Myndir frá fronskum vakmyndatóli vátta, at mistonkti illgerðarmaðurin eftir álopið ímóti jólamarkanðinum í Berlin síðsta mánadag flýdda gjøgnum Lyon.
Vælvitandi kelda sigur við fronsku tíðindastovuna, AFP, sigur, at Anis Amri er sæddur á eini jarnbreytastøð í býnum.
– Ein maður, sum líkist drápsmanninum, er sæddur hósdagin seinnapartin 22. desember á eini perrong á støðini Lyon-Part-Dieu. Hann hevði kepp og ryggsekk, sigur keldan.
Kanningarkeldan sigur, at tey enn eru í ferð við at greiða rutuna hjá tí 24 ára gamla úr Berlin til Milano. Amri arð skotin av italsku løgregluni í Milano fríggjadagin 23. desember.
Hildið verður, at tunesin hevur ábyrgdina av álopinum móti jólamarknaðinum í Berlin fyri eini viku síðaniæ. 12 fólk doyðu, tá hann eftir øllum at døma koyrdi ein lastbil inn í eina mannamúgvu. Millum tey deyðu er eisini pólski bilførarin, sum varð skotin.
Týska løgreglan hevur roynt at útvíst Anis Amri, sum hevði fingið avslag upp á umsókn um friðskjól. Hann kom til Evropa í 2011 sum bátaflóttafólk. Stutt eftir varð hann dømdur ein longri fongsulsdóm fyri fleiri brotsgerðir í Italia.
Les eisini um 23 føroyingar, sum vóru á jólamarknaðinum í Berlin tveir tímar áðrenn atsóknina: 23 føroyingar vóru har beint áðrenn atsóknina
24 ára gamli tunesarin hvarv sporleyst eftir álopið í Berlin. Hann var á flukt í fýra dagar, áðrenn hann varð skotin í Italia.
Í síðstu viku átók Islamskur Statur sær ábyrgdina fyri álopinum í Berlin. Síðani er ein video almannakunngjørd. Har sæst tunisein svørja trúskap til leiðarin í víðgongda bólkinum.
Nógvir týsk kanningarfólk royna í hesum døgum at uppklára, um Anis Amri hevði nøkur medsamansvorin.










