Foreldrini fáa ongar pengar frá býráðnum

? Tað er heilt hol í høvdið, at vit eru farin at betala foreldrum pengar fyri at taka børnini av bíðilistanum til barnaansing. Og stendur tað til mín, koma vit heldur ongantíð so langt

? Eg kann bara siga eitt beinanvegin: Hatta er heilt hol í høvdið.

Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd í Tórshavnar Býráð gjørdist ikki sørt kløkk, táið eyguni duttu niður á forsíðuna á Dimmalættig í gjár.

Tí har stóð meiggjað út um forsíðina í næstan fullari breidd, at nú er Tórshavnar Kommuna farin at betala foreldrum pengar fyri at taka børnini av bíðilistanum til barnaansingarpláss.

Grundin til at Elin Lindenskov bleiv so kløkk, er, at tað er púra einki hald í hesum.

Og sum formaður í sosialu nevnd hjá býráðnum skuldi hon verið tann fyrsta at vita tað....

Og hon leggur, at hon eiini fer at berjast við hond og fót ímóti, at tað nakrantíð kemur so langt.


Bara ein kanning

Hon sigur, at veruleikin er, at býráðið hevur sett eina kanning í verk at vita, um foreldrini høvdu tikið børnini av bíðilistanum, fingu tey pening útgoldnan afturfyri.

? Tað er henda kanning, sum gamla Dimma onkusvegna hevur sett í rangastrúpan og gjørt til veruleika.

Elin Lindenskov sigur, at býráðið hevur sett 2,5 milliónir av á fíggjarlógini í ár til ?aðra barnaansing?.

? Men tað er ongin sum helst avgerð tikin um, hvat pengarnir skulu brúkast til, sigur hon.

Og tað verður sjálvandi heldur ongin avgerð tikin um tað uttanum Sosialu nevnd.

Men hon leggur afturat, at tað er ongin loyna, at summir býráðslimir eru heitir talsmenn fyri at seta kontanthjálpina í gildið aftur, so at foreldur fáa tað tilboð frá kommununi, at tey fáa eitt ávíst gjald um mánaðin fyri at ansa sínum egnu børnum heima.

Elin Lindenskov sigur, at sjálv hevur hon tvíhildið um, at hetta er eingin loysn og loysir ongar trupulleikar.

? Men vit hava so sett hesa kanningina í verk fyri at vita við turrum tølum, hvussu nógv foreldur høvdu tikið av tilboðnum.

? Tað er orsøkin til, at næstan 300 foreldur nú í hesi viku hava fingið, ella fáa, bræv frá býráðnum við spurninginum, antin tey høvdu tikið børn síni av bíðilistanum til ta kommunalu barnaansingina, um tey afturfyri fingu 1.500 krónur um mánaðin frá kommununi.

Tað eru foreldur at børnum upp til trý ár, sum eru við í kanningini og 1.500 krónur eru 300 krónur minni enn eitt vøggustovupláss hjá kommununi kostar.

Býráðið skal hava svarini aftur fyri 1. februar.


Við hond og fót ímóti

Elin Lindenskov sigur, at hetta skal ikki takast fyri meiri enn tað er: Ein kanning, sum er púra óbindandi fuyri báði foreldur og Býráð.

Og tað er so slett ikki talan um at seta kontanthjálpina aftur í gildið.

Formaðurin í sosialu nevnd sigur, at sjálv er hon hart ímóti kontanthjálpini og hon fer at berjast við hond og fót ímóti at brúka tær 2,5 milliónirnar á fíggjarlógini til aðra barnaansing, ella ein part av teimum, til hetta endamál.

Elin Lindenskov heldur fyri tað fyrsta ikki, at kontanthjálpin loysir nakran sum helst trupulleika.

? Tørvurin á barnaansing hvørvur ikki fyri tað um fólk fáa 1.500 krónur fyri at taka børn síni av bíðilistanu.

? Tað pyntar bíðilistan eitt sindur, men tað hjálpir ikki. sigur hon.


Eggjar til svart arbeiði

Elin Lindenskov heldur ikki, at nakar fer av arbeiðsmarknaðinum, heim at passa síni egnu børn fyri 1.500 krónur um mánaðin.

? Tvs, at tey, sum fara at taka børn síni av bíðilistanum afturfyri kontanthjálpina, fara at útvega sær aðra barnaansing fyri tær 1.500 krónurnar.

? Og tað vil so aftur siga, at kontanthjálpin fer at elva til svarta dagrøkt, og til svart arbeiði, og tað vil eg ikki vera við til.

? Býráðið hevur roynt kontanthjálpina fyrr, men nettupp tilelvingin til svart arbeiði varð orsøkin til, at hon varð tikin av í 1994, eftir at hava verið í gildið í nøkur ár.

? Tá hon varð tikin av, kostaði hon kommununi yvir 4,7 milliónir um árið.

Men hon hevði kostað væl meiri frammanundan.


87 pláss afturat í ár

Elin Lindenskov sigur, at sjálv mælir hon til at brúka tær 2,5 milliónirnar til aðra barnansing til at byggja uppí tvey býlingshús hjá kommununi.

Hon heldur, at frægast hevði verið at bygt uppí býlingshúsið Uppi millum Gilja og tað Vesturi á Flat.

? Tað kostar eina góða millión hvørt, men tað fáast 20 ansingarpláss í hvørjum húsi burturúr.

Afturat tí heldur Elin Lindenskov, at nógv talar fyri, at útibarnagarðurin fær tikið 5 børn afturat í næstum. Men samstundis er ætlanin at byggja býlingshús Inni á Gøtu og í tí verða eisini 42 ansingarpláss.

? Sostatt eru útlit til, at kommunan fær útvega 87 ansingarpláss afturat í ár.