Tók føroyskt fólkaskúlaprógv í Filipinunum

- Tað var eitt sindur løgið, men eisini stuttligt og deiligt at síggja øll fyri fyrstu ferð. Tá eg møtti teimum kendi eg ikki øll so væl og kendi heldur ikki nøvnini hjá øllum. Slíkt kann vera ringt at læra, tá man bara hyggur gjøgnum ein telduskíggja, men tað var gott at møta teimum. Tað sigur Ragnhild Kunoy Sharp, ið seinastu tvey árini hevur gingið í skúla í Skúlanum á Fløtum hóast hon býr í Filipinunum. Seinastu vikurnar hevur hon verið í Føroyum í samband við endaligu próvtøkurnar

Juni mánaðin er tann tíðin á árinum tá gøturnar í býum og bygdum kring Føroya land eru fyltar av fegnum pisum við hvítum húgvum á høvdinum, ið bera boð um, at eitt fleiri ára langt stríð við bókum, próvtøkum og stílum er komi at enda og lokið prógv vunnið.

Samstundis floyma sosialu miðlar yvir við myndum frá familjum og foreldrum, ið ynskja at deila gleðina við vinum og kenningum nú teirra børn eru liðug við fólkaskúlan, miðnám ella hægri útbúgving.

Ein serlig løta
Í so máta var einki nýtt undir sólini, tá prógvhandan var í Skúlanum á Fløtum mikukvøldið, har hundraðtals av foreldrum og familjulimum vóru til staðar fyri at gleðast við teimum, ið vóru liðug við fólkaskúlan.

Kortini var nakað heilt serligt við hesi løtuni, tí tá næmingarnir í 9.ð fingu handað prógv, var ein genta, ið fekk prógv, ið foreldrini aldrin høvdu sæð til ein føðingardag, á floksmyndum ella til nøkur av tiltøkunum í skúlanum. Heldur ikki høvdu tey møtt foreldrunum hjá viðkomandi næmingi til nakran foreldrafund í skúlanum.

Gentan var Ragnhild Kunoy Sharp, ið hóast hon seinastu tvey árini hevur gingið í 9.ð í Skúlanum á Fløtum, fyri fyrstu ferð møtti sínum floksfeløgum andlit til andlit fyri tveimum vikum síðan til fyrstu munnligu próvtøkuna.

Úr Filipinunum til Føroyar
Tí meðan hennara floksfelagar hava gingið til undirvísing í gamla skúlanum á Argjum, hevur Ragnhild Kunoy Sharp fylgt undirvísingini gjøgnum eina teldu á Filipinunum. Skúlin hevur nevniliga gjørt íløgu í útgerð, ið hevur loyvt henni at fylgt allari undirvísing, luttikið í tímum og bólkaarbeiði og eygleitt ymiskar royndir í lívfrøði og alisfrøði gjøgnum netið.

Higartil hevur hon eisini tikið allar próvtøkur gjøgnum netið í samstarv við Próvstovuna, Skúlanum á Fløtum og donsku sendistovuna í Filipinunum, men kom til Føroyar í samband við tær endaligu munnligu royndirnar. Og tað var fyrstu ferð, at hon stóð andlit til andlit við teir floksfelagar, ið hon higartil bara hevur sæð gjøgnum ein telduskíggja.

- Tað var eitt sindur løgið, men eisini stuttligt og deiligt at síggja øll fyri fyrstu ferð. Tá eg møtti teimum kendi eg ikki øll so væl, og kendi heldur ikki nøvnini hjá øllum. Slíkt kann vera ringt at læra, tá man bara hyggur gjøgnum ein telduskíggja, men tað var gott at møta teimum, sigur Ragnhild Kunoy Sharp um serligu støðuna.

Hon er tann fyrsti næmingurin í Skúlanum á Fløtum, ið hevur lokið fólkaskúlaprógv við hjálp av einari fjarlestrarstovu, og metir hon sjálv, at tað bara hevur riggað væl.

- Onkuntíð var tað eittt sindur strævið, tí eg fekk ikki verið við, tá tey fóru út onkrastaðni ella gjørdu ymiskar royndir. Til tíðir hevur internetið eisini verið ov vánaligt. Men sum heild hevur tað verið ein góð uppliving, sigur hon.

Rørandi løta
Ragnhild Kunoy Sharp var ikki einsamøll um at halda, at tað var ein serlig løta, tá hon brádliga stóð yvirav teimum, ið hon higartil bara hevur sæð gjøgnum ein telduskíggja. Fríðhildur Didriksen hevur verið flokslærari hjá 9.ð og Ragnhild og helt hon tað vera nakað serligt, tá hon møtti Ragnhild og mammuni í samband við próvtøkurnar.

- Hon hevur verið ein partur av klassanum í tvey ár, men higartil havi eg bara sæð hennara andlit og armar. So tað var ein rørandi løta at møta mammuni og henni. Hon var tann sami persónurin, ið eg havi fingið fatan av frá okkara samskifti, sigur Fríðhildur Didriksen.

Hóast talan hevur verið um eina óvanliga og krevjandi uppgávu at undirvísa einum heilum flokki og samstundis hava ein næming, ið sat og fylgdi við hinumegin jørðina, hevur Fríðhildur Didriksen verið glað fyri hesi árini.

- Tað hevur verið fantastiskt, at tað hevur borið til at undirvíst einum næmingi, ið hevur verið so langt burtur. Og at hon sjálv hevur luttikið í undirvísingini. Hon skal eiga tað, at hon hevur verið ótrúliga ágrýtin. Meðan vit hava sitið út á seinnapartin, hevur hon sitið langt út á kvøldið har. Faktiskt hevur hon luttikið á jøvnum føti við hinar næmingarnar, hevur latið uppgávur inn og lisið upp á, sigur flokslærarin.

Móðurmálið
Ein av beinleiðis orsøkunum til, at foreldrini hjá Ragnhild Kunoy Sharp ynsktu, at hon bleiv partur av føroyska fólkaskúlanum, var ynski um at veita henni undirvísing í føroyskum.

- Samstarvið við Skúlan á Fløtum hevur givið henni møguleikan at læra føroyskt og tað eri sera takksom fyri. Tað hevur verið eitt baks at veri einsamøll um at læra hana føroyskt. Tí tað er so lætt at gloyma málið, tá man er einsamallur føroyingur í eini aðrari mentan, sigur Monika Kunoy Sharp.

Tí var tað eisini nakað heilt serligt fyri mammu og dóttir, tá hon til munnligu próvtøkuna í føroyskum kundi koma út, og fortelja mammuni, at hon hevði fingið eitt 12 tal.

- Eg eri bara so errin og takksom fyri, at hon dugir so væl føroyskt nú, at hon fær góð próvtøl, sigur mamman.

Eingin rættindi
Prógvið hjá Ragnhild Kunoy Sharp er ítøkiliga úrslitið av einari royndarverkætlan, ið Skúlin á Fløtum byrjaði upp á í fjør, tá foreldrini hjá Ragnhild, Monika og Tim Sharp, vendu sær til skúlan.

Monika er úr Klaksvík, meðan Tim er amerikanari. Seinastu gott 25 árini hava tey bæði virkað sum trúboðarar í Filipinunum, har tey búgva við sínum trimum døtrum. Heima við hús tosa tey fyrst og fremst føroyskt og ynskir familjan, at børnini fáa eina føroyska fólkaskúlaútbúgving.

- Arbeiðið hjá okkum kann líknast við hermenn ella sendifólk. Vit eru send úr Føroyum. Vit eru ikki statsborgarar har ella eru flutt fyri arbeiði. Tí hava hvørki vit ella okkara børn nøkur rættindi í Filipinunum. Tað liggur eisini í tí, at hon ein dag skal aftur til Føroyar. So á ein hátt er hon heimleys í Filipinunum, tí hon hevur eingin rættindi, greiðir Monika Kunoy Sharp.

Tá tað sostatt er sannlíkt, at dóttirin vendir aftur til Føroyar, tá hon skal nema sær útbúgving, var tað eisini neyðugt, at hon bæði lærdi málið, men eisini fekk eina útbúgving, ið gevur atgongd til føroyskar miðnámsskúlar.

Skúlaleiðslan vísti vælvild
Fyrst royndi familjan at kanna møguleikan hjá dóttrini at taka fólkaskúlaprógv í Klaksvík, men tá skúlin har noktaði vendu tey sær til Skúlan á Fløtum. Og har fingu tey játtandi svar. Og nú dóttirin hevur fingið prógv, fegnast foreldrini enn einaferð um ta hjálp, ið skúlin hevur verið.

- Vit eru takksom fyri Tórshavnar kommunu, men serliga fyri skúlastjóran Regin Marnersson og 1. varaskúlastjóran Martin Karl Olsen. Tá vit vendu okkum til teirra sóu teir bara møguleikar, vóru við upp á tað og hildu hetta vera eina spennandi verkætlan, ið kundi mennast so at aðrir næmingar fingu ágóðan av hesum, sigur Monika Kunoy Sharp og leggur afturat.

- Um hon nú velur at flyta til Føroyar, hevur hon fría atgongd til allar miðnámsútbúgvingar, tí hon hevur eitt gott fólkaskúlaprógv. Hon hevði ikki havt hendan møguleikan uttan tilboðið frá Skúlanum á Fløtum, greiðir mamman frá.

Hava eina skyldu
Regin Marnersson, skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum, minnist væl dagin tá hann fekk fyrispurningin frá Sharp familjuni, um hetta lat seg gera.

- Tað fyrsta vit hugsaðu var, at hetta var ein rættiliga serligur tørvur, men hann var ikki so serligur, at hann ikki átti at kunna lýsast, og var heldur ikki so serligur, at eingin átti at kunna dekka hann. So eg og Martin Karl Olsen tóku ein heilan dag úr kalendaranum og tosaðu um hvat vit kundu gera, minnist hann aftur á.

Aftaná at hava tosað við onnur starvsfólk í skúlanum komu teir báðir til ta niðurstøðu, at tað var ein ávísur tørvur fyri eini slíkari skipan í Føroyum.

- Tað er ein málbólkur av føroyskum næmingum, ið áhaldandi detta niðurímillum. Tað eru børn hjá trúboðum, hjá sendifólkum og teirra starvsfólkum uttanlands og børn, sum hava foreldur, ið hava so mikið serlig størv, at foreldrini mugu flyta av landinum í styttri ella longri tíðarskeið, sigur skúlastjórin og leggur afturat.

- Tað typiska mynstrið, ið vit síggja hjá hesum børnum, er at tá tey eru liðug við 9. flokk, flyta tey heim til Føroyar og halda tey kunnu byrja á miðnámsskúla. Men tað kunnu tey ikki, tí tey hava einans fingið undirvísing heima ella úr onkrum amerikanskum brævskúla og lúka tí ikki treytirnar at sleppa inn á føroyskt miðnám. Í staðin mugu tey tí taka 9. floks prógv á kvøldskúla.

Hóast hetta er ein trupulleiki hjá nøkrum børnum, so er tað sum so einki, ið talar fyri, at tað er ábyrgdin hjá júst Skúlanum á Fløtum at lofta hesum børnum. Men tá man kortini hevur valt at fara undir hesa verkætlan, er tað tí man sum størsti fólkaskúli í landinum kennir eina ávísa ábyrgd.

- Um nakar skal klára at loysa hesa uppgávuna í Føroyum, so má tað vera ein av teimum størri skúlunum. Og tá vit eru tann størsti fólkaskúlin, hava vit eisini eina serliga ábyrgd at vísa á loysnir fyri slíkar serligar avbjóðingar. So sjálvt um uppgávan tyktist at vera ómøgulig, so settu vit okkum fyri, at vit skuldu loysa hana. Tí vendu vit okkum aftur til foreldrini beinanvegin og søgdu, at vit ynsktu at loysa uppgávuna. Vit vistu ikki hvussu, men hon skuldi loysast, sigur Regin Marnersson.

Øðrvísi skúladagur
Í fyrstu atløgu fór skúlin undir eina royndarskipan við føroyskum og donskum, men skjótt bleiv tað víðkað, so at Ragnhild Kunoy Sharp tók lut í allari undirvísing uttan ítrótti.

- Í 9. flokki fekk hon fult skema. Tað gekk ordiliga gott. Einasta avmarking var, at hon fekk ikki veri við til ítrótt og til tær praktisku royndirnar í lívfrøði og evnafrøði. Til tær mátti hon bara fylgja við á skerminum. Og tá tey fóru út at gera ymiskt høvdu tey ein iPad við, so at hon fekk fylgt tí, ið gekk fyri seg. Hon var eisini partur av bólkaarbeiði við øðrum og koyrdi fingurin upp í tímanum, um hon hevði ein spurning ella visti svarið, sigur mamman.

At búgva í Filipinunum og ganga í skúla yvir netið hevur tó nakrar øðrvísi avbjóðingar við sær, ið føroyskir næmingar vanliga ikki stríðast við.

- Vit búgva í 3. heiminum og tað merkist, at interneti er ikki eins gott her. Streymslit og jarðskjálvtar eru millum annað beinleiðis orsøk til, at vit missa internetsambandið í hvørt fall eina ferð um vikuna, sigur Monika Kunoy Sharp og vísir eisini á, at tíðarmunurin er rættiliga stórur.

- Um veturin eru tað 8 tímar á muni og um summarið eru tað 7 tímar á muni. So tá hon fer í skúla klokkan 15 ella 16 um dagin, situr hon til undirvísing til á midnátt. Vit máttu bara venja okkum við, at tá vit fóru í song, so sat hon til undirvísing í Havn.

Ein sólskinssøga
Nú Ragnhild Kunoy Sharp hevur lokið prógv í Skúlanum á Fløtum er fyrsti persónurin farin gjøgnum verkætlanini. Og tey sum varða av verkætlanini eru bara stak væl nøgd við úrslitið.

- Hetta er ein sólskinssøga alla vegin ígjøgnum. Sjálvandi er tað eitt eyka trýst á okkum sum skúli og sum lærarar, men hetta hevur nakað við at vera opin, rúmligur og jaligur. Tey tingini mugu til fyri at fáa slíkt at virka. Eg má eisini siga, at flokslærarin hevur gjørt eitt fyrimyndarligt arbeiði, sigur Martin Karl Olsen, 1. varaskúlastjóri í Skúlanum á Fløtum.

Monika Kunoy Sharp er eisini skjót at vísa á, at flokslærarin, Fríðhildur Didriksen, eigur sín stóran lut í, at verkætlanin hevur eydnast so væl.

- Hon hevur verið serstakliga dugnalig. Hon hevur megnað at fingið dóttrina við í undirvísingina, og tá onkur bók hevur manglað, hevur hon skannað hvørja einstaka síðu inn og sent tað gjøgnum netið, tí tað tekur fleiri mánaðir at senda slíkt við posti. Hon hevur gjørt eitt framúr stórt arbeiði, sigur Monika Kunoy Sharp.

Við einum 9. floks prógvi frá Skúlanum á Fløtum eru tankarnir hjá Ragnhild Kunoy Sharp eisini farnir at snúgva seg um hvat næsta stig verður.

- Eg veit ikki heilt hvat ætlanin er nú. Vit fara aftur til Filipinurnar og verið eg har í eitt ella tvey ár aftrat. Síðan hugsi eg at koma aftur til Føroyar fyri at ganga á student ella eini aðrari miðnámsútbúgving, sigur Ragnhild.