Vit liva í eini internationaliseringstíð. Orsakað av teimum stóru broytingunum í kunningartøknini er heimurin vorðin sum ein bygd. Tað er skjótari at senda ein e-mail til Singapore enn eitt telefax til Gásadals. Heimurin er vorðin ein KT marknaður og kunningin stendur opin fyri øllum, sum hava førleika og ráð at nýta teir óavmarkaðu møguleikar, ið liggja á hesum øki.
Vit líta at eini gongd, ið setir stór krøv til myndugleikar og vinnulív. Nýggja tøknin hevur at kalla óavmarkaðar møguleikar fyri sam- og fjarskifti millum borgarar og borgarar, millum borgaran og myndugleikarnar, millum myndugleikar og vinnulív o.s.fr. Nýggja tøknin setir stór krøv til undirvísingarverkið. Teir borgarar og teir partar av vinnulívinum, ið ikki megna hesa nýggju tøkni, gerast eftirbátar. Vit fáa A-borgarar og B-borgarar. Vit fáa A-fyritøkur og B-fyritøkur.
Tað er tí neyðugt at økja og styrkja telduundirvísingina í skúlunum, men samstundis eiga vit tryggja, at hetta ikki gonur út yvir aðrar lærugreinir. Samfelagið eigur at tryggja ta neyðturviligu fjarskiftistøknina og útgerðina, meðan vinnulívið sjálvt eigur at ansa eftir, at íløgur og útbúgving fylgja við. Hetta setir eisini stór krøv til vinnulív og samfelag.
Sosialurin tekur nú stigið inn í KT- og fjarskiftissamfelagið. Vit vóna við hesum fyrst og fremst at geva okkara brúkarum eina betri tænastu. Vit vóna við hesum at geva okkara landsmonnum í fremmandum londum og á skipaflotanum somu møguleikar sum borgarin heima hevur at lesa eina avís sama dag, sum hon kemur út. Vit vita væl, at útvarpið ber tíðindi til hesar somu bólkar, men tað er og verður ein grundleggjandi munur á hesum at hoyra tíðindi og at lesa eitt blað. Blaðið kanst tú goyma og tú kanst fordjúpa teg í blaðnum. Bløð og loftmiðlar eru grundleggjandi ymiskir miðlar og brúkararnir skal hava atongd til báðar hesar.
Við Internetsosialinum fáa lýsarar okkara eitt einastandandi høvi at koma út til eina breiða fjøld av kundum. Møguleikarnir fyri at variera lýsingarnar eru stórir og møguligt er at røkka heilt nýggjum málbólkum. Afturat hesum koma teir nýggju møguleikarnir at kommunikera, at samskifta og fjarskifta við kundarnar.
Sosialurin vónar, at lesarar og vinnulív taka væl í móti hesum nýggja tilboði. Eisini myndugleikarnir fáa við hesum heilt nýggjar møguleikar at kunna borgararnar. Kunning er ein fortreytin fyri menning og trivnað. Við hesum bjóða vit øllum vælkomin á Sosialin á internetinum og vóna at hetta okkara tiltak verður við til at lyfta Føroyar inn í næsta ártúsund, og at borgarar, vinnulív og samfelag við hesum hava fingið eitt av vónandi nógvum amboðum at taka ímóti teimum ómetaliga mongu og stóru avbjóðingum, sum nýggja ártúsundin ber í fangi.