Ungir dreingir funnu grind á Gøtuvík

Zakaris Jacobsen, grindaformaður í Gøtu, sigur, at tað eru nakrir ungir dreingir, sum halda seg hava funnið eina grind inni á hálvari Gøtuvík.

Zakaris Jacobsen, grindaformaður í Gøtu, sigur, at tað eru nakrir ungir dreingir, sum halda seg hava funnið eina grind inni á hálvari Gøtuvík.

 

- Teir loystu í einum báti í Syðrugøtu fyrr í kvøld og ætlaðu sær ein túr út at fiska. Men, tá teir komu nakað út á víkina, hildu teir seg finna eina grind.

 

Grindaformaðurin, sum í løtuni er á veg út á víkina, har ungu dreingirnir halda seg liggja við einari grind, sigur, at enn er óvist, um talan er um grind ella springarar.

 

- Ungu dreingirnir søgdu, at teir sóu einar 20 hvalir omaná sjónum í senn. Um so er, kann talan vera um fleiri hvalir, men tað vita vit einki um enn, sigur Zakaris Hansen.

 

In.fo fylgir málinum og fer at venda aftur til grindaformannin um eina løtu. Hann legði aftrat, at aðrir bátar eisini eru á veg út til grindina á Gøtuvík.