Javni tosað við landsstýriskvinnuna um ábøtur á sernámsøkinum

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevði í dag fund við Javna, saman við Sernámsdeplinum, at umrøða teir trupulleikar, sum JAVNI hevur víst á viðvíkjandi færri tímum til næmingar við serligum tørvi komandi skúlaár. Umboðini fyri Javna vístu eisini á kærur frá foreldrum, sum eisini óttast fyri, at loysnir, sum í dag rigga væl, kunnu syndrast komandi skúlaár, um onki verður gjørt við at loysa trupulleikarnar.

Á fundinum kunnaði Sernámsdepilin um, at tey samskifta við skúlar, ið hava víst á trupulleikar, og í fleiri førum hevur eydnast at finna loysnir. Avtalað varð, at Sernámsdepilin skal taka upp samband við skúlarnar, sum ikki sjálvir megna at finna loysnir. 12. mai 2010 hevur Sernámsdepilin felags fund við skúlaleiðslurnar í landinum.

Landsstýriskvinnan avtalaði at hittast aftur við umboðini fyri Javna tann 26. mai, har ætlanin er at taka upp óloystar spurningar. Landsstýriskvinnan er sera fegin um fundin og samstarvið við Javna.

- Tað er at fegnast um, at felagið ger vart við vánalig viðurskifti hjá hesum veika samfelagsbólki, og sum avvarðandi landsstýriskvinnan vil eg gera alt fyri at loysa trupulleikarnar, sigur Helena Dam á Neystabø.