Ein føroyingur, sum av einihvørjari orsøk hevur fingið sær muslimskt navn, og tunesiska kona hansara standa í dag ákærd fyri heili 11 lógarbrot saman og hvør sær.
Nøkur av málunum snúgva seg um falskar upplýsingar til myndugleikarnar í sambandi við eitt arbeiðsloyvi til systir konuna, nøkur snúgva seg um skráseting av einum bili sum vøruvogn, har baksetrini vórðu sett í, skilaveggurin handan frontsetrini var tikin niður og vektmerkið tikið burtur. Alt krøv fyri at bilurin kann vera skrásettur sum vøruvognur.
Maðurin er eisini ákærdur fyri við følskum navni í tveimum førum at hava keypt teldu og annað fyri góðar 18.000 krónur og telduútgerð fyri 7.000 krónur, har rokningin skuldi sendast til uppfunnan mann á uppfunnum bústaði.
Av teimum 11 málunum kundi maðurin bert í eina førinum játta seg sekan, nevniliga í at hava tosað í telefon, meðan hann koyrdi.
Øll sakin er rættiliga drúgv, og roknað verður við, at rættarmálið dregur langt út á seinnapartin.
Samansvørjing
Í morgun hava forholdini um falsan í sambandi við arbeiðsloyvi verið fyri, eins og forholdið við vørubilinum.
Tá søkt verður um fremmanda arbeiðsmegi, bindir arbeiðsgevarin seg til at gjalda innfluttu arbeiðsmegini eina fasta upphædd um mánaðin. Í hesum førinum hevur systir til ákærdu konuna fingið arbeiðsloyvi eftir treytum sum søgdu 10.000 krónur í bruttoløn um mánaðin umframt frían bústað og mat.
Hendan systurin gjørdist tó sjúk mest sum beinanvegin hon kom til Føroya úr Tunis, og hevði tí bert fingið 26.000 krónur í løn eitt heilt ár.
Ákærdu maðurin og konan søgdu seg einki kenna til, at hesar vóru treytirnar, og at systuin hevði fingið løn fyri ta tíðina, hon hevði verið til arbeiðis.
Í førinum við vørubilinum segði ákærdi maðurin seg vera útsettan fyri einari samansvørjing. Hann hevði sett bilin til sølu og onkur áhugaður bað um at síggja hann við baksetrinum í. Hann hevði tí sett hesi leys inn í bilin. Skilaveggin helt hann hava lítlan týdning, og vektmerkini vóru tikin av í sambandi við, at bilurin var umlakkeraður.
Ákærin, Hanna Vang, hevði kallað mann inn frá Akstovuni, sum eftir áheitan frá løgregluni hevði sýnað umrødda bil og kundi staðfesta, at vektmerkið manglaði, skilaveggurin var burtur og at baksetrini vóru ísett og fastbóltað.
Málið heldur sum nevnt fram út á seinnapartin.










