Anton frá Robinson Ekspeditionen 2000: Danir kunnu læra av føroyingum

- At fara svangur í song í 40 dagar út í eitt kann ikki samanberast við nakað. Hetta, saman við hinum royndunum á oynni, gevur eitt heilt serligt samanhald millum allar luttakarnar. Eingin annar skilur hetta, tí eingin kann seta seg inn í okkara støðu. Hetta sigur Anton, sum var við í Robinson Ekspeditiónini í ár 2000. Hann er í hesum døgum í Føroyum og vitjar familju hjá unnustu síni

Føroyavitjan
Ragnhild Ellingsgaard

Hann hevur júst keypt ein bóndagarð saman við foreldrunum og systur síni. Hann kallar seg ?en rigtig bonderøv?, og kann ikki liva uttan náttúruna. Hann hevur ongantíð búð longur enn 50 m burtur frá eini skóg, og hann er veiðumaður um ein háls.
Í løtuni eru skógirnar tó býttar um við føroysku fjøllini. Skjótt 40 ára gamli Anton frá Robinson Ekspeditiónini 2000 er í hesum døgum staddur í Føroyum, har hann vitjar familju hjá unnustu síni, sum hevur føroyskan pápa.

?Øll kenna meg?
Hóast tvey ár eru liðin, síðani Anton luttók í Robinson-dystinum, sum TV3 stílar fyri, so hava fólk ikki gloymt hann.
Í Danmark verður hann í heilum boðin við til móttøkur av ymsum slag, saman við ?de kendte?, sum hann sjálvur málber seg.
Men eisini í Føroyum verður hann steðgaður av fólki, sum hava fylgt honum í sendingunum.
- Longu umborð á Norrønu á veg til Føroyar varð eg steðgaður av fólki, sum kendu meg aftur, greiðir Anton frá.
Eisini tollarin helt seg kenna danan, tá hann kom á land í Føroyum.
- Hann bleiv við at spyrja, um vit ikki kendust frá fyrr av. Eg segði so, at hetta var fyrstu ferð, at eg vitjaði í Føroyum, so vit høvdu neyvan sæð hvønn annan fyrr. Hesum vildi hann tó ikki trúgva, og eg mátti fortelja honum, at eg hevði verið við í Robinson í 2000. Tástani fall fimmoyrað hjá manninum, sigur Anton.
Anton hevur, saman við verfamiljuni, verið á eini rundferð í Føroyum, har tey hava vitjað fleiri støð. Anton hevur sjálvur bil við á ferðini, og hetta ger alt munandi lættari, heldur hann.
- Vit hava koyrt eini 1000 km., so vit hava sæð eitt sindur av hvørjum, greiðir hann frá.
Á hvørjum staði hava fólk steðgað Antoni, tí tey kenna hann aftur. Onkur veittrar til hansara, meðan bilar í hópatali floyta eftir honum, tá hann er til gongu.
Serliga ein hending hevur bitið seg fasta í minnið hjá Anton. Umborð á Dúgvuni á veg til Leirvíkar hitti hann ein tánnaring. Hetta var ein ungur drongur, sum var føddur í Klaksvík, men búði í Havn.
- Hann kom til mín og spurdi, um eg ikki var Anton frá Robinson. Eg játtaði og spurdi, hvør hann var og hvat hann gjørdi. Hann greiddi mær frá, at hann gekk í skúla, men hevði ein dreym um at læra til kokk. Hóast hann var so ungur, so hevði hann heilt klárar ætlanir við framtíðini, og tað yvirraskaði meg. Vit tosaðu saman allan túrin, og áðrenn eg visti av, vóru vit á Leirvíks-kei, og eg mátti siga farvæl við dreingin. Eg bað hann fylgja sínum dreymum, tí so kann einki ganga galið, greiðir Anton frá og leggur afturat, at hann nokk altíð fer at minnast hendan unglinga.
Hóast vit føroyingar halda, at vit fylgja væl við í tí, sum fer fram uttanlanda, so er Anton bilsin yvir, at føroyingar eisini kenna til Robinson.
- At koma til Føroyar er júst, sum tað var í Danmark, tá eg kom aftur av Robinson. Øll kenna meg, og eg komi í kontakt við nógv ymisk fólk, sum hava fylgt sendingunum. Hetta hevði eg als ikki væntað, sigur hann.

Læra av føroyingum
Anton er ein fryntiligur maður og tosar nógv. Mest tosar hann um, hvussu vakrar Føroyar eru, og hvussu væl honum dámar føroyingar.
- Vanligt er, at danir royna at hyggja suðureftir fyri at læra av familjusamanhaldinum hjá suðurlendingum. Men í Føroyum er samanhaldið fimm ferðir betri enn í suðurlondinum, so vit skuldu nógv heldur hugt hendanvegin, heldur hann.
Anton skal sjálvur flyta á ein bóndagarð saman við foreldrunum, systrini og unnustu síni. Orsøkina til hetta sigur hann vera, at foreldrini eru gomul, og hann ynskir at taka sær av teimum og vera um tey.
Sjálvur eigur Anton ein tvey ára gamlan son við fyrrverandi konuni, og í septembur mánaða verður hann væntandi pápi at eini gentu, sum núverandi unnustan ber undir belti.
- At verða pápi er uttan iva tað størsta, eg nakrantíð havi roynt. Og eg gleði meg vilt, til gentan hjá okkum kemur í heimin, sigur hann.
Hann heldur eisini, at ferðin í Føroyum hevur víst honum, hvussu ein røtt familja eigur at vera.
- Øll í Føroyum standa hvør øðrum so nær, og familjurnar hava eitt veruligt samanhald. Soleiðis skuldi tað eisini verið í Danmark, sigur hann hugsunarsamur.

Ein annar heimur
Vit sleppa ikki uttan um Robinson Ekspeditiónunum, tá vit tosa við Anton. Í løtuni er ein røð av nýggjum sendingum farin í gongd, har nøkur útvald frá teim fyrru ekspeditiónunum eru við í kappingini.
Sjálvur er Anton keddur av, at hann ikki var við í teim útvaldu, sum sluppu at royna seg enn einaferð.
- Men eg var opninbart ikki góður nokk, so tað gerst ikki við, sigur hann skemtandi.
Hann greiðir eisini frá, at Robinson Ekspeditiónin er ein heilt annar heimur at trína inn í.
- Vit fóru svong í song hvørt einasta kvøld, og saman við hinum royndunum gjørdi hetta uppihaldið til nakað heilt serligt. Tað ber als ikki til at forklára, hvussu tað var á oynni. Eingin, sum ikki hevur roynt tað, kann skilja hetta, sigur hann.
Tilsamans 64 danir og ein føroyingur hava staðið sína roynd í Robinson-sendingunum. Hjá onkrum hevur eydnast betur enn hja øðrum, men Anton dylur ikki fyri, at hann hevði farið avstað aftur, um hann fekk tilboðið.
Anton greiðir frá, at hann hevur fingið nøkur heilt góð vinfólk millum luttakararnar, og tey plaga við jøvnum millumbili at hittast.
- Samanhaldið úti á oynni heldur enn í dag, og vit eru líkasum ein serlig klika, sigur hann.
Sjálvur kennur Anton ikki úrslitið av teim sendingunum, sum verða framleiddar í løtuni. Men hann heldur seg tó hava eina hóming av, hvør møguliga fer avstað við sigrinum hesuferð.
- Eg kann tó ikki siga nakað meir, enn at Hassan er ótrúliga sterkur og fer hann óivað at standa seg væl í kappingunum, sigur hann við einum smíli.
Hóast Føroyar ikki minna nakað um Robinson-oynna, so er eingin ivi í huganum hjá Antoni: Hetta er ikki seinastu ferð, at hann vitjar her á klettunum.
- Eg eri bara keddur av, at eg nústani havi tikið meg saman við at vitja Føroyar. Men tað má eg so bara gera gott aftur, við at koma aftur á vitjan skjótast gjørligt, sigur Anton frá Robinson Ekspeditiónini ár 2000 á veg út um hurðina.