Minningarorð um Heina S. Johannesen 17.03.18. ? 04.10.97

Svárur var saknurin, og endaleyst tykist tómrúmið, tá ið elskaði faðir mín tann 4. oktober varð tikin heim til tað lovaða landið, har gott er at vera.

Pápi var borin í heim tann 17. mars 1918 í Søldarfirði. Longu sum 4 ára gamal misti hann faðir sín, og sat mamman eftir við trimum børnum. Ikki er ilt at skilja ta neyðarstøðu, hetta heim nú var komið í, men við einum ófatiligum áræði og Guðgivnari styrki strevaðist omma gjøgnum hetta dapra tíðarskeið og bar so í bandi, at øll børn hennara komu væl undan.

Tá ið pápi var 16 ára gamal, fór hann at sigla. Tey fyrstu trý árini var hann við føroyskum skipum, til hann sum 19 ára gamal fór at sigla við donskum skipum. Burturi í heimi og einamest hjá A. P. Møller sigldi pápi meginpartin av ævi síni, sæð burtur frá tí tíðarskeiði hann gekk til stýrimann í 1944 og til skipsførara í 1961 og onkrum millumbili, tá iðhann sigldi her heima.

Umborð arbeiddi pápi seg upp frá tí lægsta til tann hægsta; hann hevði royndir sum kamardrongur, fýrbøtari, matrósur, stýrimaður og skipari, og høvdu hesar royndir ivaleyst við sær, at hann so væl dugdi at skilja og samstarva við skipsfelagar sínar.

Í fimtiárunum vóru útmynstringarnar um 18 mánaðir langar, og var hetta í barnsins málistokki eitt nærum endaleyst tíðarskeið, men tá ið so umsíðir dagurin upprann, at pápi kom heim at ferðast, var hetta av sonnum ein gleðis- og hátíðardagur. Nú var onki óført, øll familjan fór út á »Tjaldrið« ella »Drotningina« at veittra pápa væl heimafturkomnum. Abbi, sum hevði bil, stongdi Sandgarðin og var fúsur at koyra fólk og viðføri til heim okkara í Tórfinsgøtu, har mamma hevði fyrireikað alt so væl. Áhugin fyri teimum stóru kuffertum, sum vóru borin inn á gólvið, var ringur at dylja hjá okkum, sum børn vóru, tí av royndum vistu vit, at okkurt tinganes var til okkara, og ongantíð minnist eg, at nakar var svikin. Soleiðis var pápi, honum dámdi so væl at gleða børnini, tað, sum honum sjálvum ikki lutaðist vegna trongu barnakor hansara, gav hann okkum í ríkum máli.

Seinni fór eg sjálvur at sigla í sama reiðaríi, har pápi sigldi, og komi soleiðis tíðum í prát við menn, sum áður høvdu siglt saman við pápa; ein teirra málbar seg soleiðis: »Ja, Johannes, hvis du vil leve op til din far, så har du meget at leve op til;« her var sipað til sámiliga atburð faðirs míns. Tó at hetta eru umleið 15 ár síðan, standa hesi orð sum høgd í stein framman fyri mær enn berandi boð um, at eins og pápi var ein fyrimynd heima, so var hann tað eisini umborð.

Í árini 1982 varð pápi pensioneraður og kundi nú í sorgblídni líta aftur á sítt virkisskeið, takkandi tí Almáttuga fyri at hann var spardur frá eini vátari grøv, hetta sæð í skugganum av tí tíðarskeiði, sum pápi sigldi í, fyrst undir krígnum millum minur og undan týskum torpedoum og seinni á brúnni so manga vøkunátt, tá ið havsins stormar hóttu stóra og kortini so lítla skip hansara, og øgiligir sjógvar svølgdu allari mannastyrki og vitan. Mundi pápi í slíkum løtum ikki rópa til Várharra um hjálp, og mundi hann ikki eisini vera skjótur at takka Honum, tá ið kríggið var av, og havið aftur lá í silvitni.

Tá ið eg tosaði við pápa í seinastuni, bar tos hansra brá av, at hann ikki kendi seg so birgan longur, og soleiðis fyrireikaði hann meg til, at hann skjótt fór at fara frá okkum. Við brennandi vón um, at hetta ikki var so, royndi eg at eggja hann til lívsmót, kortini vitandi um og fjaldandi fyri mær sjálvum, at lívssól hansara var um at hvørva í havsbrúnni.

Stutta tíð seinni, tá ið eg stóð við deyðslegu faðirs míns, tyktist tað sum um í fluttum týdningi, at skipið nú var komið á reduna og bíðaði eftir loðsinum, sum skuldi føra tað inn í ta ævigu hvílunnar havn, og tá ið pápi dró sín seinasta andadrátt, visti eg, at allir endar nú vóru fastir í landi, og at hetta ? í mínum eygum so stásiliga skip ? nú ekkaleyst var vágbundið í teirri havn, har jarðarinnar ódnir ikki hóttu longur. Nú kundi pápi óttaleysur ganga oman landgongina ella fara úr likami sínum og verða vegvístur til bústaðin, honum er gjørdur til reiðar.

Góða mamma, má Harrin styrkja teg í hesi tíð. Latum okkum stilla stund drýpa høvur og minnast henda mann, sum við myndugleika, førleika og stórari ábyrgd setti so manga kósina út í kortið á teim sjey høvunum og sum aftan á lokna útmynstring so lítillátin, kærleiksfullur og eyðmjúkur kom heim til síni kæru, sum hann elskaði so høgt.

Friður veri við minninum um elskaða faðir mín, sum telist millum teirra, sum sálmaskaldið Ambrosius Stub yrkir so vakurt um:


Hvad vindes på verdens det vildsomme hav?

Ak, tusinde farer i skummende trav!

Man véd kun to havne,

bekendte af navn:

Dene ene vor vugge, Den anden vor grav.


Jóanes