Tað trongist hjá Toda

Eftir at FCK fríggjakvøldið knýtti fyrrverandi svenskan landsliðsspælara afturat sær, er tað rættuliga trongligt í FCK álopinum

ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen

Komandi vikuskifti verður farið undir eitt nýtt kappingarár í donsku superliguni. Millum føroyingar er stóri spurningurin, um nakar føroyingur verður við í fyrsta umfarinum.
Todi Jónsson er framvegis einasti føroyingurin í superligu felag. Eingin ivi er um, at hann er kvalifiseraður til pláss í bestu donsku deildini. Trupulleikin er, at hann aftur hesa ferð hevur verið darvaður í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið. Alla síðstu viku helt ein liðbandsskaði í fótliðnum honum frá FCK liðnum.
Í gjár skuldi Todi roynast. Um royndin eydnaðist væl, so skuldi Todi í dag venja saman við liðfeløgunum. Í síðstu viku hevur hann ? sum so mangan áður ? verið noyddur at venja einsamallur á súkklu og í renning. Tískil bilar venjingarstøðuni ikki so nógv, men tað er greitt, at tað gongur út yvir bóltførleikan, tá tað ikki ber til at venja saman við liðfeløgunum.
Skaðin var orsøkin til, at Todi Jónsson ikki var við, tá FCK leygardagin vann 3?1 í Parkini ímóti belgiska Club Brügge. Zuma var rættuliga í hopla. Hann stútaði úr meiri enn sekstan metrum til 1?0, og hann legði upp til málið, sum Peter Møller skoraði til 3?0. Í tí førinum eyðmýkti suðurafrikanski snillingurin persónliga mótstøðumannin, so tað stóð eftir í.

Nýggi kappingarneytin
Seinnapartin fríggjadagin boðaði FCK frá, at teir nú hava skrivað sáttmála við tann álopsspælaran, sum teir síðstu tíðina hava sagt, at teir hava droymt um at fingið í felagið. Harvið hevur venjarin, Hans Backe, fingið tað soleiðis, sum hann vildi, tá hann kom til FCK. Tá segði hann, at tað fór at verða neyðugt at styrkja allar tríggjar keturnar, og tað hava teir nú gjørt.
Nýggi maðurin er Jörgen Pettersson, sum hevur skrivað undir trý ára samstarvsavtalu við FCK. Talan er um kent navn í svenskum fótbólti. Hann hevur spælt 27 landsdystir, og hann hevur skorað sjey landsliðsmál. Frá 1993 og til 1995 spældi hann í Malmö FF. Danskir fjølmiðlar siga seg vita, at Malmö FF ætlaði sær álopsmannin, nú hann aftur vendi nøsini ímóti Skandinavia, men teir í FCK dugdu betri.
Síðani 1995 hevur Jörgen Pettersson spælt fótbólt í Týskalandi. Fýra tey fyrstu árini var hann í Borrussia Mönchengladbach, og síðani í 1999 hevur hann verið í Kaiserlautern. Nýggi maðurin var millum áskoðararnar í Parkini leygardagin, og so fæst at síggja, um hann megnar at treingja Toda Jónsson út á beinkin ella kanska út í miðvallarplássið í vinstra borði. Donsku miðlarnir halda, at Zuma við avrikinum leygardagin rudduliga staðfesti, at hann eigur fyrsta álopsplássið í FCK.
Niels?Christian Holmstrøm, ítróttarstjórin í FCK, sigur, at við nýggja álopsmanninum, sum hann metir at vera komplettan spælara, er hópurin munandi styrktur.
Venjarin, Hans Backe, sigur, at nýggi spælarin hevur góðan bóltførleika, at hann er skjótur, og at hann er, sum hann málber seg, en naturlig målscorer. Og so heldur venjarin, at tað hevur altstóran týdning, at hann hevur nógvar altjóða royndir.
Tað, sum fellur í eyguni, er vendingin en naturlig målscorer. Todi Jónsson hevur ofta sagt, at krøvini til álopsspælara eru, at hann støðugt skorar mál. Føroyski spælarin, sum krevur nógv av sær sjálvum, hevur ikki verið nøgdur við, at hann ikki hevur skorað nóg støðugt.
Spurningurin er so, um FCK hevur ætlanir um at sleppa sær av við onkrar álopsspælarar. Tá tað varð almannakunngjørt, at FCK hevði keypt nýggja spælaran, helt venjarin fyri, at hann vónaði, at Todi fór skjótt at verða tøkur aftur. Todi verður heilt víst roknaður frammanfyri aðrar álopsspælarar, sum fáa løn í FCK. Tað er einki at undrast á, um eitt nú Pascal Simpson og Peter Møller kenna, at møguleikin hjá teimum at sleppa framat er nógv minkaður, nú felagið hevur keypt ein svenskan álopsspælara úr týsku bundesliguni.

Eisini nýggjan stjóra
FCK tykist gera nógv fyri, at teir støðugt skulu vera á forsíðunum í bløðunum og í yvirskriftunum í útvarpi og sjónvarpi. Fríggjadagin boðaðu teir eisini frá, at Flemming Østergaard, sum hevur verið nevndur Mr. FCK, ikki longur er stjóri í felagnum, sum rekur fótbóltsliðið, og sum eisini hevur raksturin av Parkini um hendi.
Nýggjur stjóri er Jørgen Glistrup. Tað er sonur kenda politikaran Mogens Glistrup. Hesin Jørgen var fyri góðari viku síðani á frítíðarferð í Føroyum saman við familjuni.
Flemming Østergaard verður nú nevndarformaður í FCK. Hann hevur sagt, at hann fer ikki at verða minni sjónligur, enn hann hevur verið. Í donsku miðlunum verður sagt, at tey sum kenna mannin, ivast ikki í, at tað er rætt, sum hann sigur. Hann sigst hava trongd til at vera har, sum tað gongur fyri seg.