Tað eru foreldur, sum eru undir so stórum trýsti av børnum, sum vilja hava hetta og hatta, men sum tey ikki hava ráð til.
Viðhvørt hava vit varhugan av, at tey ikki eru so ovurhondsfegin, tá tey so endiliga høvdu fingið síni ynski uppfylt.
Tey smáu byrja við jólakalendara, ikki bert einum, nei helst fleiri ymsar at velja í.
Útvarp og sjónvarp hava stórt árin á tað, sum børnini hoyra og síggja. Eg eri persónliga vónsvikin av, at miðlarnir í ár eru við til at avkristna jólini.
Hví eg haldi tað? Tað er alt, alt ov nógv nissuprát og einki um Jesusbarnið, krubbu ella einglar.
Óveruligt prát upp í saman ? allan desember mánaða ? nissur ? vættrar og so er ein væltalandi jólarotta komin (ístaðinfyri krubbuna?).
Álvaratos! Latið børnini ikki missa Jesusbarnið, krubbuna ella einglarnar. Eingil bar gleðiboð: Tykkum er í dag ein frelsari føddur!!! Og tað er høvuðsendamálið.
Gleðilig jól.
Hanna Lisberg