Ungir menn fingu stóran hemara

Tá tríggir ungir menn fóru at hyggja eftir seyði sunnukvøldið, sóu teir ein hemara, sum gekk uppi í sjónum. Teir egndu makrel á ein húk, sum var festur í weirteym og fingu ein hemaran, sum vigaði 207 pund

HEMARI

Eftir venjing sunnukvøldið, fóru tríggir ungir menn, sum rógva við kappróðrarbátinum Kvívíkingi, í glastrevjabátin Liljan at hyggja eftir seyði í Skorunum í Vestmanna. Menninir vóru Brandur Isaksen, sum saman við pápa sínum eigur bátin, John Martin Andreasen og Bjartur Tórhalsson.
Bjartur sigur, at ætlanin var slett ikki at fara at fiska í gjárkvøldið, men tá teir komu nakað norður í Vestmannasund, sóu teir ein hemara í vatnskorpuni.
- Vit hava allir tríggir roynt eftir hemara áður, men hava ongantíð fingið nakran. Í bátinum var hemarahúkur, sum var festur í ein teym úr weiri. Vit egndu makrel á húkin, og hemarin tók.
Teymurin hevði bert eina stóra teymalongd, men síðan høvdu teir knýtt endan á teyminum upp í ein standara, sum síðan var festur í eina boyu. Úr boyuni høvdu teir so aftur ein standara í bátin.

Setti nógv á
- Í fyrstuni, tá hemarin hevði tikið, visti hann helst ikki av, at hann var fastur. Men tá hann fann út av, at hann var fastur í teyminum, leikaði hann øgiligt í og setti nógv á. Hann fór undir við boyuni, og eg haldi, at hann mundi hava boyuna undir í eitt korter ella so. Samstundis hálaði hann einar 30-40 favnar av standara úr bátinum.
Bjartur Tórhalsson sigur, at hetta var ein ógvuliga spennandi løta, og tað mundi taka teimum umleið ein hálvan tíma at fáa lívið av hemaranum.
Hann sigur, at tað eydnaðist teimum trimum at fáa stóra og tunga fiskin inn á dekkið á bátinum.
- Vóru vit ikki fleiri, høvdu vit ikki fingið hann inn í bátin, sigur Bjartur Tórhalsson.

207 pund
Hemarin, sum hesir tríggir ungu menninir í bátinum Liljan fingu sunnukvøldið, vigaði 207 pund.
Teir kruvdu fiskin beinanvegin sunnukvøldið og løgdu hann í ís.
Ætlandi verður hemarin seldur um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya.
Vanliga verður sagt, at besta tíðin til hemara er um veturin, men ávísa tíð um summarið kann fiskurin eisini veiðast kring oyggjarnar.