Enn hevur løgreglan ikki gjørt umfatandi grein 13-kanningar, har dentur verður lagdur á at kanna eftir, um bilførar hava skift dekk. Men hesi átøk fara at koma. Eftir 1. mai høvdu akfør ikki loyvi at koyra við píkadekkum, men enn hevur løgreglan ikki havt nøkur serstøk átøk úti á vegunum fyri at hyggja eftir, um bilførarar hava fingið píkarnar undan bilunum.
Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at í vanligum kanningum á vegunum og í ferðslukanningum annars verður sjálvandi hugt at, um bilførarar enn koyra við píkadekkum.
Men tey stóru átøkini, sum løgreglan plagar at hava eftir slík skifti, verða ikki fyrr enn í viku 23 og viku 24.
- Tá fara vit at gera meiri umfatandi grein 13-kanningar kring landið, har vit serliga fara at hyggja eftir, um fólk hava fingið píkarnar undan.
Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at í vanligum kanningum, sum løgreglan alla tíðina hevur, hava nakrir bilførarar longu fingið bøtur fyri ikki at hava skift píkadekkini fyri 1. mai.
Bótin fyri at koyra við píkum eftir 1. mai er 500 krónur.










