umboðum á fólkatingi, sum bara dyrka klandurið og ónøgdina. Vit hava brúk fyri fólkum, sum kunnu lyfta seg upp á eitt hægri støði og á konstruktivan hátt vilja fremja nøkur positiv ting, sum kunnu gagna við [...] kanska meira í tráð við ta sambandsbylgju, sum tók seg upp um tað mundið. EFTIR okkara tykki hava vit føroyingar brúk fyri at fáa persónar valdar á fólkating, sum í størri mun virka fyri Føroyum enn fyri [...] skiftir út við nýtt og frískt blóð. Við fólk, sum síggja frameftir heldur enn bara at tosa um fortíðarinnar syndir og langa út í allar ættir. Við fólk, sum megna at samskifta við nærum allar síður av f
meira. Bara at lata standa til og eini gera er tað sama sum heilt at punktera hesa lívæðr og harvið skunda undir avtoftingina frá øllum plássum, sum liggja uttan fyri høvuðsstaðnum og teimum heilt stóru [...] týðandi meginlívæðr, samferðslunakervið sum so. NÚ er tað fyrst og fremst Sandoyarsiglingin, sum hevur verið umrødd. Tróndur lýkur ikki krøvini til flutning og er neyðugt við nýggjum skipi. Men í veruleikanum [...] langt sum at skifta út alla meginlívæðrina, tí hon er niðurslitin. Og lat okkum gera bæði landsstýrismanninum og øllum landsstýrinum tað fullkomiliga greitt: Strandferðslan og øll samferðslan sum heild
vanvirðing sum Poul Nyrup vísti føroyingum á sinni við ikki at taka ímóti eini innbjóðing, og at síggja sama Nyrup nú ongar sum helst viðmerkingar hava til útviklingin í bankamálinum taka vit bert sum eitt dømi [...] um, sum bráddliga setti prísin á føroyskum sethúsum niður í botn og sum avhøvdaði Fossbankan, uttan eina nóg haldbara orsøk, sýnist at vísa, at tað í danska embætismannaverkinum finnast fólk, sum av sínum [...] NÚ hendi tað so aftur nýggir upplýsingar eru komnir fram í bankamálinum, sum seta ljóskastaran á ikki bert danskar embætismenn men so sanniliga eisini føroyskar politikarar og embætismenn. SAMBÆRT
í at vera stuðlar hjá eini stjórn, sum er so rúkandi ósamd og sum so sjáldan tekur teir við uppá mál! Spurningurin er so, um tað er ábyrdarleyst og meiningsleyst, sum lømgaður málber seg, at lata Framt [...] somu andstøðu til viks, tá henda hevur brúk fyri, at løgmaður livir upp til sama demokratiska anda í somu lóg. TAÐ kundi sæð út sum um vit fáa eina styrkiroynd í tinginum og í Tinganesi, nú løgmaður er farin [...] stórliga í, um tingmenn tora at taka slíkt stig, hóast tað er hetta, sum ikki minst fleiri fólkafloksmenn innast inni ynskja. Men sum ríkisumboðið segði við statsminstaran: fólkafloksmenninir gera alt fyri
Dam og Jógvan Sundstein nokta kortini hesum. Spurningurin í dag er kortini: Hvat nú? Hvat er nú at gera? Skulu vit bara halda fram á sama hátt sum higartil, eins og Edmund Joensen sigur? Skulu vit slíta frá [...] hesum kanningarúrslitinum hava fingið uppreisn. Vit kunnu tað sama viðganga, at vit ikki hildu, at okkara politikrara sluppu so snikkaleysir, sum teir sluppu, burtursæð frá, at kanningin staðfestir, at Atli [...] na, so at hon gevur føroyingum meira sjálvstýri. Tað er púra greitt, at vit kunnu ikki halda fram sum higartil. Fyrst og fremst eiga føroysku politikararnir nú at seta seg saman, og í semju fara undir
er óverdugt fyri tvey menta fólk, iðhava samstarvað í so langa tíð. RÍKISFELAGSSKAPURIN sum vit kenna hann í dag byggir á samstarv, har arbeiðsbýtið er sambært heimastýrislógina. Lógin er leyst orðað og [...] vil. HETTA átti ikki minst at havt danskan áhuga, tí í dag er støðan so sjúklig, at sjálvt ríkistrúgvir føroyingar síggja hin grábeinta í øllum, sum tosa danskt mál, fyri ikki at tosa um fyritøkur, ið bera [...] Fíggingargrunnin, yvir í landskassan og nú meginpartin av kreditforeiningslánunum umvegis Framtaksgrunnin sama veg. HETTA eru óverdugar loysnir ímillum tveir partar, ið eru á líka fóti mentunarliga innan norðurlendskt
okkara landsmonnum í fremmandum londum og á skipaflotanum somu møguleikar sum borgarin heima hevur at lesa eina avís sama dag, sum hon kemur út. Vit vita væl, at útvarpið ber tíðindi til hesar somu bólkar [...] heimurin vorðin sum ein bygd. Tað er skjótari at senda ein e-mail til Singapore enn eitt telefax til Gásadals. Heimurin er vorðin ein KT marknaður og kunningin stendur opin fyri øllum, sum hava førleika [...] hava fingið eitt av vónandi nógvum amboðum at taka ímóti teimum ómetaliga mongu og stóru avbjóðingum, sum nýggja ártúsundin ber í fangi.
leið síni við honum sum skipara. ORÐ sum óútrokniligur og undirgravar okkara samráðingarstøðu eru so ógvuslig, at vit eru noydd til at steðga á og spyrja, hvat tað er fyri ein maður, sum hevur stýrt Føroyum [...] mest kvalifiseraðu ráðgevum og kreftum. Er tað nakað, sum ikki hóvar honum, verður lok lagt á málið. Við tí fylgju, at øll tey fólkini, sum í dag arbeiða við teimum ymsu oljumálunum tað veri seg við eini [...] førinum bara metast sum nakað gott. Tá hava vit møguleika at fáa annan persón, sum umframt at hava greiðar politiskar meiningar eisini brúkar teir bestu ráðgevararnar og letur fólkini, sum eru sett til tær
flokk fyri fult, sum á sínum landsfundi erklerar seg sum sjálvstýrisflokk - fyri síðani at lata sín fremsta talsmann sama dag sum val er útskrivað at hava sín fremsta aðalmál samstarv við sama sambandsflokk [...] fólkaflokkurin ein sambandskur flokkur soleiðis sum Óli Breckmann hevur gjørt og vil gera hann til, ella er ein hann ein sjálvstýrissinnaður flokkur, soleiðis sum mong fólkafloksfólk helst vilja síggja sín [...] hildið saman í hesi turbulentu ár. Men at oddamaður floksins omaná hetta fríggjar til sambandið sama dagin sum val er útskrivað man hava fallið mongum sjálvstýrissinnaðum fólkafloksmanni fyri brósti. Nú mugu
eistin. Tað er ikki av tilvild, at valið er útskrivað at vera sama dag, sum fyrningarfreistin í bankamálinum gongur út. Við hesum trumfinum í hondini kann løgmaður sannføra sín vilsta sambandsskara um [...] trumfur hansara var at útskriva val. Næsti trumfurin var at taka seg aftur sum samráðingarleiðara við danir men framvegis verða sitandi sum løgmaður. Triðja trumfin spælir hann so út á landsfundinum. Tá fáa [...] aftur til formann, so hava tey givið honum tað álit, sum skal til fyri at hann longu komandi mánadag kann ringja til Poul Nyrup Rasmussen og krevja fund sum skjótast. ENN ein trumfur løgmans er fyrningarfreistin