Nomatek, sum hevur skrivstovu, teknistovu, goymslu og framleiðsluhølir - alt undir somu lon - húsast við Sandá 1 í Havn, og her hevur fyritøkan hildið til síðan 1993. Men, røturnar eru væl eldri enn tað. Sum fyrsta fyritøka í Føroyum, sum burtur av fór at projektera og framleiða úr rustfríum stáli til fiskivinnuna, byrjaði Nomatek sítt virksemi í 1979 - ella fyri stívliga 40 árum síðan.
Øll árini síðan 1979 hevur Nomatek ment og framleitt nýggja útgerð til fiskavirkir, fiskiskip, alivinnu og til vatnverk kring um í landinum - alt úr fyrsta floks tilfari. Ragnar Magnussen hevur verið stjóri síðan 2008 og eigur í dag Nomatek. Fyri at tryggja framtíðar menningina keypti fyritøkan í fjør heyst eisini grundøki og bygning, har fyritøkan hevur alt sítt virksemi.
Á Nomatek starvast í dag verkfrøðingar og projektleiðarar, sum menna, projektera og standa fyri framleiðsluni - við nógvum og royndum handverkarum, sum eitt nú eru serkønir í sveising av rustfríum stáli og arbeiði við plastrørum.
- Vit leggja sera stóran dent á góðskuna og útsjóndina, har vit altíð hugsa um, at útgerðin skal kunna brúkast til matvøruframleiðslu og vera løtt at reingera, sigur Ragnar Magnussen, stjóri í fyritøkuni. Hann vísir á, at Nomatek er eitt virki við nógvari servitan innan tøkni og loysnir til fiski- og alivinnuna.
Á virkinum starvast í dag 32 fólk, og framleiðslan økist alla tíðina. Tað hevur ongantíð verið trupult at fáa dugnaligar handverkarar.
Øll árini hevur Nomatek verið ein dyggur veitari til føroysku fiskivinnuna við rustfríum flutningsbondum, kørum, kassatømimaskinum og øðrum. Hesi seinnu árini hevur fyritøkan lagt seg enn meira eftir í samstarvi við vinnuna at gera lidnar loysnir til framleiðsluna.
- Eitt nú hava vit ment útgerð til tiðning av fiski, sum í dag er vorðið meira og meira aktuelt, nú vit fáa fitt av heilfrystum fiski frá línubátum, ið fiska á Flemmish Kap, Íslandi og Grønlandi, sigur stjórin, sum vísir á, at føroysku virkini eisini eru farin at keypa meira av frystum fiski úr eitt nú Noregi fyri at tryggja støðugt arbeiði á virkjunum.
Føroyska alivinnan hevur havt nøkur góð ár, og alivinnan hevur á ymiskan hátt skapt nógvar ringvirkningar kring um í samfelagnum - í fyrsta lagi í arbeiðslønum til tey mongu, sum starvast hjá feløgunum, og í øðrum lagi í keypi av alibátum, aliringum og ymiskari útgerð til stóra virksemi, sum vinnan skapar.
Alivinnan er soleiðis eisini ein partur av grundarlagnum undir Nomatek, har fyritøkan við Sandá 1 bæði veitir ráðgeving, projektering og framleiðslu av ymiskari útgerð til vinnuna.
- Veitingarnar til alivinnuna eru serliga í samband við kryvjing, flakaskering, smoltstøðir, resirkulering av vatni og sóttreinsan av blóð-og prosessvatni, sum tað verður nevnt, og Ragnar Magnussen vísir á, at í dag eru krøv um eitt nú typugóðkenning av útgerð til reinsing av blóð- og prosessvatni frá kruvdum laksi.
- Hetta er fyri at byrgja upp fyri møguligari smittuspjaðing, og her hevur Nomatek í dag fleiri anlegg og skipanir, sum eru typugóðkend av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Nomatek hevur eisini gjørt reinsiverk til inntak av frískum vatni á smoltstøðunum í Føroyum. Her verður vatnið reinsað við filtrum, ozon og UV-strálum. Ozon verður framleitt úr ilt (oxygen). Hetta ger vatnið klárari og lættir um sóttreinsingina, samstundis sum laksurin á landi trívist betur í tí klára vatninum.
Ragnar Magnussen vísir á, at Nomatek í løtuni er í holt við at royndarkoyra eitt nýtt slam-reinsiverk til smoltstøðina hjá Bakkafrosti á Strond, og hetta verk er ment saman við alifyritøkuni. Verkið samlar upp slam frá smolstøðini og reinsar frárensluvatnið, áðrenn tað fer út á sjógv. Slammið skal síðan brúkast til framleiðslu av biogassi á virkinum Førka hjá Bakkafrosti á Sandvíkarhjalla.
Í samband við, at krøvini til frárensluvatn eru vorðin strangari, hevur Nomatek ment útgerð til reinsing av frárensluvatni frá pelagisku virkjunum og frá kryvjing av laksi. Her er tað serliga feitt í vatninum, sum er ein trupulleiki, og her hevur Nomatek í nógv ár støðugt ment nýggja útgerð.
- Vit reinsa í dag frárensluvatnið frá øllum pelagisku virkjunum og frá kryvjing av laksi. Frárensluvatnið verður fyrst filtrerað, og síðan verður tað reinsað við sonevndari DAF-flotatión, har smáar luftbløðrur verða blandaðar inn í vatnið fyri at fáa feitt og partiklar til at flóta upp til vatnyvirflatuna. Síðan verða partiklar og feitt skavað oman av, sigur Ragnar Magnussen og vísir á, at á henda hátt verður størsti parturin av feittinum og partiklunum skilt frá, áðrenn vatnið fer á sjógv.
Í løtuni er Nomatek í holt við at byggja eina nýggja og stóra nótavaskimaskinu til Vónina. Áður hevur fyritøkan bygt tvær slíkar maskinur til Vónina - eina við eini vaskitrumlu á 30 rúmmetrar og eina við einari vaskitrumlu á 40 rúmmetrar. Nýggja nótavaskimaskinan hevur eina vaskitrumlu á 60 rúmmetrar. Vaskivatnið frá vaskimaskinunum krevur eina serstaka reinsing, har ávís evni skulu takast úr vatninum.
- Tað er stórur áhugi í útlandinum fyri okkara útgerð til nótavask og reinsing av frárensluvatni, leggur stjórin í Nomatek aftrat.










