Fáur kann sum formaðurin í amerikanska tjóðbankanum ávirka hugsanir og metingar hjá fólki, ið hava samband við fíggjarheimin.
Tí sótu búskaparfrøðingar, bankafólk, íleggjarar og onnur við stórum spenningi og lurtaðu, tá Alan Greenspan helt røðu í amerikansku kongressini týsdagin. Aftan á røðuna var semja um, at innihaldið í røðuni boðaði frá góðum, bæði hvat viðvíkir amerikanska búskapinum og tí evropeiska.
Búskaparfrøðingar heftu seg serliga við tað, sum Greenspan segði um ameri-kansku rentuna. Í røðuni segði hann, at rentan nú er komin í sína lægstu legu, og at næstu ferð, rentan verður broytt, fer hon uppeftir. Hinvegin er greitt, at tað verður neyvan her og nú.
Evropeiskir búskapar-frøðingar siga, at nú Alan Greenspan hevur boðað frá, at amerikanska rentan ikki fer longur niður, fer tað uttan iva at hava við sær, at teir evropeisku tjóðbankarnir fara at varðveita verandi rentu.
Víst verður á, at evran er styrknað samanborið við amerikanska dollararan í seinastuni, og tað ger, at trýstið á rentuna í Evropa minkar. Tí er lítil og eingin vandi fyri, at rentan í Evropa hækkar.
Tær nógvu fíggjargølurnar og tey vánaligu úrslitini hjá nógvum stórum amerikanskum fyritøkum hava ørkymlað allan fíggjarheimin seinastu mánaðarnar, men sambært Alan Grenenspan fer vend at koma í amerikanska búskapin í næstum.