Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line, sigur, at tað er greiður fyrimunur fyri felagið, at Norrøna fer at sigla til Hirtshals í framtíðini.
Hann sigur, at havnin í Hirtshals er veðurgóð og ferðafólkavinalig.
- Túrurin verður eisini tríggjar tímar styttri, og vit spara pengar, tí skipið nýtir minni olju, vísir stjórin á.
Men flyta tit bara fyri at spara pengar?
- Nei. Tað er ein stórur síðuvinningur. Vit spara pengar, umframt at umstøðurnar eru betri, sigur Rúni Vang Poulsen.
Smyril Line boðar frá í tíðindaskrivi, at tað er ein liður í menningini av felagnum og tillaging av rakstrarútreiðslum, at Hirtshals verður framtíðar havnin hjá Norrønu í Danmark.
Fyrimunirnir eru millum annað, at fleiri býir eru nærhendis, sum Hjørring, Frederikshavn og Aalborg. Somuleiðis er lætt at ferðast til og úr Hirtshals, tí vega- og toksambandið er avbera gott.
Rúni Vang Poulsen vil ikki siga, at Smyril Line missir stórvegis við at flyta úr Hanstholm til Hirtshals.
- Hanstholm missir ein stóran part av sínum virksemi, men fyri okkara viðkomandi, so er hendan loysnin bara ein fyrimunur, sigur Rúni Vang Poulsen.









