Í VikuskiftisSosialinum, sum kom í gjár og sum fæst til keyps í blaðsølunum, er vinnutema við fleiri áhugaverdum samrøðum um ymiskar partar í vinnuni.
Her er eisini eitt prát við Høgna Hansen, stjóra á Fiskamarknaði Føroya, um góða útróðurin seinastu dagarnar.
Tað er Fiskamarknaður Føroya, sum selur at kalla allan útróðrarfiskin, sum kemur upp á land, og Høgni Hansen sigur, at umleið 150 bátar vóru á søluni mánadagin í vikuni.
- Hetta vóru í flestu førum smærri bátar, sum fiska við snellu, umframt at onkrir, sum fiska við línu, eisini vóru á søluni.
Stjórin vísir á, at týsdagin í vikuni var talið av bátum 70, og mikudagin vóru teir umleið 60.
- Aftur í dag síggi eg, at fleiri bátar eru á útróðri, teir flestu norðanfyri, men onkrir eru eisini vestanfyri, segði hann, tá vit frættu um middagsleitið mikudagin.
Høgni Hansen vísti á, at í vártíðini er vanligt, at umleið 80 prosent av snellubátunum fiska norðanfyri, og síðan sløðast bátar ymsastaðni, eitt nú vestanfyri, sunnanfyri og aðrastaðni.
- Tað er langt síðan, at vit høvdu so nógvan útróður, og hetta kennist rættiliga hugaligt. Meginparturin av veiðini er góður toskur, sigur hann við VikuskiftisSosialin, sum kann keypast í blaðsølunum.