Klaksvík í sorg

Ragnhild Ellingsgaard

Hósdagin klokkan 13.30 stóð tíðin í Klaksvík still, meðan býurin var íklæddur tann tyngsta sorgarkappan.
Inni í Christianskirkjuni sótu øll tey, ið ynsktu at fylgja 21 ára gamla Høgna á Steig til hansara seinasta hvíldarstað her á foldum.
Hesin ungi drongur lat lív sítt í eini syndarligari ferðsluvanlukku í heimstaðnum seinasta vikuskiftið. Ein vanlukka, sum fyri tey flestu tykist óskiljandi og púra meiningsleys.
Eftir Høgna sita foreldur, systkin, genta, dóttir og eitt ótal av vinum. Fyri tey má hesin syrgiligi tilburður sýnast uttan enda, og tungt er at koma ígjøgnum saknin og sorgina, sum fer at vísa seg komandi tíðina.
Høgni hevði nógvar vinir, og var ein sera avhildin drongur. Hetta sást eisini aftur á mongdini, sum ynskti at sýna honum hendan síðsta heiður.
Hóast kirkjan er stór og rúmlig, so var trongligt inni hesa løtuna. Høgni á Steig var ein lívsglaður drongur, og mundu flest allir klaksvíkingar kenna hendan smílandi unglinga av navni. Av tí sama er torført at skilja, at vit ikki longur koma at síggja Høgna koma gangandi eftir gøtunum í Klaksvík.
Meginparturin av fólkinum í kirkjuni vóru ung fólk í besta blóma. Ung fólk, hvørs lív júst veruliga er byrjað. Eingin dugir at síggja nakað endamál, og eingin skilir, hvussu eitt lív kann slókna so brátt.
Tó sær ein hendan dagin, at lívið bert er til láns í eina stutta stund, og at vit kenna ikki dagin í morgin.
Prestur helt eina sera góða talu, har hann millum annað eisini kom inn á, hvørja gleði, Høgni hevur veitt sínum nærmastu ta stuttu tíðina, hann fekk her á fold.
Hetta var sami prestur, sum bæði hevur doypt og fermt Høgna í somu kirkju. Og nú eisini fylgt honum til hansara síðsta hvíldarstað.
Spurningarnir eru nógvir, men svarið kennir eingin. Vit vita ikki, hví tað hesu ferð skuldi gerast júst Høgni, sum varð tikin frá hansara nærmastu. Vit kenna og skilja heldur ikki teirra sorg, men drýpa okkar høvur í djúpastu samkenslu.
Eisini lata vit tankar okkara leita til hinar báðar unglingarnar, sum vóru í sama bili sum Høgni, tá vanlukkan hendi. Vónandi finna teir styrki til at koma ígjøgnum hesa sváru tíð.
Mátti hendan syrgiliga vanlukka lært okkum onnur at virðismeta tað lív, ið vit hava.
Við hesum ynskir Sosialurin at lýsa frið yvir minnið um Høgna á Steig, hvørs lív endaði alt ov brátt.
Mátti Harrin styrkt øll tey avvarðandi í hesum og komandi tungu tíðum

Við djúpastu samkenslu
Sosialurin

Góða mamma, alt eg gloymi
alt tað, sum eg sá í dag
hagar hvítir einglar flúgva
til ein fagran, fríðan stað.

Har man Jesuspápi búgva
vakrar blómur vaksa har
langt, langt burtur eg meg droymi
flúgva einaferð við mær.