Ein søga um søguna

Ummæli av Søgufrøði

Kelduviðgerð og háttaløg eftir Kára Jespersen og Jens Paula A. Nolsøe. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1997. 128 síður.


Av øllum lærugreinum á hvørjum stigi hon so kann vera, man søga og ikki minni søgan vera ein hin ringasta at lýsa og definera.

Tí hvat skuldi koma við í søguna, og hvat skuldi dyljast ella leypast um. Skuldi søgan forteljast sum ein samanhangandi og livandi frásøgn ella bara turrisliga endurgevast við tilvísingum til nakrar persónar og nøkur árstøl? Bæði hesar og nógvar aðrar royndir hava vrið gjørdar.

Tá ið tey kommunistisku tornini fullu í grús, fingu menniskjuni í hesum samfeløgum at vita, at alt tey høvdu lært um »søgu« var ósatt ella beinleiðis lygn. Tað var tó ikki bara har, at illa var statt. Í mínari tíð á Keypmannahavnar Universiteti brúktu vit amerikanskar lærubøkur í akademiskari søgu, sum býttu heimin í tvey: Annar parturin var um hin frælsa heimin (?The Free World«), hin um tann partin, sum var undir kommunistiskum harðræði (?Communist Dictatorship«).

Tað kundi vera tað, tað var. Verri var soleiðis reint intellektuelt at góðtaka, at alt, sum ikki kommunistiskt, var frælst og hoyrti til tann frælsa heimin; tí upp í henda frælsa heim vóru roknaðar politiskar leivdir sum Spania og Portugal og øll latínamerikansk drápsmannastýri, sum bara vóru til við amerikanskari hjálp.

Um endamálið við vitskapinum skal vera (sum ofta hevur verið tikið uppaftur) at leita eftir sannleikanum, so mugu klárari og neyvari granskingarhættir, »metodur«, til.

Søgugranskingin er sum øll onnur gransking ikki annað enn eitt handverk. Sum í øllum handverki mugu amboðini lagað eftir tilfarinum, og betur amboðini eru, og betur tey verða røkt, betri verður úrslitið.

Teir báðir ungu føroysku søgufrøðingarnir Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe, sum báðir starvast í Hoydølum, hava hjá Føroya Skúlabókagrunni givið út eina frálíka bók, sum eitur »Søgufrøði. Kelduviðgerð og háttalag.« Í henni kunnu øll áhugað læra seg grundreglurnar fyri arbeiði við søguligum keldur og framseting av hugsanum um samfelagslig viðurskifti í fortíðini ? í talu og í skrift. Og tann veruleiki, at føroyingar eru eitt óvanliga søguhugað fólk, ger ikki ognina í hesi bók minni. Sjálvur kundi eg sum søgulærari fyrr enn nú hugsað mær at havt hesa bók við hondina. Hon kann væl vera hent eisini á hægri undirvísingarstigum enn miðnámsskúlum.

Uppbyggingin er greið og logisk ? og tað er ofta tað besta við einari bók, ikki minst lærubók.

Í formælinum siga rithøvundarnir, at tá ið bygnaðurin í miðnámsskúlunum va broyttur, øktust tey fakligu krøvini, eisini til amboð og metodur, munandi. Tað er fyri neyðini, at tann broytingin er hend.

Tað kann bara skapa trygd, tá ið sagt verður, at bókin »partvís byggir á metoduhugsanina hjá Kristian Erslev« og so sjálvandi »partvís á egnar undirvísingarroyndir«.

Í innganginum fæst at vita, sum sjálvandi sett upp í innihaldsyvirlitinum, hvørji evni verða tikin fram í bókini og í hvørjari raðfylgju. Tað sæst beinanvegin, at har er tikið við alt tað, sum ein rímuliga kann vænta sær í einari bók í hesari stødd.

Tað er gott, at lesarar straks møta navninum Herodot, sum fyri hálvtriðja túsund árum legði grundarsteinarnar.

Um endamálið við søgu høvdu kanska ikki allir verið samdir við orðingini um, at søgan hevur týdning fyri fatanina av fortíðini og nútíðini, men eisini fyri fatanina av ella áhuganum fyri framtíðini. Eitt sindur negativt kann sigast, at eitt »futuriskt element« meira má hoyra til profetarnar enn til søgugranskararnar. Men sjálvandi hongur einki mannasamfelag søguliga í leysari luft, og tað fer framtíðarsamfelagið neyvan heldur at gera. Og tað ger einki at hugsa um framtíðina við støði í tí, sum vit vita um fortíðina og nútíðina. Uppi í hesum sama heimspekiliga meginspurningi hongur eisini undirspurningurin, um søga skal vera »almennisfak« ella »nyttufak«.

Sjálvandi er høvuðsdenturin í bókini lagdur á arbeiðið við søguligum keldur og á »keldukritikkin«. Frá gamla Erslev og týsku lærumeistarum hansara fáa vit sundurbýtingina í »leivdir« og »útleggingar«.

Sera greidliga er sagt frá ymsum keldukategorium, t.d. »mannaslóðum«, »tigandi keldum«, »talandi keldum«, »sigandi keldum« og »lýsandi keldum«.

Í kapitlinum »Kelda sum leivd og frásøgn« verður síðan greitt frá ? við dømum ? hvussu vitan um fortíðina kann fáast burtur úr keldunum. Her eru ongar mystiskar loysnir, tí, sum skrivað verður: »frásøgnin má vera mannaverk«. Hon kann ikki vera annað.

Ein partur eitur »Teir fýra hornasteinarnir«. Hesir hornasteinar eru sera pedagogiskt settir. Hin fyrsti er at finna keldurnar (tað, sum teir gomlu kallaðu »heuristikkin«). Vísindaliga má hesin endin vera tann einasti rætti at byrja við. Í blomsturbarnapædagogiskari tíð og í politiskt frelstari marxismutíð var »in« (fyri nú at skriva nýføroyskt) at byrja við onkrari skroypiligari teori, áðrenn hugt var eftir, hvat ið keldurnar søgdu. Úrslitið kundi bara vera hareftir.

Annar hornasteinurin er settur at vera at royna at gera av, hvør upphavsstøðan hjá teimum innsavnaðu keldunum var (hvør ið hevði gjørt tær, og hvar og nær og hví). Her kemur frásøgumaðurin inn, tí er talan um »beinleiðiskeldu« ella »óbeinleiðiskeldu«? Tá ið teir spurningarnir eru avgjørdir, er søgugranskarin komin væl nærri metingini av kelduvirðinum. Greitt verður frá »kvalitativum« og »kvantitativum« viðgerðarháttum, og hvat hvør teirra kann brúkast til ? og haðan til tulkingina av keldunum. Í hesum sambandi er víst til føroysk venjingardømi og spurningar út frá teimum.

Hin fjórði hornasteinurin er so hann, sum kann fáast at geva svarið, hvat ið keldan kann nýtast til. Tann støðan er sjálvsagt bara tann seinasta í einari miðvísari granskingarprocess ? í grundini tann samlaða niðurstøðan.

Fyri um leið fimti árum síðan kom fram ein vaksandi áhugi fyri søgu av manna munni, frásagnir meira enn skjøl. Á eingilskum var henda munnborna søgan nevnd »Oral History«, og tað slóðbrótandi verkið var »Oral History as Tradition« eftir belgiska søgumannin Jan Vansina. Í dag koma minst tvey altjóða tíðarrit út við útgangsstøði í hesari gransking. Hóast sumt kann síggja eitt sindur undarligt út, mugu munnligar keldur eisini hava áhuga hjá føroyingum, tí nógvar av okkara bygdasøgum byggja á munnligar frásagnir, uppskrivaðar ella fingnar beinleiðis frá søgusigaranum. Tað kundi tí eisini verið áhugavert, um onkur út frá hesum bygdasøgum (og sagnatilfari) tók upp »oralt-metodiskar« kelduumhugsanir í føroyskum samanhangi.

Ella ? í hesum Barbu-tíðum ? hvussu skulu vit viðgera skaldskap (søguligar skaldsøgur t.d.) sum søguliga keldu? Ella hvussu við propagandatilfari, sum í dag mest verður framlagt á myndum, tí at fólk lesa nógv minni? Hvussu við einari avleiðandi niðurstøðu av falsaðum fotomyndum frá Stalin ? og Hitlertíðini ella frá Vietnamkrígnum? Tað, sum prógvað er at vera eitt falsum verður so ongantíð annað. Men hvussu við idealiserandi málningum, sum t.d. av Sverra kongi á Dovrafjøllum (í Løgtinginum) ella av Sogmundi, sum boðar kristna trúgv í Føroyum (í KFUK). Hava vit loyvi at siga við børnini: Hetta var Sverri ? hetta var Sigmundur. Og Nólsoyar Páll í Vágsbotni? Er hetta hann ella eingin veruligur pesónur og tí eingin kelda?

Skansin á Stangarnesi hevur ongantíð vart Føroyar. Hann var bara píning og líðing hjá føroyingum. Men í bókini er ein mynd frá 1. september 1994. Har standa fýra nývaldir landsstýrismenn (Lasse Klein, Edmund Joensen, Anfinn Kallsberg og Tordur Niclasen) ikki bara á tí »demoleraða« Skansanum, men eisini í glæmuni frá tí stóra vitanum. Jú, her skuldu stórar vónir verið. Og føðilandið skuldi verið burtur úr øllum vanda. Men hvussu skulu føroyskir søgulesarar og -skoðarar meta ímillum henda dramatiska og imposanta symbolikk og tann veruleika, sum var, og sum kom?

Hetta er einki minni enn eitt bragd, sum Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe hava lagt úr hondum. Bókin er væl skrivað og ógvuliga klár og greið, og tað má vera nakað av tí besta við einari lærubók.

Men hví skal sovorðið óestetiskt og býtt koma fyri sum at skriva súmbol fyri symbol og súntesa fyri syntesa? Er hetta ólærd heimføðinga málterrorisma av Debesartrøð, ella hvaðan kemur henda barbarisma. Teir har kunnu halda seg sita har fáeinir og jonglera við móðurmálinum hjá 50.000 føroyingum. Men teir kunnu so ongan rætt taka sær at gera seg inn á tað klassiska grikska.

Ein annar spurningur er, um tað er rætt at nýta karikatúrtekningar sum illustratiónir. At gera tað er í grundini at gera ímóti øllum tí, sum skrivað er í bókini um »autenticitet« í tekstum og á myndum ? og um hagreiðingina av keldum. Hatta var illa valt.

Rithøvundarnir duga væl at skriva ? tí høvdu teir væl kunnað litið á egnan mátt og egna megi. Men tað dirvið kemur uttan iva við árunum.

Alt hetta kunnu vit deilast og kjakast um til dómadags ? og til tess at fáa stundir til hetta futila orðaskifti er at vóna, at dómadagur er langt burtur.