Tór: Eg havi ynskt mær hetta

Tór Birni Dam hevur stórar og sermerktar tatoveringar

Tór Birni Dam í Havn hevur ein risastóra tatovering á yvirkroppi og ørmum, og hann hevur fleiri aðrar minni tatoveringar eisini. Tær seinastu hevur hann gjørt í andlitið.

Tór Birni Dam var 18 ára gamal, tá ið hann í 1982 fekk fyrstu tatoveringarnar. Nøkur ár seinni staðfestu læknar, at hann var eitraður av tatoveringunum, og tær vórðu tiknar burtur við skurðviðgerð. Hann misti tó ikki mótið at fáa sær fleiri tatoveringar, og í 2002 byrjaði hann aftur.

Eftir at Tór var fluttur niður í 2008, byrjaði hann upp á ta stóru tatoveringina, sum umfatar tað mesta av yvirkroppinum og ørmunum.

– Tað byrjaði við, at eg vildi hava eina tatovering av mínum Doberman-hundi á økslina, men eg vildi hava okkurt afturat, og so koyrdi tað har frá, sigur hann í samrøðu við Sosialin.

Tatovørurin byrjaði at gera eina tatovering við fríhond, hon var ikki skitsað upp frammanundan, og tað er hendan tatovering, sum við tíðini vaks seg til eina risatatovering um armar og tað mesta av yvirkroppinum.

– Eg valdi at gera tatoveringina reyða og svarta, og tað havi eg gjørt við grindadrápi í huga. Tað svarta eru hvalirnir, og tað reyða er blóðið, sigur Tór.

Fyri tveimum árum síðani gjørdi Tór tað, sum fá fólk tora ella vilja. Hann tatoveraði seg í andlitið. Fram við eyganum er eitt mynstur og á vanganum er ein krossur. Á hinum vanganum eru tríggjar smáar stjørnur.

– Eg havi altíð ynskt mær at fáa tatoveringar í andlitið, og tá ið konan helt fyri, at eg mátti sjálvur avgera tað, gjørdi eg álvara av tí, sigur Tór.

– Eg havi ongantíð fylgt streyminum, og eg havi ikki fingið mær hesar tatoveringarnar, tí tær eru penar ella ljótar. Eg havi fingið mær tær, tí eg havi ynskt mær tær.

– Eg leggi ikki so nógv í, hvat onnur halda, og eg fái ikki so nógvar viðmerkingar, men kanska er tað tí, at fólk ikki vilja siga nakað. Eg haldi bara, at vit skulu ansa eftir at døma hvønn annan eftir útsjónd, sigur Tór Birni Dam.