Fiskivinna
Allar forðingar eiga at verða tiknar burtur úr fiskivinnuni, heldur formaðurin í Føroya Reiðarafelag, ið metir upboðssølurnar at vera óneyðuga seinkandi og dýrkandi millumlið millum skipini og marknaðin.
?Tað einasta, sum er at gera, er at geva vinnuni fríheit, sigur Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag. At tað skal vera treyt, at partar av veiðuni skulu um uppboðssølu, er darvandi fyri skipini, sum alla tíðina royna at sleppa har, besti prísurin er at fáa.
Hann ivast ikki í, at tað hevði sæst aftur hjá vinnuni, um skipini sluppu at selja har, sum prísurin til einahvørja tíð er bestur. Men tað sleppa tey ikki í dag, vísir hann á, og heldur grundina vera tann politikk, rikin verður í Føroyum, har skipini eru bundin av at selja ávísan part av veiðuni um føroyska uppboðsølu.
Hinvegin var gulltíðin hjá føroyska flotanum, tá loyvt var at selja uttanlands seinast í nítiárunum, vísir Jákup Sólstein á.
Hann heldur, at fiskakeypararnir hava møguleika fyri at »rotta seg saman«, sum hann tekur til, og avtala keypsprísir sínamillum, tí teir vita jú, at tað ber ikki til hjá skipunum at fara á útlendskan marknað, tá teimum lystir. Tað er so eisini við til at halda prísunum niðri, sigur hann.
Annað er, at marknaðurin er soleiðis fyri í løtuni, at í Bretlandi er toska- og hýsuprísurin fallin munandi, eins og upsaprísurin inni á meginlandinum eisini er fallin nógv í mun til í fjør.
Tað ger sjálvandi, at okkara virki ikki kunnu lata tann prís, vit sóu í fjør, ásannar Jákup Sólstein.
Hann er ikki í iva um, at uppgangstíðirnar, vit hava havt, eru við at stagnera, og so fáa vit at síggja, hvussu støðan fer at verða hjá fiskivinnuni.
Fyribils er støðan tann, at inntøkurnar hjá vinnuni á sjónum eru nógv lægri, enn tær vóru í fjør, vísir hann á.
Tað er seliga fyri tann smærra fiskin, eitt nú hýsu III, at prísurin er farin í botn. Men tað dregur sjálvandi prísin á stóra fiskinum við sær.
?Nú eru tað vanliga ikki tey stóru skipini, tey sum Reiðarafelagið umboðar, ið fiska hendan smá fiskin. Tað er meira útróðrarbátarnir. Og tað er nevnt, at tað loysir seg ikki hjá monnum at rógva út. So har stendur einki til soleiðis, ásannar Jákupo Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag.
Men hvussu stuðlast skal undir minkandi inntøkur á sjónum, dugir hann ikki at siga. Tó er vist, sigur hann, at tá inntøkurnar frá fiskivinnuni minka, merkist tað í samfelagnum.
?Hvussu vit so skulu seta upp í móti tí, er ikki til at siga. Økja um virksemið á landi og tær almennu útreiðslurnar? Man tað fara at nytta? hugleiðir reiðaraformaðurin.









