teimum eisini at fáa ídnaðin at rinda nógvar milliardir krónur. Eygleiðarar ivast í, hvat teir báðir fara at fáa burtur úr at krevja endurgjald fyri atsóknirnar í USA, men teir halda, at málið kann gera [...] fyri góðum tveimum árum síðani. Sakførararnir viðganga, at tað er ógjørligt at leggja sak ímóti felagsskapinum hjá Osama bin laden, og tí ætla teir at krevja pengarnar frá teimum, sum hava ella hava havt [...] sakførarar eru farnir undir eitt endurgjaldsmál, sum má sigast at vera eitt av teimum sera sjáldsomu. Joe Rice og Ron Motley hava átikið sær at krevja 6.500 milliardir krónur í endurgjaldi við yvirgangsf
í Buenos Aires hevði vónað, at altjóða gjaldoyragrunnurin IMF fór at játta landinum eitt lán afturat, men seint í gjárkvøldið svaraði grunnurin, at hann er ikki sinnaður at læna Argentina meiri pengar [...] Avgerðin hjá grunninum ber í sær, at tann sera vánaligi búskapurin nú verður uppaftur verri fyri. Argentinski tjóðbankin hevur boðað frá, at tað kann gerast neyðugt at loysa virðið á landsins gjaldoyra [...] Seinastu dagarnar hava nógvir argentinar valt at tøma sínar bankabøkur, tí fólk bera ótta fyri, at bankarnir fara á húsagang. Mánadagin noyddist stjórnin at seta mark fyri, hvussu nógvar pengar fólk kunnu
koma at hyggja sleppa at hjálpa til at leita. Á ferðini runt á Meiarínum fara vit at hitta ymiskar løgnar, stuttligar og spennandi verur. Og øll rúmini á Meiarínum eru pyntaði og gjørd klár til at taka [...] jólaferð Sjálvandi verður eisini onkur góð jólasøga at hoyra. Um tað eydnast einglinum at sleppa at syngja við í einglakórinum á jólum, ja, tað fáa tit at vita um tit koma oman á Meiaríið. Fyrsta sýning verður [...] fer leikhúsið Gríma at framføra ein jólaleik á Meiarínum. Men hetta verður ein heldur ørvísi leikur. Vit fara at bjóða øllum áskoðarunum við á eina ferð runt í húsinum. Vit fara at hitta ein eingil, men
myndugleikunum at fáa oljufelagið LUK-oil, sum eigur at lítlan part av partapeninginum í sjónvarpinum, at fáa TV6 viðgjørt sum trotabúgv. Mannagongdin hevur fingið eygleiðarar at halda, at avgerðin hjá rættinum [...] sjónvarpinum sigur, at hann rennur ørindi fyri politisku leiðsluna í Kreml. Stjórin í TV6, Jevgenij Kiseljov, segði í gjár, at myndugleikarnir høvdu kvett el-veitingina mitt á nátt, og at telefon- og inte [...] leiðslan fingið at vita, at myndugleikarnir høvdu tikið sendiloyvið hjá TV6 aftur. Ein av teimum størstu eigarunum í TV6 er Boris Berezovskij, sum fleiri ferðir hevur funnist hvassliga at politikkinum hjá
Eitt annað stormál, sum eigur at standa ovarlaga á listanum, er pensónsmálið. Nú er tíðin komin til at fólk fara at fáa ta pensión, sum tey áttu at fingið. Royndirnar vísa, at teir lova og geva eitt sindur [...] hetta, og tí haldi eg eisini, at vit skulu eiga tað. Annars eigur fiskivinnan at fáa nógv meira viðgerð, enn hon fær. Fiskivinnan eigur lívið í okkum, og vit mugu gera alt fyri at halda lív í tí, sum vit hava [...] Salli Lognberg Skopun: Tað er burturvið at tosa um at privatisera banka og fiskivinnu. Tað er líkamikið, hvør keypir í Føroyum, vænti eg. Tað fer av landinum kortini, tí tað er uttanlands, pengarnir eru
, men av tí at hann frammanundan er landsstýrismaður, hevur tað ligið í luftini, at næstu maður á listanum fór at taka yvir. Eitt ætlaði Høgni Hoydal sær tó at avgreiða fyrst og tað var at taka lut í stóra [...] Fólkatinginum og um, at næsti maður á listanum sleppur at taka yvir. Næsti maður á listanum er Tórbjørn Jacobsen og hann fór úr Føroyum, niður á Fólkating í gjár. Væntandi verður tað í dag, at Fólkatingið samtykkir [...] samtykkir, at hann tekur sæti á tingi fyri Høgna Hoydal. Annars verður ikki mett, at hann fer at taka orðið á tingi, fyrenn fíggjarætlanin kemur til viðgerðar, men tað verður neyvan fyri næsta ár.
hevur ljóðað, at Uni Arge ikki longur fór at verða tøkur á HB liðnum vegna innanhýsis ósemjur. Okkum eydnaðist ikki at fáa hetta staðfest undan vikuskiftinum, men tað er tó ein sannroynd, at Uni ikki taldist [...] á dómaraseðlinum, tá HB sunnudagin vitjaði á Eiði. Torført er at fáa at vita nágreiniliga, hvat er farið fram. Tað er tó einki dulsmál, at tað var stór misnøgd í HB eftir málleysa javnleikin móti B71. [...] í felagnum, og vit kunnu nú staðfesta, at eftir hetta var besti málskjútti í søgu felagsins ikki á liðnum. Sunnukvøldið hevði høvuðspersónurin sjálvur ikki hug at gera nakrar serligar viðmerkingar til málið
ber ikki til at fáa annað at vita enn, at stovnurin hevur verið varugur við, at okkurt órelguligt helst er farið fram, og at málið er latið løgregluni. Av Strandferðsluni verður sagt, at stovnurin seinastu [...] einum bussførara hjá Bygdaleiðum. Sosialurin hevur fingið at vita, at ein bussførari hjá Bygdaleiðum er sagdur úr starvi, tí komið er eftir, at óreglusemi møguliga hevur verið við avrokningum hansara millum [...] Strandfaraskip Landsins hevur als onga aðra viðmerking til málið enn, at tað er latið løgregluni til kanningar. Tað eydnaðist ikki at fáa orð á leiðsluna á kriminaldeildini hjá løgregluni, áðrenn blaðið
FM-róðrinum. Útsett í eitt ár Av tí at tíðin til at viðgera málið hevði verið heldru knøpp, gjørdi nevndin av at leggja fram annað uppskot, har samtykkjast skuldi, at støða skal takast til málið í heyst [...] fremst, at sambandið millum róðrafólki og nevndini ikki er tað mesta nú, og nevndin vildi fegin, at íðkararnir verða spurdir eftir, áðrenn slíkar broytingar verða gjørdar. Vandin við hesum er, at stevnurnar [...] stevnurnar verða ov tættar, og at róðrafólkið tískil ikki fær neyðugu venjingina ímillum róðrarnar, tí bæði undan og eftir stevnur er jú vanligt, at meira tíð verður nýtt at hvíla í. Eisini varð tosað um á fundinum
annars. Forkvinnan sigur, at ætlanin er at hava opið til út á kvøldið, fyri at eisini limir skulu hava møguleikan at koma inn á gólvið aftaná arbeiðstíð. Men tað er eisini ætlanin at gera næsta aðalfundin [...] er ikki ætlanin, at dagurin skal fara afturvið borðinum uttan víðari. Sjálvan føðingardagin er ætlanin at hava opið hús mestsum allan dagin. Ingeborg Vinther sigur, at ætlanin er at hava opið hús í f [...] um kvøldið. Har verður okkurt smávegis ábit undir tonnina og eitt glas at fáa. Og Ingeborg Vinther sigur, at har eru fólk vælkomin at støkka inn á gólvið, ikki minst limir í felagnum, men sanniliga eisini