VB datt úr heiðursmerkjarøðini

VB-Neistin 20-24 (10-13):

Neistakvinnurnar vunnu ein kanska óvæntaðan sigur í Vági, og í fyrstu atløgu er VB nú dottið av heiðursmerkjaplássunum


 

Hondbóltur, kvinnur


Hondbóltskvinnurnar úr Vági hava seinnu árini verið í støðugari menning, og eftir at hetta í fjør kastaði eitt bronsumerki av sær, er málið í ár at betra seg enn meira.

Nú fjórðingurin av kappingarárinum er farin aftur um bak, er tó ikki líkt til, at hetta verður veruleiki í ár. Sum úrslitini hava verið, er líkt til, at VÍF og Stjørnan fara við fremstu sessunum, og sunnudagin syrgdu neistakvinnur so fyri, at tær hava sett seg á bronsuplássið fyri fyrst.


Vunnu í verjuni

Hóast talan alla tíðina var um ein javnan dyst í Vági, so var tað kortini Neistin, sum hevði munin størsta partin av tíðini. Vágbingunum dámar væl at spæla skjótan hondbólt, og teimum so vant, so løgdu tær út við einari framrættaðari verju, har ætlanin so var at fáa nøkur skjótálop í lag.

Hetta hevur ofta givið teimum góð úrslit, men sunnudagin gekst illa í hond. Álopsspælið hjá Neistanum var kanska ikki so flótandi, men tað koyrdi hampuliga væl, og tær komu aloftast til skotroyndir, soleiðis at talan ikki gjørdist um óneyðuga nógv skjótálop til vertirnar. Har afturat mundi tað eisini koma væl við hjá liðnum, at Annika Thomsen og Mildrid Jacobsen, sum higartil hava verið heldur tamari enn vanligt, báðar fingu glið á málskjótingina, soleiðis at breiddin í álopsspælinum gjørdist størri.

Í verjupartinum lá sera væl fyri hjá Neistanum. Spælt varð alla tíðina við flatari verju, og umframt at hetta gjørdi tað tungt hjá VB at koma ígjøgnum, so megnaðu tær eisini væl at halda skjúttunum hjá heimaliðnum burturi.

Hetta gav veruliga at bíta, tá góður helmingur var farin av fyrra hálvleiki. Neistion vann seg tá fimm mál fram um heimaliðið, og hóast VB í seinna hálvleiki megnaði at toga seg heilt upp ímóti Neistanum, so komu tær ikki nærri ennn tí eina málinum. Neistin svaraði tá aftur, og hóast VB royndi at fara út eftir teimum bláu seinastu løtuna, so megnaðu tær ikki at stressa tær somikið nógv, at útisigurin kom í vanda.


Ikki bara útlendsk

Við sigrinum syrgdi Neisin fyri, at tær halda fast í bronsuplássinum, sum í løtuni tykist vera tað hægsta, sum tær kunnu røkka. Fyri at røkka hægri enn hetta, tykist eingin ivi vera um, at neyðugt er við útlendskum leikarum at styrkja um liðið, soleiðis sum eitt nú VÍF og Stjørnan hava gjørt tað. Í veruleikanum er Neistin einasta liðið í kvinnudeildini, sum er fullkomuliga uttan útlendska arbeiðsmegi, og í so máta kann tað ikki vera annað enn eggjandi, at tær megna at halda fast um heiðursmerkjaplássini.

Hjá VB eru í ár tríggjar útlendskar kvinnur á liðnum, og tí má tað helst metast sum eitt fyribils vónbrot, at tær í løtuni eru at finna á fjórða plássinum. Ikki minst eftir at tær í fyrsta heimadystinum í ár vóru so sera nær við at koppa VÍF.

Tað er tó ein veruleiki, at VB ? hóast útlendsku arbeiðsmegina ? ikki hevur somu breidd í hópinum, sum tær áður hava havt. Bulurin av heimligu leikarunum er í løtuni ikki nóg sterkur, og hóast útlensku leikararir sjálvandi eru ein góður styrkur, so megna hesar ikki einsamallar at vinna dystirnar.


Dysturin í tølum

VB-Neistin 20-24 (10-13)

Málskjúttar:

VB: Gabriella Fekete 11(6), Margreth Augustinussen 3, Sólrun Krosslá 2, Regina Radó 1, Rannvá Augustinussen 1, Jensia Petersen 1, Durita Rouch 1(1)

Neistin: Katrin á Neystabø 7(3), Birita Wardum 5(1), Nildrid Jacobsen 4, Annika Thomsen 4, Gunnleyg Berg 3, Bjørg Patursson 1

Brotskøst: VB 7, Neistin 4

Útvísingar: VB 2, Neistin 5

Dómarar úr StÍF: Pole Hansen og Jústinus Justinussen