Vilmund Jacobsen,
blaðmaður
Bogi Jacobsen úr Gøtu er 27 ára gamal. Hann er útbúgvin skipsførari og hevur seinastu tvey árini verið fastur skipari í skifti við André Hansen umborð á einum av okkara nýggjastu pelagisku skipum, Finni Fríða.
André er eisini 27 ára gamal og útbúgvin skipari, og teir báðir hava fylgst upp ígjøgnum skúlaárini.
Fyrstu ferð, teir vóru til fiskiskap við Tróndi í Gøtu, vóru teir bert 10 ára gamlir, men tá ið teir gjørdust eitt sindur eldri, vóru teir nógv umborð á skipinum í frítíðini.
Tá ið annar teirra ikki er tøkur sum skipari umborð á Finni Fríða, tekur Arni Hansen, sum er pápi André, við. Arni hevur í nógv ár ført Trónd í Gøtu og seinni Finn Fríða, men siglir minni, nú teir ungu hava tikið eftir.
Uppi í søguna hoyrir eisini, at Bogi er sonur Jákup Jacobsen, reiðara, sum eisini verður róptur Dunga-Jákup.
Jákup og Arne eru millum partaeigararnar í feløgunum, sum eiga tey trý pelagisku skipini, Trónd í Gøtu, Finn Fríða og Jupiter.
Vit kunnu skoyta upp í, at tað í ár eru 20 ár, síðan gøtumenn fóru fyrsta túrin við táverandi risatrolaranum, Tróndi í Gøtu.
Teigurin í vikuskiftis-Sosialinum, »Umborð«, hevur skift orð við Boga Jacobsen.
Bogi sigur, at hann hevur verið heima seinastu tíðina, tí hann og daman Jóna, sum er úr Sandavági, hava fingið ein son.
- Arni hevur loyst meg av, meðan eg havi verið í landi, men nú fari eg umborð aftur. Kvoturnar hjá okkum eru uppi, og nú er bara svartkjafturin eftir. Vit ætla okkum út at leita eftir svartkjafti í næstu viku. Ilt er at siga, hvussu man fara at vignast, men fyrst í desember í fjør tók fiskurin seg uppaftur eystan fyri Føroyar. Hetta var ikki nakað rok, men so mikið, at tað loysti seg at fiska.
Ungi skiparin vísir á, at prísirnir hava verið góðir í ár – ja, væl betri enn í fjør, og hetta kemur væl við, nú oljan er vorðin so dýr. Hann letur annars væl at árinum í ár, sum skjótt er umliðið.
- Sildin royndist væl, og vit landaðu meginpartin av tí, vit fingu, til matna. Vit landaðu í Føroyum, Hetlandi og í Danmark.
Bogi sigur, at taka vit skipini hjá teimum undir einum, Trónd í Gøtu, Finn Fríða og Jupiter, so vórðu størstu samlaðu sildanøgdirnar landaðar í Kollafirði.
Fyri at kunna sigla til lands við feskari og góðari sild, hava skipini hjá gøtumonnum trítrolað, sum tað verður rópt.
- Tvey skip hava ligið úti á feltinum í senn, men bert tað eina hevur tikið veiðina inn. Tá ið so nøgdin hevur verið hóskandi, er skipið farið til lands við veiðini – og skipið, sum júst er komið útaftur, tekur yvir. Onkuntíð hevur verið neyðugt at bíðað eitt sindur eftir skipinum, sum fór til lands, men ikki soleiðis, at tað bilar. Jú, hetta hevur riggað stak væl, sigur Bogi.
Hann sigur, at sildin hevur verið stygg, og tí kemur einki burtur úr at trola sum stakur bátur.
12 mans eru umborð á hvørjum skipi hjá gøtumonnum, men aðrir 12 eru í landi. Soleiðis hoyra einir 24 mans til hvørt skipið.
- Vit koyra við dagløn, og tað dámar manningini ógvuliga væl. Nú er tað ikki so avgerandi, nær teir eru umborð. Áður var tað so, at menn vildu sleppa at sigla, tá ið nógv var at fiska – og nógv kom burtur úr. Verri var at fáa menn at fara, tá ið útlitini vóru ring. Nú ræður bara um at hava verið umborð í nóg nógvar dagar, so fært tú eisini eina góða hýru, soleiðis sum gongdin hevur verið, sigur Bogi Jacobsen.
Longu sum 25 ára gamalur gjørdist hann skipari umborð á Finni Fríða, men hann var ikki meira enn 22 ár, tá ið hann fyrstu ferð stóð á brúnni á Tróndi í Gøtu.
- Vit hava altíð havt gott fólk umborð á skipunum – og í landi, og soleiðis havi eg eisini altíð havt gott fólk rundan um meg. Uppgávan tykist lættari nú, enn tá ið eg byrjaði á brúnni, sigur 27 ára gamli, Bogi Jacobsen.