kann kommunan ikki vera við til. Eg haldi, at vit fáa meiri pengarnar, um býráðið skipar fyri ansingini. Tosað hevur verið um at gera ein kanning at vita, um foreldur høvdu tikið børnini av bíðilistanum [...] sum flyta til havnar, eru ung húski við børnum, og tað leggur stórt trýst á barnaansingina. Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd hjá býráðnum, sigur, at tað er ikki dagur at børn ikki verða sett [...] byggja bylingshús inni á Gøtu til 42 børn. Til vanliga barnaansing eru 31,3 milliónir settar av komandi ár, og tað eru 7,6 milliónir meiri enn í ár, nú 23,7 milliónir eru brúktar til barnaansing. Kortini verða
sást ongan veg. ? Eg rópti fyri at fáa samband við Samson, men eg fekk einki svar. Eg gekk so oman ímóti, har eg helt hann vera, men har var einki at síggja og einki at hoyra, og eg fekk eina undarliga [...] tað loysti seg ikki at ganga. ? Har var einki annað at gera hjá mær, enn at seta meg niður og at bíða til tað gjørdist ljósari ella til fólk kom at leita. Eg hugsaði um Samson, svágin, sum eg hevði mist sambandið [...] vorðið av honum, og so hugsaði eg sjálvandi um konuna og familjuna heima, sum eg visti fóru at vera bangin um meg, tá vit ikki komu aftur til ásettu tíðina. ? Men sjálvur kendi eg meg alla tíðina tryggan. Tað
burtur í haga minnist eg aftur á við takksemi. Skúlin og húsini á Leiti bleiv heim okra, í 1957 kom eisini kirkjan, og var tú deknur og organistur har til í oktober 1975, tá tú fór til Havnar at búgva. Hetta [...] lærdóm, eg her fekk frá mammu og ter, og tað eri eg ómetaliga takksamur fyri. Tá ein náar ein aldur sum tú at blíva 90 ár, tá veit ein, at sólin er komin vestur á luftina. Men sum tú sjálvur sigur: »Eg taki [...] kemur til hugs ein morgun í mai ?94, okur báðir stóðu úti við Millugarðin á Økrum, tá ein slupp kom við fullum seglum inn um boðarnar í fjørðinum, og tú spurdi meg, hvat hatta var fyri eitt skip. Eg segði
av, at hann ikki kendi seg so birgan longur, og soleiðis fyrireikaði hann meg til, at hann skjótt fór at fara frá okkum. Við brennandi vón um, at hetta ikki var so, royndi eg at eggja hann til lívsmót, kortini [...] vistu vit, at okkurt tinganes var til okkara, og ongantíð minnist eg, at nakar var svikin. Soleiðis var pápi, honum dámdi so væl at gleða børnini, tað, sum honum sjálvum ikki lutaðist vegna trongu barnakor [...] Mundi pápi í slíkum løtum ikki rópa til Várharra um hjálp, og mundi hann ikki eisini vera skjótur at takka Honum, tá ið kríggið var av, og havið aftur lá í silvitni. Tá ið eg tosaði við pápa í seinastuni
men sum tey ikki hava ráð til. Viðhvørt hava vit varhugan av, at tey ikki eru so ovurhondsfegin, tá tey so endiliga høvdu fingið síni ynski uppfylt. Tey smáu byrja við jólakalendara, ikki bert einum, nei [...] Útvarp og sjónvarp hava stórt árin á tað, sum børnini hoyra og síggja. Eg eri persónliga vónsvikin av, at miðlarnir í ár eru við til at avkristna jólini. Hví eg haldi tað? Tað er alt, alt ov nógv nissuprát [...] nissur ? vættrar og so er ein væltalandi jólarotta komin (ístaðinfyri krubbuna?). Álvaratos! Latið børnini ikki missa Jesusbarnið, krubbuna ella einglarnar. Eingil bar gleðiboð: Tykkum er í dag ein frelsari
»kvantitativum« viðgerðarháttum, og hvat hvør teirra kann brúkast til ? og haðan til tulkingina av keldunum. Í hesum sambandi er víst til føroysk venjingardømi og spurningar út frá teimum. Hin fjórði ho [...] dirvið kemur uttan iva við árunum. Alt hetta kunnu vit deilast og kjakast um til dómadags ? og til tess at fáa stundir til hetta futila orðaskifti er at vóna, at dómadagur er langt burtur. [...] vera tað, tað var. Verri var soleiðis reint intellektuelt at góðtaka, at alt, sum ikki kommunistiskt, var frælst og hoyrti til tann frælsa heimin; tí upp í henda frælsa heim vóru roknaðar politiskar leivdir
framtíðina hjá blaðnum, og eg hevði viljað unt Krisjani nógv góð ár afturat, nú fruktirnar av tí, sum hann var við til at leggja lunnar undir, geva úrslit. Mínir tankar leita í kvøld til tykkara, sum hava mist [...] mist. Fyrst og fremst til tín Karlu og børnini Paulu, Fróða og Svein, sum hava mist ein góðan mann og pápa. Á Sosialinum er saknurin stórur, nú Krisjan ikki er longur. Vit drípa høvur í minninum um Krisjan [...] síðan gjørdist hann sjúkur og kom ongantíð fyri seg aftur. Fyri okkum, sum kendu Krisjan, kom andlátið ikki óvart á. Krisjan kom í starv á Sosialinum í januar 1984, og undan tí hevði hann starvast innan fiskivinnu
Jóhannes í Geilini, sum hann varð nevndur her í bygdini, borin til sítt seinasta hvíldarstað. Hann gjørdi ikki nógv um seg, og hann fór ikki langt, men at hann var virdur, og at hann hevði nógvar kenningar [...] verið. Hann treiskaðist og royndi at vera burturi, men tað bar ikki til, og so arbeiddi hann á flakavirkinum so leingi, sum orkan var til tað. Tað mundi meiri vera hugurin enn orkan, sum gjørdi, at hann [...] og hann vann seg ikki aftur. Hann gramdi seg ongantíð, men tað var sjónligt, at arbeiðsevnini viknaðu, og førleikin at gera dagsins gerning, sum Jóhannes altíð hevði gjørt, var ikki, sum hann hevði verið
fer at elva til svarta dagrøkt, og til svart arbeiði, og tað vil eg ikki vera við til. ? Býráðið hevur roynt kontanthjálpina fyrr, men nettupp tilelvingin til svart arbeiði varð orsøkin til, at hon varð [...] nú er Tórshavnar Kommuna farin at betala foreldrum pengar fyri at taka børnini av bíðilistanum til barnaansingarpláss. Grundin til at Elin Lindenskov bleiv so kløkk, er, at tað er púra einki hald í hesum [...] at brúka tær 2,5 milliónirnar á fíggjarlógini til aðra barnaansing, ella ein part av teimum, til hetta endamál. Elin Lindenskov heldur fyri tað fyrsta ikki, at kontanthjálpin loysir nakran sum helst trupulleika
aráðnum; kom so heim til Føroya. Tók við sum formaður og sum dagligur leiðari í Vinnulánsgrunni Føroya Løgtings, sum tá var týðandi lánistovnur til uppbygging av fiskivinnuni, til hann í 1949 varð skr [...] hjálpitólini tá samanborin við nútíðina eru ikki at sammeta. Hentleikin var telefonin, tað sum tá var telefon, kravdi handakreftir og munagott tolsemi, til umheimin var einki sum at telefon, nóg illa um [...] Føroya 1950?59. 13. januar andaðist Johan Frits Djurhuus. Í hjúnalagnum hjá Esther og Johan eru børnini Helena, Kristian, Høgni og Elin. Við Johan Djurhuus er ein teirra farin, sum longst var við í up