Misálitið móti Løgmanni, Kaj Leo Johannesen, verður í hesi løtu viðgjørt í Løgtinginum. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum sigur, at Fólkaflokkurin fer at heita á andstøðuna, um at taka uppskotið aftur. Andstøðan hevur í morgun reist eitt misálit móti løgmanni, Kaj Leo Johannesen, sum í løtuni er burturstaddur, og tískil ikki í Løgtingum undir viðgerðini.
Ósemjur um karmarnar til fíggjarlógina hava av álvara merkt samstarvið millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin øðrumegin og Fólkaflokkin hinumegin.
Tingfólk fyri Fólkaflokkin siga, at tingfólkini hjá flokkinum helst ikki atkvøða ímóti misálitsuppskotinum hjá andstøðuni, men at tingfólkini antin atkvøða blankt ella atkvøða fyri uppskotinum.
Men hóast ávís tingfólk hjá Fólkaflokkinum staðfesta, at tey ikki atkvøða móti uppskotinum, so staðfestir Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, at flokkurin fer at heita á andstøðuna, um at taka uppskotið aftur.
-Vit vilja ikki viðgera persónsmál, men vilja heldur viðgera karmarnar til fíggjarlógina, og tískil fara vit at heita á andstøðuna, um at taka uppskotið aftur, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.
Orðaskifti er júst nú steðgað, men væntast kann, at orðaskiftið um misáliti móti løgmanni verður viðgjørt stóran part av degnum.