Klaksvík. Árni er giftur við Petsy, sum er ættað úr Hoygarðinum á Toftum. Tey eiga trý børn. Í nøkur ár hava tey búð í Danmark, og nú búgva tey á Toftum. Valdemar er langabbi fýra ferðir. Sama dag sum Annie [...] Herlufi Johannesen í Havnini. Hann hevur okkurt skifti fingist við okkurt annað - eitt nú koyrdi hann buss hjá svágrinum á Toftum Arnholdi Davidsen - men nógv tann størsta partin av tíðini hevur hann málað. [...] persóni ikki bara hava fingið málara, men fjøltáttaðan handverkara á vitjan. Fyri einari hálvari øld síðani setti Valdemar gamla prestagarðin á Nesi í góðan stand. At hann framvegis er væl fyri sást eitt nú
AFP, sigur, at Anis Amri er sæddur á eini jarnbreytastøð í býnum. – Ein maður, sum líkist drápsmanninum, er sæddur hósdagin seinnapartin 22. desember á eini perrong á støðini Lyon-Part-Dieu. Hann hevði [...] at døma koyrdi ein lastbil inn í eina mannamúgvu. Millum tey deyðu er eisini pólski bilførarin, sum varð skotin. Týska løgreglan hevur roynt at útvíst Anis Amri, sum hevði fingið avslag upp á umsókn um [...] føroyingar, sum vóru á jólamarknaðinum í Berlin tveir tímar áðrenn atsóknina: 23 føroyingar vóru har beint áðrenn atsóknina 24 ára gamli tunesarin hvarv sporleyst eftir álopið í Berlin. Hann var á flukt í fýra
ætlanin so var at fáa nøkur skjótálop í lag. Hetta hevur ofta givið teimum góð úrslit, men sunnudagin gekst illa í hond. Álopsspælið hjá Neistanum var kanska ikki so flótandi, men tað koyrdi hampuliga væl, og [...] lássini. Hjá VB eru í ár tríggjar útlendskar kvinnur á liðnum, og tí má tað helst metast sum eitt fyribils vónbrot, at tær í løtuni eru at finna á fjórða plássinum. Ikki minst eftir at tær í fyrsta he [...] Stjørnan fara við fremstu sessunum, og sunnudagin syrgdu neistakvinnur so fyri, at tær hava sett seg á bronsuplássið fyri fyrst. Vunnu í verjuni Hóast talan alla tíðina var um ein javnan dyst í Vági, so
vóru fyri 2004-5 67.4 milliardir pund og fara skjótt at koma upp á 100 milliardir pund árliga. Sami framburður er hendur á skúlaøkinum. Talið á lærarum er økt við fleiri ferðir tíggjutúsund. Síðani 1997 er [...] Liberalu, skrivliga heitt á Blair um at halda sítt lyfti. Hann vísir á, at lutfalsumboðan er galdandi fyri val til tey nýggju tingini í Skotlandi og Wales. Men einki bendir á, at Blair ella stjórn hansara [...] prosentunum á ovasta palli lækkaður við 4,4 prosentum. Anthony Seldon tekur lutvís undir við hesi meting, men leggur aftrat, at gloppið millum rík og fátæk ið hvussu er "ikki er víðkað". Norðurírland Á tveimum
Kennedy-árini. Álitið á framtíðina mátti avspeglast í altjóða klædnamóta. Vælferð og trivnaður. Nýbygdir línubátar og nakrir trolarar í hvørjum bæi og útflutningsvirðið á veg upp aftan á tey trongu 50-árini [...] Men tað var so trongligt á borðinum, at tú fekst neyvan flutt fyri talvfólki. Fyrsta talvið okkara millum vann eg, hóast ikki stórt meir bitin av talvi enn av ludo. Men nøkur kvøld seinni vann Jákup ruddiliga [...] Telvingarfelagnum heldur enn lundi á jólanátt. Men at telva dugdu teir. Ferðin gekk um Kollafjørð. Ein tíma at sigla við mjólkarbátinum norður um Hólma, við Síðu og á Sjóvarbrúgv, tá ein hugtakandi bryggja
heili 11 lógarbrot saman og hvør sær. Nøkur av málunum snúgva seg um falskar upplýsingar til myndugleikarnar í sambandi við eitt arbeiðsloyvi til systir konuna, nøkur snúgva seg um skráseting av einum bili [...] sendast til uppfunnan mann á uppfunnum bústaði. Av teimum 11 málunum kundi maðurin bert í eina førinum játta seg sekan, nevniliga í at hava tosað í telefon, meðan hann koyrdi. Øll sakin er rættiliga drúgv [...] drúgv, og roknað verður við, at rættarmálið dregur langt út á seinnapartin. Samansvørjing Í morgun hava forholdini um falsan í sambandi við arbeiðsloyvi verið fyri, eins og forholdið við vørubilinum. Tá
Dunganum), hertogin á St. Kilda o.s.fr. Tá ið urmakarin Lauritsen, sum eisini seldi tubbak v.m. á Áarvegnum, vitjaði á Skansagarði, var eingin ivi um, at kortspælið L´hombre var á borðinum inni í kabinettinum, [...] Huldumanna-táttin: Ikki svav hann hesa nátt; traman á tí lá, um hann dagsins ljós meira á foldum sá. So var kvirt á universitetshospitalinum. Eisini á aðru hædd – og triðju! Ein loyndarferð Ein mánað eftir [...] fólk halda seg minnast okkurt um í smáum brotum. Gomul fólk minnast, hvussu tey sum børn – á økinum úti á Reyni, á Doktaragrund, í Gongini og øðrum økjum har um leiðir í tí gomlu Havnini – hildu uppat við
øllum góðum og koyrdi bæði akkerini út. Hann steðgaði ikki á, og skipið fór beint á land. Har lá hann so, og tá ið ein løta er gingin, kemur ein bátur umborð til okkara við skiparanum á Europa at spyrja [...] fyri, at tað almenna skuldu fíggja enn eina roynd við gørnum á vanligu sildaleiðunum. Tað var Brimnes við roynda skiparanum Hans á Norði á Toftum, sum fekk hesa uppgávu. Men sama gjørdi. Teir fingu ikki [...] vit vóru komnir á Førya Banka var liðugt at egna. Vit settu og fingu 420 kurvar av berum toski á eini setu. Vit shelfaðu um alla lastina. Hetta merkir, at tað er bert eitt lag av fiski á hvørji hyll, og
2008, byrjaði hann upp á ta stóru tatoveringina, sum umfatar tað mesta av yvirkroppinum og ørmunum. – Tað byrjaði við, at eg vildi hava eina tatovering av mínum Doberman-hundi á økslina, men eg vildi hava [...] fólk tora ella vilja. Hann tatoveraði seg í andlitið. Fram við eyganum er eitt mynstur og á vanganum er ein krossur. Á hinum vanganum eru tríggjar smáar stjørnur. – Eg havi altíð ynskt mær at fáa tatoveringar [...] Tór Birni Dam í Havn hevur ein risastóra tatovering á yvirkroppi og ørmum, og hann hevur fleiri aðrar minni tatoveringar eisini. Tær seinastu hevur hann gjørt í andlitið. Tór Birni Dam var 18 ára gamal
Meðan vit hava sitið út á seinnapartin, hevur hon sitið langt út á kvøldið har. Faktiskt hevur hon luttikið á jøvnum føti við hinar næmingarnar, hevur latið uppgávur inn og lisið upp á, sigur flokslærarin [...] vikuna, sigur Monika Kunoy Sharp og vísir eisini á, at tíðarmunurin er rættiliga stórur. - Um veturin eru tað 8 tímar á muni og um summarið eru tað 7 tímar á muni. So tá hon fer í skúla klokkan 15 ella 16 [...] Juni mánaðin er tann tíðin á árinum tá gøturnar í býum og bygdum kring Føroya land eru fyltar av fegnum pisum við hvítum húgvum á høvdinum, ið bera boð um, at eitt fleiri ára langt stríð við bókum, próvtøkum