Ein heilsan til pabba á 90 ára føðingardegnum

Leygardagin 3. januar fyllir hesin vælkendi maður 90 ár.

Olaf Frits Krossteig ? sunnanfjørðs bara róptur Krossteig ? er føddur í Lorvík tann 3/1-1908 og var elstur og einasti beiggi av seks systkjum. Av teimum fimm systrunum eru bert tvær enn eftir á lívi. Foreldrini vóru Óli Krossteig, Óli hjá Óla róptur, og Maria Trossteig úr Niðristovu.

Krossteig traðkaði sínar barnaskógvar í Lorvík, og mundu tað vera nøkur rík ár, at vaksa upp ímillum sjómenn og bøndur. Neyvan mundi tú nakrantíð droyma um, at títt yrki her í lívinum skuldi verða skúlalærari.

Mær kemur til hugs ein morgun í mai ?94, okur báðir stóðu úti við Millugarðin á Økrum, tá ein slupp kom við fullum seglum inn um boðarnar í fjørðinum, og tú spurdi meg, hvat hatta var fyri eitt skip. Eg segði tær, at tað var Norðlýsið úr Havn, sum kom til Regattasiglingina, ið verða skuldi á Vágsfirði sama dag. Tú stóð tigandi eina løtu, men so segði tú: Ja, fyrstu ferð eg kom inn á Vágsfjørð var við einum deyðsiglara, sum æt »Norðlýsið« (tøgn eina løtu) ? ja og var hetta fyrstu ferð í lívinum, okur sóu elektrisk ljós, tað var nevniliga komið í Vági árið fyri.

Ikki mundi tú hugsa tá, at tú skuldi koma at liva ein stóran part av lívi tínum á sunnara armi av Vágsfirði.

Hesin túrur kom at standa sum eitt minni í lívi tínum; hetta skuldi verða ein royndartúrur, sum pápi tín tók teg við suður til Vágs á beding. Hann var skipari á Norðlýsinum; men á veg norður bleiv illveður á landsynningi, og var tú meira deyður enn livandi. Tá tykur komu á Fuglafjørð, segði hin gamli: Nei, eg havi ikki kreftir at taka teg við í ár og síggja teg liggja so sjúkan, so tú má bíða til næsta ár. Hesin minniligi túrur skuldi verða tann seinasti, sum tú var saman við pápa tínum, tí um heystið gekk hann burtur við Norðlýsinum og allari manningini.

Hetta vóru sjálvsagt tungir dagar hjá tykum, og komu tí omma tín og yngsti sonur hennara, Jákup Olivar, inn til tykum at búgva, men heldur ikki honum var lívið lagað, tí hann fórst við Onnu árið eftir 24 ára gamal, og mundi hetta seta stopp fyri tínum dreymum at blíva sjómaður.

Krossteig fór 18 ára gamal til Havnar í 1926 á læraraskúla, haðani hann fekk prógv í 1929.

Tá var ikki so lætt at fáa lærarastarv, so tey fyrstu árini starvaðist hann sum ferðalærari runt um í Føroyum.

Fyrst við Gjógv, í Lorvík og Kaldbak. So í Akrabergi og Víkarbyrgi. Síðani í Norðradali og Saksun. Eftir hetta aftur í Suðuroy ? fyrst á Økrum og í Lopra, síðani í Vági og til endans aftur á Leiti tey seinastu 26 árini.

Frásøgumaður ert tú góður, minnið er sera gott, og er tað stuttligt at hoyra teg siga frá ymiskum hendingum og fólki, sum tú kom at kenna runt um á hesum plássum.

Hvør minnist ikki tær frálíku sendingarnar í Útvarpi Føroya, har Niels Juel Arge hevði samrøðu við teg, og tú so hugtakandi greiddi frá.

Mong eru børnini, sum hava gingið í skúla hjá tær tey 45 árini, tú var lærari, og mangar er heilsanirnar, eg eri biðin um at bera tær, tá eg eri komin í prát við onkran fyrrverandi næming hjá tær.

Tað man eisini fløva eitt gamalt kennarahjarta at fáa heilsanir á hvørjum ári sendandi úr útlondum, eitt nú Stórabretlandi og so fjarskotnum londum sum úr USA.

Hugurnar til jørð og seyð hevur altíð eyðkent teg, og var tú seyðamaður bæði á Leiti og Bláabergi í nógv ár. Tá lembingin var fyri, skuldi tíðliga verða farið frá húsum fyri at náa runt og vera aftur til skúlan kl. 8.00 um morgunin, og mangar góðar løtur burtur í haga minnist eg aftur á við takksemi.

Skúlin og húsini á Leiti bleiv heim okra, í 1957 kom eisini kirkjan, og var tú deknur og organistur har til í oktober 1975, tá tú fór til Havnar at búgva. Hetta stendur sum ein karmur um míni barna- og ungdómsár, og er tað ongin býarmynd ? hvørki her á landi ella aðrastaðni ? sum kann metast við tann uppvøkstur og lærdóm, eg her fekk frá mammu og ter, og tað eri eg ómetaliga takksamur fyri.

Tá ein náar ein aldur sum tú at blíva 90 ár, tá veit ein, at sólin er komin vestur á luftina. Men sum tú sjálvur sigur: »Eg taki ein dag í senn og takki Guði fyri teir, sum eg fái«. Og júst hetta at takka Guði fyri tað, sum tú hevur fingið, hevur sermerkt teg, tí ongantíð havi eg sæð teg ónøgdan við nakað, tú hevur fingið, men altíð takksamur. At kunna siga takk er ein góð gáva at eiga her í lívinum, og er hetta nakað, sum tú enn minnir okkum á, tá ið høvi býðst, hóast vit øll eru vaksin og flogin úr reiðri.

Góði pabba, hjartaliga tillukku á tínum 90 ára degi, og mamma tillukku við teimum 80, sum var í mai, og má Harrin vera hjá tykkum og styrkja tykkum og geva okum nógvar góðar løtur saman afturat.


ÓJK