uppgávan er ein nýggja fløgu við Radiounderholdningsorkestret.


Showtunes


?Et brag af en koncert.


Soleiðis svarar Stig Rossen, tá vit spyrja hann eftir, hvat vit kunnu vænta av hansara framførslum í kvøld.


?Eg fari at royna at spæla nakrar av teimum sangunum, sum eg eri mest kendur fyri. Tað verður nógvir sangir úr sangleikum sum Les Misérables og Chess, men eisini annað í pop-greinini. So tað verður ein góður blandingur, sigur Stig Rossen.


Orsakað av onkrari misskiljing, so hevur hann fyrireikað eina framførslu upp á ein tíma, men hann fer at vita eftir, um teir ikki kunnu toyggja seg einar tjúgu minuttir longur. Við sær til Føroya hevur seks tónleikarar, sum allir eru royndir og dugnaligir tónleikarar, og teir hava eisini royndir at spæla við tílík høvi.


Stig Rossen hevur gjørt sær nakrar royndir við gospel, men hann er mest kendur fyri pop og sangleikir. Sjálvur dámar honum einki at hefta seg at nakrar serligari tónleikagrein.


?Tónleikagreinir (sjangrur) eru nakað, ið fólk royna at seta seg sjálvan í bás við við. Eg vil syngja øll sløg av tónleiki, og eg leggi líka í sjangrur, sigur Stig Rossen.


Við sínum royndum kring allan knøttin hevur Stig Rossen eisini varnast, at tónleikurin verður upplivaður líka av øllum kring heimin.


?Eitt nú søgan í Les Misérables; hon er ógvulig kensluborin og rørandi, og hetta fanga fólk. Eg tendri upp á tekstin. Tað er eisini tað, eg eri: sangtulkari, sigur Stig Rossen.


Við sínum tónleiki roynir Stig Rossen eisini at røkka til eina breiða fjøld. Sjálvur hevur hann eisini fingið íblástur nógvastaðni frá. Fyri góðum ári síðani helt hann eisini nakrar konsertir, har hann heilsaði nøkrum av sínum fyrimyndum. Fyrimyndirnar eru nøvn sum Nat King Cole, Frank Sinatra, Tom Jones, Eric Clapton, Elvis Presley og Stevie Wonder

"Ungå automatpiloten"



Fyriuttan síni evni sum sangari, ið eru sum úr øðrum heimi, hevur hann eisini annað at bjóða uppá. Aftanfyri Stig Rossen býr ein lívsáskoðan og ein egin heimspeki. Áskoðanin og heimspekin er so mikið útviklað, at hann seinasta árið hevur ferðast runt í Danmark ikki fyri at syngja ? fyri at halda fyrilestrar.


Fyrilesturin hevur hina rámandi yvirskriftina Undgå automatpiloten. Hendan fyrilestur hava høgir sum lágir danir í hópatali lýtt á.


Hugskotið til fyrilestrarnar stavar frá einari hending í 1996 í Hong Kong. Stig spældi fyri fimmtu ferð sama vikuskiftið Jean Valjean í Les Misérables. Eina løtu, hann vendi ryggin til viðleikararnar og áskoðarnar, lat hann líka eyguni afur, og endin gjørdist, at hann sovnaði og vaknaði aftur, tá tað var púra stilt á pallinum, og øll bíðaðu eftir honum, men sjálvur hevði hann ikki hóming av, hvat nú skuldi henda.


Eftir at hava sæð filmin Ground Hog Day gjørdist hann greiður yvir, at hann latið automatpiloten ráða alt ov leingi.


?Eg gjørdist varhugur við, at eg hevði gjørt tað sama umaftur og umaftur í longri tíð, og eg var í roynd og veru sovnaður, sigur Stig Rossen.


Hetta varð so startskotið til eina fyrilestrarøð og lívsáskoðan. Hann hevur eisini fingið í boðið at geva tankarnar út í bók.


?Eg royni at hugsa positivt og at fáa meira úr hvørjari løtu. Lívið verður stutt, um tú svevur tað burtur. Heldur eiga vit at taka ímóti hvørjum degi. Kann eg so fáa onnur at hugsa meira positivt, so er tað óført, sigur Stig Rossen.


Hóast honum ikki dámar ikki at planleggja ov nógv og setar sær mál, ið skulu røkkast, so er hansara ætlan heldur ikki ein av teimum minnu.


?Eg vil broyta heimin. Eg veit, at tað ljóðar yvirdrivið, men eg vil so gera tað, eg kann, sigur Stig Rossen, sum leggur stóran at vera erligur og positivur blandað saman við trúnna á Gud.


Í framtíðini kundi Stig Rossen væl hugsað sær at tikið eitt ár frí til at skriva sína bók og tónleik.


?Hvør veit ?kanska tað kundi verið í Føroyum, sigur Stig Rossen, ið einir áttahundrað føroyingar sleppa at njóta mikukvøldið í Norðurlandahúsinum.

______________________________________________________________________________
citat: ?Tónleikagreinir (sjangrur) eru nakað, ið fólk royna at seta seg sjálvan í bás við. Eg vil syngja øll sløg av tónleiki, og eg leggi líka í sjangrur, sigur Stig Rossen.