Vagnur Michelsen, hjálparmaður hjá Havnar Róðrafelag: Einki er sum kappróðurin

- Kappróðurin kann als ikki samanberast við nakra aðra ítrótt. Kappróðrafólkini sjálvi eru av heilt serligum slag, og kappróðurin fyllir allan heimin hjá teimum. Hetta heldur Vagnur Michelsen, sum tey seinastu árini hevur verið eitt av føstu hjálparfólkunum hjá Havnar Róðrafelag

Kappróður
Ragnhild Ellingsgaard

Um tú hevur til fragd at líta oman á vágna, tá Havnar Róðrafelag sendir fólk síni út á eina styrkisroynd móti sjónum, so hevur tú óiva lagt til merkis ein annan bát, sum ikki líkist kappróðrabátunum. Hetta er báturin hjá Vagni Michelsen. Hesin bátur er, saman við teim ymsu kappróðrabátunum, úti hvørt kvøld um vikuna. Við róðrið situr antin Vagnur sjálvur, ella sonur hansara, Hanus Joensen.
Teirra lutur í kappróðraarbeiðinum hevur einki heiti, men hann er tó stórur. Teir sigla undir liðini á kappróðrabátunum, og hjálpa til á ymsan hátt. Til tíðir kappast teir við manningina umborð, soleiðis at manningin fær gjørt sítt ítarsta fyri at náa best møguligu tíðini. Aðrar tíðir taka teir málið, men mest umráðandi er uttan iva stuðulin, ið teir veita fólkunum umborð.

Einstáttað kappróðrafólk
Vagnur Michelsen hevur í fleiri ár verið eitt av føstu hjálparfólkunum hjá Havnar Rórðafelag. Hetta kappingarárið hevur leikluturin hjá honum tó verið av størra slagnum, tá hann er úti saman við manningunum fleiri ferðir um vikuna.
Sjálvur róð hann eisini kapp á sínum yngru árum. Hesi farnu árini innan kappróðraheimin hava eisini givið honum eitt gott innlít í, hvussu heimurin veruliga er skrúvaður saman
- Kappróðurin kann als ikki samanberast við nakra aðra ítrótt, heldur Vagnur.
Kappingarárið er tað stysta innan føroyska ítróttarheimin, og tí gerst venjingin meir intensiv. Kappróðrafólkini eru eisini kend fyri at taka ítróttina í størsta álvara, og samanhaldið millum fólkini sigst at vera av tí allarbesta.
- Í veruleikanum eru kappróðrafólk ótrúliga einstáttað. Tá kappingarárið er byrjað, so fyllir kappróðurin allan heimin hjá teimum. Tey hava ikki tíð til nakað annað enn kappróður, og tað verður ikki tosað um annað enn venjing, áralag og úrslit. Tey eru púra bitin av hesum krevjandi ítrótti. Av tí sama gerst samanhaldið millum tey eisini so sterkt; eingin annar skilur jú nakað av tí, sum tey tosa um, sigur Vagnur.
Sjálvur hevur Vagnur størstan áhuga í tí taktiska og sálarliga í sambandi við kappróðurin.
Hann heldur, at tann sálarligi luturin hevur nógv størri týdning, enn summi vilja vera við.
- Tað ræður um at ?toppa? rætt, og at vera væl fyri. Hetta krevur, at tú fyrireikar teg rætt áðrenn stevnuna, og at tú eisini dugir at lata kroppin hvíla á ein rættan hátt, heldur Vagnur.
Eisini samanhaldið umborð hevur nógva ávirkan á úrslitið, sum manningin í seinasta enda fær. Hvør einstakur rógvari hoyrir til eina ávísa manning, og eingin annar kann koma í hansara stað. Manningin er bundin hvør av øðrum, og tí hevur hvør einstakur rógvari eina stóra ábyrgd liggjandi í herðum sínum.
- Tú kanst ikki loya tær at verða sjúkur, ella ikki møta upp til venjingina. Tá ávirkar tú alla manningina, og hetta ávirkar eisini úrslitini í síðsta enda. Tí skal ein veruliga brenna fyri kappróðrinum, um ein ynskir at verða við. Tað er 100% allan vegin ígjøgnum, sigur Vagnur.
Harafturat heldur Vagnur eisini, at kappróðurin hevur nakað dult yvir sær, og hetta ger alt enn meir spennandi. Hann samanber taktikkin hjá hvørji einstakari manning við eina uppskrift.
- Tú letur jú ikki einum og hvørjum tína bestu uppskrift, og soleiðis er eisini hjá bátsmanningunum. Tá tey fyrst hava funnið rætta áralagið og rætta taktikkin, so halda tey fast uppá hetta. Eingin annar skal stjala hetta frá teimum, greiðir Vagnur frá.

Eingin favorittur
Nú er Ólavssøkan endiliga komin, og við henni eisini endaspurturin á kappróðrinum fyri hesuferð. Sjálvandi fer Vagnur at fylgja við seinasta umfarinum á hesum sinni, og sum vera man er hann sera spentur. Ella sum hann sigur:
- Tey seinastu árini hevur kappróðurin verið mítt eitt og alt á Ólavssøku. Fyrr plagdi eg veruliga at halda Ólavssøkuna, men tað geri eg mestsum ikki longur. Nú er tað bara kappróðurin.
Hann heldur tó ikki, at talan longu nú er um nakran veruligan favoritt í seinasta róðrinum.
- Um vit hyggja eftir 10-mannaførunum, so var Havnarbáturin klárt ein favorittur seinasta ár. Men í ár eru Havnarbáturin, Eysturoyingurin og Vestmenningurin á rættiliga jøvnum støði, meðan Klaksvíkingurin enn hevur ein møguleika fyri at blanda seg uppí, heldur Vagnur.
Hann dylir tó ikki fyri, at lívið uttan iva verður eitt sindur tómligari, nú kappróðurin gevst á hesum sinni.
- Serliga hjá kappróðrafólkunum uppstendur eitt stórt tómrúm eftir kappingarárið. Tey nýta jú alla sína tíð einans til hetta endamálið, og bradliga er alt liðugt. Hetta merkist sjálvandi eisini hjá mær, sigur Vagnur.

Partur av lívinum
Vagnur Michelsen er annars ikki kendur frá kappróðrinum. Heldur kenna vit hann sum handbóltsspælara hjá Neistanum, har hann leikti í eini 15 ár. Men kappróðurin hevur altíð havt eina dragandi megi á Vagn.
Longu sum lítil smádrongur helt hann stóran part av tíðini til í neystunum hjá Havnar Róðrafelag, og umhvørvið har um leiðir gjørdist sostatt eisini ein náttúrligur partur av lívi hansara.
- Longu sum 13 ára gamal gjørdist eg stýrimaður umborð á Sílinum, og seinni eisini i á øðrum bátum, greiðir Vagnur frá.
Men sum hann vaks til, kom handbólturin at fylla eitt sindur í hugaheimi hansara. Hann var millum teir fyrstu, sum leiktu handbólt innandura, eftir at ítróttin áðrenn hetta varð leikt úti. Hann var eisini við, tá ítróttarhallirnar kring landið vórðu bygdar.
- Hetta var sjálvandi ein spennandi tíð fyri okkum, sum spældu handbólt tá, minnist Vagnur aftur.
Men hóast handbólturin nú fór avstað við mestu tíðini hjá honum, so minkaði áhugin fyri kappróðrinum ongantíð. Í fleiri ár hevur Vagnur verið ein av føstu hjálparfólkunum hjá felagnum í Havn, men í ár hevur hann havt meir at gera enn nakrantíð áður.
- Nú sigli eg úti við fleiri av bátsmanningunum, og sum tíðin gongur gerst ein eisini góður við manningarnar. Eg kenni eina ábyrgd fyri teimum, umframt at eg ynski teimum eitt gott úrslit, greiðir Vagnur frá og sipar hervið til, at baklandið hjá rógvarunum má vera í lagi. Annars er nærum ómøguligt at uppnáa eitt gott úrslit við venjingini.
- Tey hava brúk fyri stuðli, og á henda hátt kann eg veita teimum hann, sigur Vagnur.