Í undanfarnum pørtum hevur verið greitt frá tveimum skipsbrotum undir Íslandi, har eg eins væl kundi fingið eina váta grøv. Hesar hendingar spældu væl av. Men tað eru mong onnur dømi um, at skip eru forlist undir í Íslandi, og allir menn eru farnir. Talan er um hundraðtals føroyskar fiskimenn, sum hava fingið eina váta grøv á hesum leiðum. Hetta hevur skapað ein serligan lagnufelagsskap millum føroyingar og íslendingar. Íslendingar og føroyingar meta ikki hvønn annan sum útlendingar.
Fyrsta skipið var Vestfart
Nú er tíðin komin, at eg gerist skipari. Fyrsta skip eg førdi var Vestfart hjá Debes Christiansen í 1955-56.
Fyrst kann verða nevnt, at Debes var sonur Kristian í Hvannasundi, sum eisini var kendur sum skipari og reiðari. Hann var beiggi Sámal í Hvannasundi, hvørs ætt vit høvdu eina grein um í summar. Teir í Hvannasundi vóru kendir fyri at vera góðir reiðarar, og tað kann eisini sigast um Debes.
Í saltfiski var skipanin tann, at tað vóru settir landingarprísir av eini saltfiskanevnd. Debes hevði turkihús og virkaði fiskin sjálvur. Við uppgangandi prísum kundi vinningur gerast av hesi framleiðslu. Hendan vinning kundi Debes hildið fyri seg sjálvan. Tað gjørdi hann ikki. Hann býttu vinningin við manningina.
Her skal eisini vera nevnt eitt annað dømi, sum eisini lýsir Debes. Manningin á teirra skipum treivst so væl, at hon ofta bleiv verandi alt sítt arbeiðslív. Ein av hesum var Eliesar í Múla, sum var ógiftur. Síni seinastu ár búði hann hjá Debesi, og hann doyði út frá honum.
Vestfart var eitt skip, sum fyri kortum var keypt úr Danmark. Tað var skjótt, at eg sum skipari fekk trupulleikar. Tá ið vit komu yvir á Kappan, nú stýrir skipið ikki.
Tá høvdu vit mist róðrið. Vit lógu har og manøvreraðu at gera eitt bráfengis róður til. Vit tóku bummin, negldu so flekiborðið á og settu so ketu í neðra. Tá kemur ein týskari og bjóðar seg til at sleipa okkum. Tað vildu vit ikki, tí hetta kom at kosta eina formúu. Teir fóru vist at taka eins nógv fyri tað, sum Vestfart var verdur. Eg helt, at hetta fóru vit at klára sjálvir. Eg riggaði so róðrið til. Tað vóru tveir lummar á mesaninum. So koyrdi vit talju gjøgnum lummarnar har, síðan um gelendarin og so stýrdu vit við rattinum. Hann gekk einar nýggju míl við hesum róðrinum.
Nú síggja vit eitt skip. Vit høvdu onga positión tikið og tað var so tjúkt. Tá er tað ein norðmaður. Eg fekk ikki positiónina frá honum, men hann vildi sleipa okkum. Eg helt kortini, at vóru vit komnir so langt, so fóru vit at klára tað sjálvir. Men eg fekk tó tikið sólina og harvið positiónina seinni. Tað gekk annars gott, og vit komu í øllum góðum inn til Reykjavíkar. Her var tað føroyingin Petur Vigelund, sum var bedingsmeistari. Tað gekk nokk so skjótt fyri seg at fáa róðrið gjørt, einar 14 dagar.
Tað bleiv ov seint at fara til Grønlands. So vit fóru á Eysturlandið og fiskaðu mest brosmu. Tað var ikki toskatíð tá, og vit saltaða veiðuna. Tað gekk nokk so gott. Vit fingu 500 skippund av brosmu.
Vit skuldu á sild við gørnum, og so fóru vit heim. Vit fingu sera nógva sild hetta árið. Eg førdi Vestfart í eini trý ár. Hann tók einar 600 tunnur og var eitt av teimum stóru skipunum á sild. Vestfart var ein góður sjóbátur.
Seinni førdi Ássvein Mikkelsen undan Gøtueiði Vestfart í fleiri ár. Hann fekk eisini ofta nógva sild.
Tá var hann, sum skrivar hesa greinarøð, eisini við. Var millum annað við seinasta sildaárið í 1968. Tað gekk illa fyrst á túrinum. So var farið norður eftir. Tá fekst ein rimmarseta, og túrurin varð bjargaður.
Árið eftir fekst at kalla ikki ein sild. Tað vóru fleiri sum ikki kundu trúgva, at sildin veruliga kundi vera horvin, so nógv sum hevði verið til av henni. Ein av hesum var Jákup Frederik Øregaard, sum var maktfullur løgtingsmaður í nærum 40 ár. Hann fekk eina ferð í 1970-unum skipað fyri, at tað almenna skuldu fíggja enn eina roynd við gørnum á vanligu sildaleiðunum. Tað var Brimnes við roynda skiparanum Hans á Norði á Toftum, sum fekk hesa uppgávu. Men sama gjørdi. Teir fingu ikki inn í eygað.
Gott ummæli frá Jógvani Sofus
Jógvan Sofus Ferjá við Gjógv hevði eina frásøgn um Tórhall í greinarøðini, sum vit høvdu við hann og konu hansara Dinnufíu í vár. Hann segði:
“Eg var saman við Tórhalli Andreassen í 1956 á sildaveiða við gørnum við Vestfart. Tað var so seint upp á árið, og tað var einki veður, og afturat tí var so lítið at fáa. Ein dagin spurdi hann meg, um eg átti nakra saltsild heima. Eg sigi nei. »Far og salta tær nakrar sildir,« sigur hann. Eg sigi, at eg kann ikki, tí eg eigi onga tunnu og einki salt. »Fá tær bara salt og tunnu og salta tær upp í tunnuna.« Eg skal rósa Tórhalli í allar mátar.
Seinni kom hann sum stýrimaður umborð í Smyril (Dúgvan). Eg var avloysari har. Tað hevur eingin stýrimaður fyrr sagt við meg, at nú skal tú koma at læra meg, hvat eg skal gera! Vit vóru óalmindiliga væl. Eg havi alt gott at bera honum.”
Yvonna
So fór eg við Yvonnu til Ný Foundlands við línu. Hon var ein stór skonnart, sum tók 1.200 skippund ella meira enn teir fyrstu stállínubátarnir, sum komu nakað seinni. Vit hildu nokk so nógv til í Bona Vista í New Foundlandi. Júst í Túni hevur verið nógv har, og hann hevur verið ein góður umboðsmaður fyri føroyingar á hesum leiðum. Hann var væl kendur har yviri. Tað var jú Júst, sum byrjaði fiskiskapin á hesum leiðum í nýggjari tíð við Atlantsfarinum í 1956, og árini aftaná við Brestir. Tað er so gott, tá ið teir fáa álit á føroyingar.
Har var ikki lætt at royna. Tað var eingin radari, og tað var altíð ein so forferdilig toka.
Vit vóru eisini á sild við Yvonnu. Sildatíðin plagdi at vera frá sumrinum og fram til oktober. Tá øtlaði veðrið vanliga, og tá ið hetta hendi, góvust skipini eisini. Men so var tað, at vit vóru komnir fitt út í oktober, og vit høvdu bert hálva last. Tá helt eg tað vera vert at fara at royna eitt sindur norðari. Hetta dámdi als ikki manningini, sum hevði hug til at sýta fyri at seta gørnini aftur. Men at seta kravdi tó ikki so nógva manning. Eg orðnaði at byrja at seta á ymiskum dýpum 27 og 17 favnar. Tá var størri møguleiki at fáa í. Dýpið var regulerað við stroppum. Tá varð so smekkfult av sild í gørnunum. Tað tók tveir dagar at draga, og vit reinsaðu framvegis, tá ið vit komu inn ímóti landi. Hervið var túrurin eisini bjargaður. Soleiðis kundi tað vera á sildaveiðu. Ofta kundi vera lítið í gørnunum, men so kundi eisini gerast so nógv, at stórur partur av tunnunum kundu fyllast eftir eini setu.
Aftaná var eg eitt ár á sild við St. Jaques. Eg havi alt gott at bera suðringum. Teir vóru góðir menn at vera saman við.
Thorstein Vilhelm var reiðari á Yvonnu. Hann varð seinni kendur sum formaður í Arbeiðsgevarafelagnum og næstformaðir í Reiðarafelagnum í mong ár. Beiggi hansara Victor var reiðari á St Jaques.
Búgvin
So førdi eg Búgvan í nøkur ár. Hann var nýggur bátur, bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju í 1957. Hann var 68 føtur langur, 19 føtur breiður og 8,5 føtur djúpur. Støddin var 68 tons brutto og motorurin var ein Alpha diesel 174 hk.
Tað var p/f Kimbil í Havn, sum fekk skipið bygt, og felagið yvirtók skipið 12. apríl 1957. Búgvin var fimta skipið, sum Tórshavnar Skipasmiðja bygdi, og var hann eisini seinasta træskipið, sum varð bygt har. Seinni bygdu teir fleiri stálskip. Búgvin var betur útgjørdur enn hini skipini, teir høvdu bygt. Hann var tiltikin vakur og snotiligur.
Búgvin var ætlaður at vera boðið uppá framtíðina hjá útróðri. Tað varð tó bert ein bátur bygdur av hesum slagnum.
Fyrstu árini førdi Wolfang bróður Búgvan, men tá ið hann fór við Grím Kamban, gjørdist eg skipari.
Hann var ein deiligur bátur og vit fiskaðu nógv við honum eisini. Hann var sera væl bygdur. Hann hevði tvey lugar og messu har afturi, og hann var sera væl innrættaður. Vit vóru 12 mans við.
Eg minnist eina ferð vit lógu á Mykinesgrunninum og fingu grúiliga nógvan fisk. Vindurin var av landnyrðingi. Eg visti, at fóru vit at sigla eftir Mykinesi fingu vit ikki sett dagin eftir. Í staðin fóru vit út á Føroya Banka, og har var smekkfult av fiski.
Tá ið vit vóru komnir á Førya Banka var liðugt at egna. Vit settu og fingu 420 kurvar av berum toski á eini setu. Vit shelfaðu um alla lastina. Hetta merkir, at tað er bert eitt lag av fiski á hvørji hyll, og fiskurin verður lagdur oman á ísin. Tað var flottur fiskur at síggja. Vit gjørdu ein roktúr. So spyrji eg manningina, teir vóru troyttir, um vit ikki skuldu taka agn og seta á Munkagrunninum. Tað var sera góður streymur. Jú, tað hildu teir eisini. Vit vóru tríggjar dagar á Munkagrunninum, og tá lógu vit aftur á Havnini við smekkfullum báti. Meginparturin var toskur. Tað var ein grúilig drift, sum var tá. Vit fingu ofta eini 500 pund uppá stampin. Til sammetingar kann nevnast, at vanliga verður 100 pund roknað fyri at vera gott. Man skuldi duga væl at royna á Munkagrunninum.
Poul Hansen hugsaði um manningina
Vit vóru ikki í saltfiski, men vit plagdu at fara til Íslands at fiska kalva. Vit vóru har vesturi móti Reykjanesrygginum. Vit fingu eisini nógvan kalva. Eina ferð settu vit fimm setur, og tað vóru 40.000 pund.
Eg var til eina jarðarferð nú um dagarnar. Tá møtti eg einum manni, sum klappaði mær niður á herðarnar, hann segði: ”Minnist tú, tá ið 76 kalvar lógu á dekkinum hjá okkum. Eingin var niðanfyri 2-300 pund.” Tað hevur verið ein flott sjón.
Poul Hansen var reiðari, og hann keypti kalvan og sendi hann niður. Poul var ein sera góður reiðari. Hann spurdi altíð, hvat var best at gera.
Sigast kann eisini at Aksel hjá Poul hevur verið óførur. Teir vóru allir sera fittir menn. Hetta var ikki minst galdandi fyri hin gamla. Eg minnist, at vit einaferð komu inn við Búgvanum seint um kvøldið, illveður var av landssynningi. Tá stóð gamli undir havnarskrivstovuni. Tá mátti vit koyra stamparnar upp har yviri, tí tað var ikki liggjandi hinumegin. Tá sigur hann: ”Tú fert ikki avstað í kvøld! Bíða til tað er ljóst í morgin.” So nógva umhugsan hevði hann fyri fólkinum. Tað helt eg eisini í fyrsta umfari. Í hesum veðrinum var ikki hugaligt at fara í myrkri, man sær so illa fyri sær. Skipið var fult av fiski. So sigur hann: ”Góðan túr niður.” Vit gjørdu okkum lidnar, og so tonkti eg við mær sjálvum: ”Eg fari at andøva eitt sindur úteftir.” So vit gjørdu kubbið at fara avstað beinanvegin. Vit seldu øgiliga gott hendan túrin.
Búgvin tók um 400 kassar.
Vit fingu eisini nógva sild við gørnum um sumrini. Hann tók tó ikki so nógv. Vit kundu hava 400 tunnur, og tá var nógv av tunnum á dekkinum. Hann tók nakað yvir 200 tunnur í lastina.
P/f Kimbil seldi búgvan til Martin Clementsen seinast í 1973. Martin førdi hann, til hann sakk vestan fyri Koltur í 1975. Hann fekk ein so stóran leka, at har var einki at gera. Teir kundu ikki siga, hvørjum lekin var komin av.
Fór við Venus og keypti Poll
Eg fór av Búgvanum í 1962. Tá fór eg at føra Venus, sum var ein av teimum nýggju línubátunum, sum var bygdur í Noreg. Reiðari var Eivind Rasmussen í Sandavági. Eg mundi vera úti við einum ári við honum.
Tá keypti eg Poll frá Kjølbro. Hetta skip var í góðum standi, tí Kjølbro hevði fá ár frammanundan riggað Poll til strandfaraskip fyri gamla Britons Pride. Tað kom tó ikki so langt, og teir bygdu í staðin ein nýggjan Pride. Við Polli drivu vit bert veiðu við línu. Vit ísaðu fiskin umborð og landaðu í Klaksvík. Aftaná nøkur ár seldi eg Poll til Demmus Hentze á Sandi. Hann sakk nøkur ár seinni, og Demmus fekk sær Hoyvíking.
Forlistur triðju ferð
Nógvir koma gjøgnum sjólívið uttan nakað óhapp. Eg havi upplivað meira enn tey flestu í so máta. Eg havi heilar tríggjar ferðir verið við at ganga burtur. Eg havi greitt frá hendingunum við Havfrúnni og Jón Benadiktsson. Men hetta hendi so eina ferð afturat.
Eg hevði ein 28 fót glasfiburbát og royndi við hemaralínu. Einaferð hevði eg júst sett hemaralínuna, og motorin steðgaði. Tá sá eg, at sjógvurin fossaði inn í bátin. Vit vóru tveir mans við, hin var Finnur Bærentsen, ættaður av Sundi. Bjargingarbáturin var uppi á stýrihústakinum. Vit sóu skjótt, at her var lítið at gera. Vit blástu bátin upp og fara í hann. Tá vísti tað seg, at báturin lak um ein ventil. Hetta var ein ring støða, so vit royndu at koma okkum uppí aftur tann søkkandi bátin. Men tá sakk hann, og hjá okkum var einki at gera. Vit fingu tó sent rakett upp, og tað var so heppið, at Smyril sá okkum og tók okkum umborð. Tá var lítið av luft eftir í gummibátinum, og vit stóðu uppundir hendur í sjógv.
Hepni var eisini við okkum á annan hátt. Vit høvdu beint verið til eftirlit. Tá vísti tað seg, at tað var ikki øll bjargingarútgerð umborð, sum fyriskrivað er. Tað var nevniliga eingin rakett. Rakkettir fingu vit so umborð, og hetta bjargaði okkum.
Tað vísti seg, at tað var ein fabriksfeilur við gummibátinum. Tað hevði eisini verið galið við bátum í Danmark og var hetta nógv umrøtt í donsku fjølmiðlunum.
Annars hevur Torleif Johannesen boðað frá, at hann er við at skriva eina meira útgreinaða grein um hesa hending, sum væntandi kemur í Trúboðan seinni.
Bjargaðu stórum ferðamannaskipi
Eg sigldi eisini fleiri ár við danska frystiskipinum Copenhagen Reefer, sum var í rutu millum Europa og Amerika við frystum fiski. Eg var 2. stýrimaður við hóast eg ikki hevði fullgyldig papír. Men mínar royndir í Grønlandi vórðu mettar at uppviga hetta. Hetta kom eisini at standa sína roynd.
Tað var ein sunnudag, eg stóð á brúnni á Iceflower. Vit lógu við kaj í Holsteinsborg. Nú kemur eitt stórt ferðamannaskip ”Europa” inn eftir. So sigi eg við meistaran, sum er á brúnni: ”Eg vænti, at tað verður ikki gott hjá honum at koma inn í hesum veðrinum.” Fyri tað fyrsta var plássið at ankra í so lítið, og tað er eisini ringur haldibotnur. Tað kundi vera ringt at fáa akkerið fast í botn.
Hann kom so inn í øllum góðum og koyrdi bæði akkerini út. Hann steðgaði ikki á, og skipið fór beint á land. Har lá hann so, og tá ið ein løta er gingin, kemur ein bátur umborð til okkara við skiparanum á Europa at spyrja eftir okkara skipara. Eg vakti so skiparan, so tosaðu teir saman. Síðan spurdi hann skiparan hjá okkum, um vit kundu royna at sleipa hann út frá aftur. Tað var fjarandi sjógvur tá. Skiparin hjá okkum gav so boð um at gera klárt. Tá var batnandi veður. So orðnaði okkara skipari, at vit skuldi sigla hinumegin eitt sker og so lora ankarið. Síðan loraðu vit okkum móti ferðamannaskipinum, og vit settu fast á skipið. Tað gingu einir seks tímar at rigga hetta til. Um kvøldið var blivið stilli og fínasta veður. Tá tað var hægsta flóð varð koyrt full ferð á skipið, samstundis sum tað varð hivað við ankarspølunum. Tað gekk ein hálvur tími, so loysnaði.
Um hetta ikki riggaði, hevði verið neyðugt at fingið ein sleipibát frá Hollandi, og tá høvdu gingið einir sjey dagar, áðrenn nakað kundi gerast. Martin Nielsen av Tvøroyri var skipari.
Barometurstandurin gjørdust so høgur hetta summarið. Hetta merkir fjøra, og tá kundi gingist long tíð, áðrenn teir sluppu út aftur. Europa hevði fimm skrúvur. Tríggjar av teimum fóru beinanvegin. Nógv ferðafólk vórðu send heim við flogfari og Europa fór heim á beding. Tað er óneyðugt at siga, at ein slík bjarging gav eina góða bjargingarløn, tí her vóru jú stór virði, sum vóru bjargað.
Seinni árini var sjólivið meira friðarligt. Eina tíð var eg við Thorshavn hjá Ríkisumboðnum, sum mest liggur við bryggju.
Onkran túr havi eg verið á Íslandsrygginum við Ågot, sum synirnir hjá beiggja mínum Hjalgrim, reka.
Giftist við skúlafelaga
Í 1951 giftist eg við Rigmor Dam, sum eisini er frá Norðskála. Vit eru nakað javngomul og hava gingið í skúla saman.
Hennara ætt er henda:
Albert Dam, 1894-1964, giftist við Elin Kathrinu Rasmussen, 1896-1992, og tey fingu 9 børn, sum komu til (1-9):
1 Johanna Kathrina Elisabeth Dam, 21.01.1919-25.03.1993, g.v. Hjalmari Davidsen úr Æðuvík, 1918-1965. Tey búðu við Saltangará.
2 Jógvan Dam, 03.02.1921-02-01.1999, 1. g.v. Halldóru Johannesen úr Funningsfirði, 1929-1957.
2. g.v. Herminu Hermansen úr Hósvík, 1928-2000.
3 Simona Dam, f. 01.10.1922, g.v. Peturi Midjord á Argjum.
4 Jacoba Dam, 27.07.1925-13.02.2004, g.v. Hjalmari Johannesen við Norðskála, 1918-2004.
5 Rigmor Dam, f. 26.08.1927, g.v. Tórhalli Andreasen, f. 1928 við Norðskála, búgva á Argjum.
6 Alberta Dam, f. 06.09.1929, g.v. Hans Karl Hansen í Havn, 1910-1968.
7 Sigmunda Dam, 02.06.1931, g.v. Johannes Knudsen í Keypmannahavn, 1924-1978.
8 Wernar Dam, f. 11.07.1932, g.v. g.v. Onnu Jacobsen, f. 1932 á Oyrarbakka.
9 Andrea Dam, f. 13.04.1934, g.v. Hjørleif Álaberg, f. 1932 í Sørvági, búgva á Argjum.
Av hesum eru Johanna, Jacoba og Jógvan deyð.
At vera gift við einum fiskimanni setir altíð krøv til konuna heima. Hetta er ikki minst galdandi í okkara føri. Fyrsta árið vit vóru gift var eg 19 dagar heima, og árið eftir 17 dagar.
Mær dámdi bara so stak væl at sigla. Mamma plagdi at siga, at eg mátti hava tvey sett av klæðum, tí hon fekk sjáldan tíð at vaska klæðini, eg kom heim aftur við, áðrenn eg skuldi avstað aftur.
Vit fluttti til Havnar í 1961. Børnini eru: Tóta, Elmar, Hallur og Morid. Abbabørnini eru 12. Rigmor var heima, tá ið børnini vóru smá. Men seinni fór hon at arbeiða sum heimahjálp, og tað hevur hon verið í 27 ár.
…………………………………….
Skal setast sum ein serlig grein á seimastu síðu.
Poul Hansen var óførur
Tórhallur og hansara brøður hava fyrst og fremst verið húkamenn. Teir hava siglt nógv við línuskipum. Vit fara tí í hesi røð at hava nakað av línubátasøgu. Hesa ferð verður tað um Poul Hansen, sum var reiðari hjá fleiri av brøðrunum.
Vit endurgeva her part av tí, sum hevur staðið í FF-blaðnum um virksemið hjá Poul Hansen.
Í 1938 stovnaði Poul Hansen p/f Kimbil, sum keypti trolaran "Stella Argus".
Aftaná kríggið vant reiðaravirksemið hjá Poul Hansen rættuliga upp á seg. Teir keyptu tá "Kallsevni", sum var ein fyrrverandi enskur trolari.
Slóðbrótaravirksemið hjá Poul Hansen byrjaði í 50-unum, tá ið synirnir eisini vóru komnir upp í leikin. Her skulu vera nevnd nøkur av teirra avrikum.
Bacalao
Eitt virki á landi, sum er knýtt at teimum, er Bacalao. Tað er framvegis er ein partur av býarmyndini í Havn.
Poul Hansen hevði fleiri skip, men umstøðurnar at turka fiskin vóru vánaligar, og siglast mátti til fleiri pláss við og eftir fiski og hetta var ov kostnaðarmikið.
Poul Hansen tók tískil stig til at byggja Bacalao, sum skuldi vera eitt turkihús til klippfisk. Í 1953 var farið í holt við byggingina. Aðrir góðir menn vóru eisini við - so sum Esmar Fuglø og Hans Jakku í Smæruni.
Longu í 1956 var Bacalao nógv tann størsti privati arbeiðsgevarin í Havn. Teir rindaðu kr. 600.000 av samlaðu lønarútgjaldingununum uppá 2,4 mio. kr. Telja vit Poul Hansen sjálvan og Kimbil við, so kemur upphæddin upp á 705 tús. kr. ella 29% av øllum lønarútgjaldingunum. Hetta var meira enn dupult so nógv sum tann næsti arbeiðsgevarin í stødd.
Seinni datt virking av klippfiski burtur, og Bacalao var eitt av teimum fyrstu virkjunum, sum fór undir flakaskering. Í nógv ár vóru teir eitt av størstu flakavirkjunum í landinum, sum tóku ímóti einum fjórðingi av tí fiski, sum varð landaður í Føroyum. Tað skal eisini verða nevnt her, at Bacalao var eitt av teimum fyrstu virkjunum, sum byrjaði prískappingina um fiskin við ársskiftið 1989/90, sum gav okkum marknaðarbúskap á hesum økinum.
Seinni endaði Bacalao í Føroya Fiskavirking, men tað er ein onnur søga.
"Funnu" Flemish Cap
Ikki minni slóðbrótandi er teirra virksemi innan fiskiskap. Her skal fyrst nevnast fiskiskapurin á Flemish Cap. Í 1956 leigaði Poul Hansen Atlantsfarið, sum við Júst í Túni sum skipara fór á royndarveiðu á Flemish Cap. Hetta eydnaðist sera væl, og tey fylgjandi 40 árini var hetta ein av okkara týdningarmestu fiskileiðum.
Samstundis byrjaði línubátatíðin, har teir hjá Poul Hansen eisini gingu á odda. Saman við Højgaardsmonnunum á Toftum vóru teir fyrstir at byggja stállínuskip í Noregi, og "Brestir" og "Beinir" komu í 1957. Júst í Túni førdi Brest og Eiler Jacobsen førdi Bein. Hetta ár lótu teir eisini "Búgvan" byggja á Tórshavnar Skipasmiðju. Í 1959 kom "Grímur Kamban", sum Poul Hansen sjálvur átti. Men teir høvdu so tríggjar av hesum nýggju línubátunum, og vóru hesi skip eitt frambrot, tá talan var um umstøðurnar hjá manningini.
Tað vóru hesi nýggju línuskipini, sum fyri ein stóran part áttu heiðurin av, at Føroyar komu seg so væl eftir kreppuna í 50-unum, og at vit tá fingu skip til okkara egnu fiskimenn.
Her skal eisini verða nevnt, at teir hjá Poul Hansen eisini vóru virknir innan endurnýgging av trolaraflotanum. Kimbil bygdi Brand Sigmundarson, og Tórshavnar Trolarafelag, sum teir eisini áttu sín stóra part, Magnus Heinason umleið 1960. Hesir trolarar vóru í mong ár millum teir fremstu í landinum.
Fyrstir við kraftblokki
Tá ið vit koma fyrst út í 60-ini er tað, at kraftblokkurin kemur fram. Her eru tað aftur teir hjá Poul Hansen, sum leggja fyri og gera Brest út við kraftblokki. Hetta var ein heilt onnur vinna enn í dag. Brestir tók kanska 160 t. av sild til ídnað. Men fyrstu árini varð sildin saltað upp í tunnur og manningin taldi einar 25 mans. Seinni fingu hini skipini hjá reiðarínum eisini kraftblokk. Teir fóru seinni burtur úr hesi vinnu, men av teirra framskygni gongur sjón fyri søgn, tá vit síggja, hvussu nógv henda vinnan framvegis gevur av sær til samfelagið.
Veiðan undir Føroyum
Slóðbrótaravirkið helt nú fram við veiðuni undir Føroyum. Tað var allarfyrst í 70-unum, at menn fóru at ásanna, at tað fór at vera á okkara heimligu leiðum, at framtíðarfiskiskapurin fór at vera. Tá bygdu vestmenningar Norðfinn og Vestfinn, og nakað samstundis keypti p/f Kimbil Mýling, sum í meira enn 30 ár hevur fiskað stórar nøgdir av fiski, sum hava givið bæði fiskimonnum og arbeiðsfólki á flakavirkjunum nógv arbeiði og góðar inntøkur. Síðani eru nógv skip komin afturat, og fleiri eru eisini farin burturav, men í dag varðar Aksel Hansen, sonur Poul, av einum lutfalsliga stórum parti av okkara feskfiskaflota.
Tað skal eisini sigast, at teir hjá Poul Hansen altíð hava avroknað væl og skjótt, og reiðaríið hevur eisini havt sera støðuga manning.
Blakaði drotningini riddarakrossin aftur
Sum ungur fór Aksel at arbeiða í Sjóvinnubankanum. Aftan á kríggið fór hann fyrst til Íslands og síðan til Bretlands at fáa sær arbeiðsroyndir. Her arbeiddi hann m.a. hjá kenda fiskakeyparanum Alec White Men umleið 1950 kom hann heimaftur at virka í fyritøkuni hjá pápanum.
Aksel var eisini virkin í Nordafar, og summarið 1959 var hann í Føroyingahavnini at fáa sett flakavirki í gongd har.
Aksel hevur eisini verið við í øðrum virksemi, sum hevur við fiskivinnu at gera. Eitt skifti var hann formaður í Føroya Reiðarafelag, og hann var í mong ár í fremstu røð í Føroya Fiskasølu. Hann hevur eisini verið formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Vanliga er Aksel sáttligur - men tað var hann ikki, tá hann undir kreppuni blakaði drotningini aftur tann riddarakrossin, sum hann hevði fingið frá henni. So illa helt hann seg og føroyingar vera hagreiddar av dønum tá.
Næstu ferð
Í komandi parti fer Tórhallur at greiða nærri frá sínum systkjum. Serligur dentur verður lagdur á sjólívið hjá beiggjunum. Tá koma vit eisini at hava meira av søguni hjá línuskipunum, sum byrjaði fyri 50 árum síðani.