Til minnis um Krisjan Dahl

Í gjár 11.januar andaðist Krisjan Dahl

Í gjár 11.januar andaðist Krisjan Dahl eftir langa sjúkralegu. Krisjan gjørdist bert 50 ára gamal, nú hann slóknaði. Fyri góðum ári síðan gjørdist hann sjúkur og kom ongantíð fyri seg aftur. Fyri okkum, sum kendu Krisjan, kom andlátið ikki óvart á.

Krisjan kom í starv á Sosialinum í januar 1984, og undan tí hevði hann starvast innan fiskivinnu og byggiarbeiði frá 1964?68. í 1969 fór hann undir lestur og í 1973?77 starvaðist hann í uttanríkismálaráðnum. Í 1977?83 arbeiddi hann innan fiskasølu og á Nordafar, og í 1984 kom hann so í starv sum fyritaksstjóri á Sosialinum.

Nógvar broytingar vóru farnar fram á blaðnum. Blaðhúsið var nýtt og somuleiðis nýggj prentsmiðja. Tað var tungt at fáa tølini at hanga saman, men Krisjan var áhaldin í sínum arbeiði. Hann dugdi sera væl at fáa ymsu starvsbólkarnir á Sosialinum at samstarva, og hann var ikki ein stjóri, sum var bangin fyri at smoykja upp um armar. Krisjan var ein sera tolin maður, og nú tankarnir leita aftureftir, so var hann kanska í so tolin.

Tá kreppan kom, rakti hon eisini Sosialin sera meint. Fleiri av bløðunum, ið Sosialurin prentaði, fóru á heysin, og sum fyritaksstjóri nívdi gongdin Krisjan sera nógv. Hann var ein persónur, sum ikki dugdi at leggja arbeiðið eftir á arbeiðsplássinum, tá hann hevði frí, og hinvegin so vóru dagarnir ofta sera langir, tí Krisjan fór sjáldan av blaðnum, fyri enn tað var liðugt prentað og koyrt út .

Men í 1996 kom blaðið so undan, og Krisjan kundi stoltur leggja ein rokniskap, sum vísti eitt yvirskot, fyri aðalfundin. í samrøðu við Krisjan beint áðrenn hann gjørdist sjúkur, tosaðu vit um framtíðina hjá blaðnum, og eg hevði viljað unt Krisjani nógv góð ár afturat, nú fruktirnar av tí, sum hann var við til at leggja lunnar undir, geva úrslit.

Mínir tankar leita í kvøld til tykkara, sum hava mist. Fyrst og fremst til tín Karlu og børnini Paulu, Fróða og Svein, sum hava mist ein góðan mann og pápa. Á Sosialinum er saknurin stórur, nú Krisjan ikki er longur. Vit drípa høvur í minninum um Krisjan Dahl og vilja vísa teimum avvarðandi djúpastu samkenslu.