botn. Men tað dregur sjálvandi prísin á stóra fiskinum við sær. ?Nú eru tað vanliga ikki tey stóru skipini, tey sum Reiðarafelagið umboðar, ið fiska hendan smá fiskin. Tað er meira útróðrarbátarnir. Og tað [...] at tað ber ikki til hjá skipunum at fara á útlendskan marknað, tá teimum lystir. Tað er so eisini við til at halda prísunum niðri, sigur hann. Annað er, at marknaðurin er soleiðis fyri í løtuni, at í Bretlandi [...] sóu í fjør, ásannar Jákup Sólstein. Hann er ikki í iva um, at uppgangstíðirnar, vit hava havt, eru við at stagnera, og so fáa vit at síggja, hvussu støðan fer at verða hjá fiskivinnuni. Fyribils er støðan
á søluni mánadagin í vikuni. - Hetta vóru í flestu førum smærri bátar, sum fiska við snellu, umframt at onkrir, sum fiska við línu, eisini vóru á søluni. Stjórin vísir á, at týsdagin í vikuni var talið [...] í gjár og sum fæst til keyps í blaðsølunum, er vinnutema við fleiri áhugaverdum samrøðum um ymiskar partar í vinnuni. Her er eisini eitt prát við Høgna Hansen, stjóra á Fiskamarknaði Føroya, um góða útróðurin [...] mikudagin. Høgni Hansen vísti á, at í vártíðini er vanligt, at umleið 80 prosent av snellubátunum fiska norðanfyri, og síðan sløðast bátar ymsastaðni, eitt nú vestanfyri, sunnanfyri og aðrastaðni. - Tað
rættindini at fiska. Tað sigur Atli Gregersen, fiskifrøðingur og nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, í samrøðu við Sosialin í dag. Hann metir, at ein uppboðssøla hevur ein ov stóran ótryggleika við sær fyri [...] lívfrøðin og stovnsrøkt fær størri fokus í tilmælinum um nýskipan av fiskivinnuni. Les longri samrøðu við Atla Gregersen í Sosialinum í dag.
ni, Bakur og Stelkur, við í keypinum. Aftrat hesum fylgdu eisini byggisáttmálarnir, sum P/F Beta hevur í Spaniu, við. Tey skipini verða ætlandi liðug í summar og fara tá at fiska undir Føroyum eins og [...] sum eru bygd á somu skipasmiðju í Spaniu. Men P/F Beta átti tvey loyvir aftrat, sum eisini fylgdu við í keypinum hjá United Seafood, og soleiðis hevur felagið tvey loyvi, sum felagið ikki brúkar í løtuni [...] lutfalsliga nýggj skip. Jónsvein Knudsen, sum umsitir skipini fyri United Seafood, sigur, at hann ikki við vissu veit, um sáttmálarnir eru endaligir, men vísir á, at talan er um systurskip. - Hóast skipini
eru 20 ár, síðan gøtumenn fóru fyrsta túrin við táverandi risatrolaranum, Tróndi í Gøtu. Teigurin í vikuskiftis-Sosialinum, »Umborð«, hevur skift orð við Boga Jacobsen. Bogi sigur, at hann hevur verið [...] nakað rok, men so mikið, at tað loysti seg at fiska. Ungi skiparin vísir á, at prísirnir hava verið góðir í ár – ja, væl betri enn í fjør, og hetta kemur væl við, nú oljan er vorðin so dýr. Hann letur annars [...] - Vit koyra við dagløn, og tað dámar manningini ógvuliga væl. Nú er tað ikki so avgerandi, nær teir eru umborð. Áður var tað so, at menn vildu sleppa at sigla, tá ið nógv var at fiska – og nógv kom
Nomatek í holt við at byggja eina nýggja og stóra nótavaskimaskinu til Vónina. Áður hevur fyritøkan bygt tvær slíkar maskinur til Vónina - eina við eini vaskitrumlu á 30 rúmmetrar og eina við einari vaskitrumlu [...] menna, projektera og standa fyri framleiðsluni - við nógvum og royndum handverkarum, sum eitt nú eru serkønir í sveising av rustfríum stáli og arbeiði við plastrørum. - Vit leggja sera stóran dent á góðskuna [...] veitari til føroysku fiskivinnuna við rustfríum flutningsbondum, kørum, kassatømimaskinum og øðrum. Hesi seinnu árini hevur fyritøkan lagt seg enn meira eftir í samstarvi við vinnuna at gera lidnar loysnir
tríggir ungir menn, sum rógva við kappróðrarbátinum Kvívíkingi, í glastrevjabátin Liljan at hyggja eftir seyði í Skorunum í Vestmanna. Menninir vóru Brandur Isaksen, sum saman við pápa sínum eigur bátin, John [...] John Martin Andreasen og Bjartur Tórhalsson. Bjartur sigur, at ætlanin var slett ikki at fara at fiska í gjárkvøldið, men tá teir komu nakað norður í Vestmannasund, sóu teir ein hemara í vatnskorpuni. - [...] fann út av, at hann var fastur í teyminum, leikaði hann øgiligt í og setti nógv á. Hann fór undir við boyuni, og eg haldi, at hann mundi hava boyuna undir í eitt korter ella so. Samstundis hálaði hann
ein túr út at fiska. Men, tá teir komu nakað út á víkina, hildu teir seg finna eina grind. Grindaformaðurin, sum í løtuni er á veg út á víkina, har ungu dreingirnir halda seg liggja við einari grind, sigur
STRÍÐ Í blaðnum mánadagin høvdu vit samrøðu við skiparan á verksmiðjutrolaranum Norðborg, Jón Rasmussen. Teir vóru just lidnir við túr og vóru nú á veg til lands við 1300 tonsum av sild og makreli, sum teir [...] eftir at fiska, og tá veiðan í løtuni er rættiliga blandað við sild og makreli, er spurningurin, um skipið yvirhøvur kann fara nýggjan túr undir verandi umstøðum. Heldur ikki orð Í samrøðuni við Sosialin [...] eginkvotu fyri makrel í 2010, men í staðin hevur mælt til at royna samráðingarleistin við hini londini, Noreg og ES, sum saman við Føroyum hava verið partur av strandalandaavtaluni. Skiparin á Norðborg sigur,
er við 30 metra dorg við 30 húkum og loddi á endanum. Loddið verður hildið leyst av botni. Hetta er hátturin, ið menn á Asoroyggjum nýta, tá ið teir royna við hondsnøri. Hin hátturin er eisini við dorg [...] Bream og nakað av rossamakreli og vanligum makreli. Alt var fingið við Vágasnellunum, sum vóru settar at fiska eftir vanligari fiskiskrá við fíling, sum vanligt er í Føroyum. Seinna royndin frægari Tveir dagar [...] menn, ið nýttu snellu og menn ið fiskaðu við hond. Roynt varð bert við aðrari snelluni. Dorgin, vit nýttu á hesi snellu, hevði o.u. 40 húkar nr. 4, egndir við makreli, rossamakreli ella sardinum. Ein metur