Bankamálið og framtíðarstøða Føroya

Fólk hava nú summað seg - og sodnað fyrstu viðmerkingarnar um, at bankakanningin ikki var so galin kortini

Tað er eingin ivi um, at føroyingar við hesum kanningarúrslitinum hava fingið uppreisn. Vit kunnu tað sama viðganga, at vit ikki hildu, at okkara politikrara sluppu so snikkaleysir, sum teir sluppu, burtursæð frá, at kanningin staðfestir, at Atli Dam og Jógvan Sundstein vistu í oktober 1992, hvussu ring støðan var í føroysku bankunum og at tørvur var 1 - 1,5 milliardum til bankarnar. Bæði Atli Dam og Jógvan Sundstein nokta kortini hesum.


Spurningurin í dag er kortini: Hvat nú? Hvat er nú at gera? Skulu vit bara halda fram á sama hátt sum higartil, eins og Edmund Joensen sigur? Skulu vit slíta frá Danmark, ella skulu vit broyta heimastýrisskipanina, so at hon gevur føroyingum meira sjálvstýri.


Tað er púra greitt, at vit kunnu ikki halda fram sum higartil.


Fyrst og fremst eiga føroysku politikararnir nú at seta seg saman, og í semju fara undir samráðingar við danir um endurgjald. Hvussu stórt hetta endurgjald skal vera, er kanska ringt at siga beint nú, men tað er eingin ivi um, at ein týðandi partur av uttanalndsskuldini eigur at vera kliptur av.


Tað hevur so mangan verið kastað heimastýrislógini fyri, at hon skal vera orsøkin til bæði eitt og annað, viðurskiftinum við Danmark viðvíkjandi.


Tað er ov bíligt.


Vit kunnu staðfesta, at heimastýrislógin ikki er nóg góð, men vit kunnu kortini seta spurnartekin við, um føroysku politikararnir hava dugað nóg væl at fylt karmarnar innan Heimastýrislógina.


Á tingborði liggur í løtuni uppskot um setan av stjórnmálanevnd. Edmund Joensen hevur fyrr hótt samgonguna við uppsøgn, um samgonguflokkar í heila tiki dittaðu sær at viðgera hetta uppskot. Nú er so stutt til val, at samgonguflokkarnir kanska tora at byggja sín politikk á egin sjónarmið, at væntast kann, at málið hesaferð verður tikið til viðgerðar, hóast úrslitið kanska verður, at løgmaður skrivar út val.


Niðurstøðan eigur at vera púra greið:


­ Viðurskiftini millum ríkispartarnar eiga at verða fingin í rættlag. Uppskotið um nýggja sjálvsstýrislóg er uttan iva eitt gott útgangsstøði, men vit mugu krevja av Javnaðarflokkinum, at Føroya fólk greit fær at vita, hvat henda »sjálvstýrislóg« er - ella at orð eiga at verða sett á hana.


At loysa frá Danmark er einki endamál í sjálvum sær - men føroyskt sjálvstýri er avgerandi neyðugt, um føroyingar sjálvur skulu mynda framstíðastøðu Føroya.