Uppboðssøla ikki rætta amboðið

- Uppboðssøla er ikki rætti mátin at útluta rættindini at fiska.

 

Tað sigur Atli Gregersen, fiskifrøðingur og nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, í samrøðu við Sosialin í dag.

 

Hann metir, at ein uppboðssøla hevur ein ov stóran ótryggleika við sær fyri vinnuna. 

 

Tó fegnast hann um, at lívfrøðin og stovnsrøkt fær størri fokus í tilmælinum um nýskipan av fiskivinnuni.

 

Les longri samrøðu við Atla Gregersen í Sosialinum í dag.